SEV   /   Um okkum   /   Sev - fólksins ogn   /   Søgan

Søgan

Søgan

Elfelagið Sev varð stovnað 1. oktober 1946. Stovningarfundurin var í Tórshavn, har 19 kommunur á Streymoynni, úr Eysturoynni og Vágum høvdu sent umboð at stovna Elfelagið. Stovnandi fundurin varð hildin, eftir at føroyingar í uml. 40 ár á ymsan hátt høvdu roynt at fingið elektriskt ljós yvir landið. 

Áðrenn elfelagið, sum fekk navn eftir teimum trimum oyggjunum Streymoy, Eysturoy og Vágum, varð ein partur av Føroya søgu, vóru fleiri royndir við elframleiðslu kring landið, og tískil vóru fleiri orkuverk bygd áðrenn Sev varð stovnað. Fyrsta føroyska vatnorkuverkið, elverkið í Botni í Suðuroy, varð tikið í nýtslu 18. juli 1921.

Les meira um elverkið í Botni her, og um tann týdningarmikla leiklut verkið fekk á vinnulív og gerandislív í Vági, bæði tá og seinni í allari Suðuroynni.

Les meira um orkusøguna niðanfyri.

Keldur: 

Jógvan Arge: Ljós yvir landið, Poul Andreasen: Elektrisitetsverkið í Botni, Sev.

Vatnorkan í Fossá

Tíðliga í síðstu øld tók seg upp orðaskifti um, hvussu føroyingar kundu fáa elmegi, eftir at nýtslan av elmegi av álvara hevði tikið seg upp um allan tann framkomna heimin um aldarskiftið. Fólk í Føroyum høvdu hugmyndir um at skapa eitt framkomið samfelag, og her birtist orðaskiftið um at framleiða elmegi burtur úr vatninum í føroysku áunum.

Fyrsta royndin at fáa ravmagn burtur úr vatni varð gjørd í Vestmanna um summarið í 1907. Har legði bóndin og handilsmaðurin, Ólavur á Heygum, til brots, tá hann fór undir at byggja eina grótbyrging í tí vatnmiklu Fossá. Vatnið skuldi síðani leiðast úr byrgingini oman til eina turbinu, sum skuldi framleiða elektriskan streym til vestmenningar.

Ólavur á Heygum kom kortini ongantíð á mál við síni verkætlan, tí hon gjørdist ov kostnaðarmikil, og hann fekk ongan almennan stuðul. Hann stríddist við verkætlanini líka til, hann doyði í 1923.

Spjadd elframleiðsla

Ymsastaðni kring Føroyar tóku fólk undir við hugskotinum at fáa til vega elmegi, og Vágs Kommuna gjørdi fyrsta vatnorkuverkið í Føroyum í Botni vestantil á Suðuroynni í 1921. Sama árið tók Tórshavnar kommuna eitt motorverk í brúk.

Í 1931 bygdi Klaksvíkar Kommuna eitt vatnorkuverk norðuri á Strond, men so kom aftur stígur í tær stóru ravmagnsætlanirnar. Tó fingu býlingar og privatfólk ymsastaðni í landinum sær bæði smærri og størri vatnorkuverk umframt motorverk at framleiða streym til hús og virkir.

Tað var kortini skjótt greitt, at skuldu munagóð tøk takast á elorkusøkinum, so máttu kommunurnar ganga saman og lyfta í felag. Takið, sum lá fyrst fyri, var at veita Streymoynni, Eysturoynni og Vágum elektrisitet, tí her var nógv fólk og nógv vatn.

Sev stovnað

Tá seinni heimsbardagi var av, var av álvara farið at fyrireika vatnorkuætlanirnar í Vestmanna, og 1. oktober 1946 stovnaðu flestu kommunurnar á Streymoynni, Eysturoynni og Vágum interkommunala Elfelagið Sev. Í Eysturoy var Sjóvar kommuna ikki umboðað, og í Streymoynni høvdu Kvívíkar kommuna, Kollafjarðar kommuna og Tórshavnar kommuna einki umboð sent á stovnandi fundin.

Kvívík og Kollafjørður ætlaðu at gera sítt egna elverk í Leynum við vatnorku úr Leynarvatni. Tórshavnar kommuna vildi ikki vera við til at útbyggja vatnorkuna í felagsskapi við tær 19 kommunurnar, sum stovnaðu Sev, men vildi heldur byggja nýtt motorverk til sín sjálvs. Tórshavnar kommuna játtaði kortini at keypa streym frá Sev, um hon kundi fáa hann bíligari har.

Tær 19 kommunurnar, sum stovnaðu Sev vóru sostatt: Oyndarfjarðar kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Leirvíkar kommuna, Gøtu kommuna, Nes kommuna, Sunda kommuna, Eiðis kommuna, Funnings kommuna, Haldórsvíkar kommuna, Saksunar kommuna, Hvalvíkar kommuna, Vestmanna kommuna, Kaldbaks kommuna, Tórshavnar uttanbýggja kommuna, Kirkjubøar kommuna, Sandavágs kommuna, Miðvágs kommuna, Sørvágs kommuna og Bíggjar kommuna.

Uppskot til lógir fyri felagið varð lagt fram á stovnandi fundinum. Í fyrstu grein stóð, at “SEV er eitt interkommunalt andeilsfelag. Tess endamál er at útbyggja kraftkeldur og fáa til vega elektriska megi til fólk, sum býr í Vágum, Streymoy og Eysturoy. Heimstað felagsins er Vestmanna”.

Ein umboðsnevnd og eitt stýri skuldu stjórna felagnum, og ein stjóri skuldi hava dagligu leiðsluna um hendi. Gunnar Dahl Olsen, sýslumaður og sóknarstýrisformaður í Vestmanna, varð valdur til fyrsta stýrisformann. Hann røkti hetta starv, til hann legði frá sær vegna aldur í 1975.

Fyrsti umboðsnevndarformaður var Jóan Pauli Gregersen, vinnulívsmaður, úr Syðrugøtu. Hann var umboðsnevndarformaður til 1963, tá hann boðaði frá, at hann ikki tók við aftur formanssessinum.

Felagið varð uppkallað Sev eftir Streymoy, Eysturoy og Vágoy. Harumframt var orðið sev eisini at finna í føroyska plantuheiminum. Gamalt var, at sevleggur var brúktur til veik í koluni, sum var vanlig ljóskelda, áðrenn peran varð uppfunnin.

Vatnorkuútbygging í Vestmanna

Fyrsta takið hjá Sev-stýrinum var at fáa til vega loyvi at nýta vatnorkuna og fígging til verkætlanina.

Fýra ár og átta mánaðir gingu, frá Sev varð stovnað, til fígging var fingin í lag til at útbyggja vatnorkuna í Vestmanna, sum Fossáverkið var partur av. Tað gekk striltið at fáa fígging til vega, og nógvir fundir vóru millum Sev, landsmyndugleikar og ríkismyndugleikar hesi árini. Spurningurin hvørt tað var rættari at útbyggja Fossá í Vestmanna ella Leynarvatn, skuldi avgreiðast, áðrenn almenn fígging fekst í lag.

Tá myndugleikarnar vóru vorðnir sannførdir um, at verkætlanin í Vestmanna var tann rættara, var avgjørt at fara til verka. Verkætlanin í Vestmanna kostaði 14 mió kr. Føroyingar og danir skuldu fáa til vega helvt um helvt av fíggingini. Tær sjey føroysku mió. vóru innskotspeningurin hjá SEV, tvær mió. í sparikassaláni, ein mió. í brævaláni og tríggjar mió. í Marshallpengum. Tær sjey mió. úr Danmark skuldi forsætisráðið fáa til vega frá statinum fyri lítla rentu. Tað var ein treyt fyri lagaliga statsláninum, at løgtingið veitti rentustuðul til tey lán, sum vórðu tikin í Føroyum.

  1. mai 1951 skrivaði Sev undir sáttmálar við byggifeløg og verkfrøðingafeløg, og síðani varð beinanvegin farið undir at fyrireika byggingina av Fossáverkinum. Sev-útbyggingin í Vestmanna, sum umframt Fossáverkið fevndi um byrgingar frammi við Vatnið í Fonsdali og á Lómundaroyrum, var størsta byggiarbeiði, ið føroyingar nakrantíð høvdu sett sær fyri.

Sev setti síni fyrstu fólk í starv, og fyrsti stjórin hjá felagnum var Hjalgrím Winther. Hann sat í stjórastarvinum frá 1953 til 1983, tá Klæmint Weihe tók við sum stjóri.

  1. mai 1954 varð Fossáverkið alment tikið í nýtslu. Síðani helt vatnorkuútbyggingin í Vestmanna fram frá 1956 til 1963. Tá varð vatnorkan útbygd á Mýrunum og í Heygadali, og Mýruverkið og Heygaverkið vórðu tikin í nýtslu.
Allar kommunurnar upp í SEV

Tað gekk ikki long tíð, so ásannaðu tey flestu, at eingin bygd í Føroyum kundi liggja uttan streym. Politiskt var semja um, at øll áttu at fáa elektrisitet til nýtslu fyri sama prís. Tað hevði við sær samráðingar um, hvørt allar kommunur í landinum kundu gerast limir í SEV. Samtyktirnar at rudda slóð fyri, at allar kommunur komu upp í Sev, vórðu gjørdar stutt fyri kommunuvalið í 1962, og tær skuldu váttast á seinni fundum.

Limaskapurin hjá teimum nýggju kommununum skuldi koma í gildi 1. apríl 1963, og tann seinasta og endaliga samtyktin um at víðka Sev varð tikin á umboðsnevndarfundi 8. apríl 1963.

Múli var sum tann seinasta bygdin knýtt upp í elkervið hjá SEV 19. september 1970.

Víðkanartilgongdin hevði eisini við sær, at Sev yvirtók øll elverkini kring landið, sum kommunurnar uttan fyri Sev høvdu stovnað. Tað vóru eitt nú verkini í Havn, í Vági og í Klaksvík.

Streymtørvurin økist

Streymtørvurin vaks, og fyrst í sjeytiárunum var greitt, at meira orka mátti fáast til vega. Um hetta mundið varð hildið, at vøksturin í streymnýtsluni fór at vera eini 10% um árið.

Samstundis var ætlanin at bøta um sambandið sum heild. Tað hevði eitt nú við sær, at motorverkini á Sandoynni, í Hesti og Nólsoy skuldu takast úr rakstri. Ístaðin skuldu hesar oyggjar bindast upp í meginkervið við kaðlum á havbotninum.

Vaksandi streymtørvurin bar við sær, at SEV í oktober 1972 fór undir at byggja Sundsverkið, sum skuldi framleiða streym við motorum, ið brúktu tungolju. Teir báðir motorarnir á verkinum vóru settir til í november og desember 1974, og vanligi raksturin á verkinum byrjaði í 1975.

Sundsverkið varð útbygt við einum motori afturat í 1979, og fyrst í áttatiárunum var aftur neyðugt at útbyggja verkið. Tá vóru tilsamans fimm motorar á verkinum, sum framleiddi sín stóra part av føroysku elnýtsluni hvønn einasta dag.

Stutt eftir, at verkætlanin á Sundi varð sett í verk, kom fyrra oljukreppan í sjeytiárunum, og menn fóru at umrøða møguleikan at útbyggja vatnorkuna og nýta aðrar varandi orkukeldur. Seinna oljukreppan í sjeytiárunum, sum tók seg upp í 1979, skundaði undir ætlanirnar at útbyggja vatnorkuna.

Eiði 1, 2, 3 og 4

Vatnorkuverkætlanin í Eysturoynni, nevnd Eiði 1, 2, 3 og 4, varð sett á dagsskránna. Hon snúði seg um at savna vatn saman úr allari Eysturoynni til vatnorkuframleiðslu, og 2. oktober 1984 samtykti Sev-stýrið at fara undir Eiði 1.

Eiði 1 fevndi um at byggja byrging á Eiðisvatni, vatnorkuverk á Eiði og bora tunlar norður móti Svínábotni og móti Norðskála. Fyrsta turbinan á Eiðisverkinum varð sett í gongd 28. apríl 1987.

So kom steðgur í vatnorkuútbyggingina í Eysturoynni. Í kreppuárunum í fyrru helvt av nítiárunum var ikki hildið vera ráðiligt at taka stór fíggjarlig tøk, og tískil varð ikki farið undir Eiði 3 fyrr enn í 1997. Hetta byggistigið fevndi um ein tunnil frá Eiðisvatni eystur ímóti Stórá oman fyri Funning og síðani suður til Vesturdalsá Millum Fjarða. Eiði 3 varð liðugt í februar 2000.

Eiði 1 og 3 fevna sostatt um tunlar í norðara parti av Eysturoynni – bæði eystanfyri og vestanfyri. Síðani var aftur steðgur í verkætlanini í fleiri ár, áðrenn farið var undir Eiði 2. Tað er ein tunnil, sum gongur frá Ljósáum heilt suður til Selatraðar, og hesin tunnilin varð liðugur í 2013. Tá varð Eiðisverkið eisini liðugt útbygt og dagført.

Upprunaliga vóru tvær turbinur á Eiðisverkinum, sum var bygt út við einari turbinu afturat. Harafturat vórðu tær gomlu turbinurnar høvuðsumvældar og effektiviseraðar. Mátturin í teimum trimum turbinunum er tilsamans 21,7 MW, og tær kunnu framleiða upp í 55 GWt um árið.

Eiði 4 er eitt øki frá Vesturdalsá millum Fjarða og suður ímóti Skála. Leiðslan í Sev valdi kortini at sleppa hesum byggistignum, tí tað er ov kostnaðarmikið sammett við tær vatnmongdir, sum kunnu fáast burturúr.

Tað tók sostatt 30 ár at fremja vatnorkuútbyggingina í Eysturoynni, sum kostaði  uml. eina mia. kr. tilsamans hesi árini. Í dag eru Eiðisverkið og vatnorkan í Eysturoynni ein týðandi partur av varandi orkukeldunum hjá Sev, sum leiða elfelagið fram á grønu kósini.

Fyrsta vindorkan í elskipanini

Fyrstu royndirnar at lata vindorku inn á netið hjá Sev vóru gjørdar í sjeytiárunum. Brøðurnir, Birgir og Helgi Enni á Tvøroyri, sum mettu vindorkuna vera ein sjálvsagdan møguleika í Føroyum, stóðu fyri hesum royndum. Oljukreppan, ið merkti heimin í sjeytiárunum, og sum eisini rakti Føroyar, birti undir hugin at kanna, hvørjar aðrar orkukeldur kundu roynast umframt ta innfluttu oljuna.

Í 1979 tók Sev ímóti fyrstu vindorkuni frá einari myllu á Hválinum á Tvøroyri, sum var bygd á smiðjuverkstaði í Jyllandi og send til Tvøroyar. Danmark var um hetta mundið millum fremstu tjóðir í heiminum innan vindorkuframleiðslu. Í seinnu helvt av sjeytiárunum arbeiddi Birgir Enni í Danmark í fleiri umførum hjá roynda og víðagitna myllubyggjaranum, Christian Riisager, fyri at nema sær nærri kunnleika um tøknina.

Í 1981 var ein vindmylla, sum var royndarkoyrd á Giljanesi, knýtt í netið hjá Sev. Talan var um eina royndarverkætlan, sum smiðjan J. K. Joensen í Miðvági stóð fyri. Hest kommuna hevði bílagt mylluna, sum fyrst skuldi roynast á Vesturtúgvu oman fyri skúlan á Giljanesi. Myllan var kortini ongantíð sett upp í Hesti. Orkuráðið stuðlaði verkætlanini.

 

Fyrst í áttatiárunum framleiddi J & K Joensen í Miðvági – í samstarvi við Riisager og Birgir Enni – vindmyllur til útflutnings. Talan var um 13 vindmyllur til ein keypara í Kalifornia.

Í 1988 var ein mylla sett upp við smoltstøðina Laxsá á Hellunum. Myllan framleiddi streym til smoltstøðina, meðan avlopsstreymurin var latin inn á netið hjá Sev. Myllan var tikin úr rakstri av tekniskum ávum.

Tað vísti seg at vera torført at fáa vindmyllur, sum hóskaðu til eirindaleysa, føroyska veðurlagið. Vetrarvindurin fór illa við øllum myllunum, og eingin helt leingi.

Í sambandi við vindmylluroyndina á Vesturtúgvu í Vágum setti Sev eina vindmátimastur upp á staðnum. Henda mastur var seinni flutt inn í Neshaga á Toftum.

Í 1993 setti Sev sína fyrstu vindmyllu upp í syðra parti av Neshaga á Toftum, grundað vindmátingarnar á staðnum. Talan var um eina 150 kW Nordtank vindmyllu, sum royndist sera væl. Myllan framleiddi inn á netið hjá Sev fram til 9. november 2021, tá hon fórst av snarljósi.

Aðrar royndir við vindorku hava eisini verið gjørdar, men hesar hava ikki verið knýttar í netið hjá SEV.

Um aldarskiftið metti Sev tíðina vera búna at taka spurningin um vindorku uppaftur í einari royndarverkætlan, eftir at menning var farin fram innan vindmyllutøkni, umframt at Sev hevði gjørt sær royndir við Nordtank mylluni í Neshaga. SEV gjørdi í hesum sambandi avtalu við donsku fyritøkuna, Nordtank,  um eina serbygda 750 kW myllu aftrat í Neshaga. Henda ætlan fekk tó eitt skot fyri bógvin, tá veitarin bar seg undan, beint áðrenn keypssáttmálin skuldi endaliga undirskrivast. Í fráboðanini vísti veitarin á truplu vindviðurskiftini í Føroyum, og at tað kundi fáa neiliga ávirkan á umdømið hjá Nordtank, um teirra vøra ikki stóð seg væl í Føroyum. Felagið fór stutt eftir á húsagang.

Í 2002 samtykti umboðsnevndin hjá Sev at seta 15 mió kr. av til fíggjarárið 2003, sum skuldu brúkast til at útbyggja vindorkuna í Neshaga við trimum vindmyllum. Samstundis vóru samráðingar við Sp/f Røkt um eina royndarverkætlan við vindmyllum í Vestmanna.

Í 2003 setti Sp/f Røkt tríggjar vindmyllur upp á Mýrunum oman fyri Vestmanna. Sev gjørdi avtalu við Sp/f Røkt um íbindingarloyvi til tríggjar Vestas vindmyllur á 660 kW av sama slag, sum Sev skuldi seta upp í Neshaga. Avtalan var galdandi í 10 ár til fastan framleiðsluprís alt tíðarskeiðið. Framleiðslan byrjaði í september 2003.

Í 2005 setti Sev tríggjar Vestas vindmyllur á 660 kW upp í Neshaga. Framleiðslan byrjaði í juli 2005, og tá var vindorkumátturin í føroysku elskipanini tilsamans góð fýra MW – íroknað gomlu Nordtank mylluna og vindmyllurnar hjá Sp/f Røkt. Danski vindmylluframleiðarin, Vestas A/S, var um hetta mundið heimsins størsti veitari av vindmyllum.

Í 2007 samtykti løgtingið elveitingarlógina, sum ásetir, at vindorkuloyvi skulu bjóðast út í fríari kapping.

Í 2011 var fyrsta útboðið av vindorku veruleiki, tá ið 2,7 MW av vindorku vóru boðin út í Neshaga á Eystnesi sunnan fyri Toftir. Sev vann hetta útboðið og fór undir verkætlanina, sum tó var nakað seinkað, orsakað av kæru frá Sp/f Vindrøkt.

Í 2012 setti Sev fimm nýggjar vindmyllur, á 900 MW hvør, av slagnum ENERCON E44, í rakstur í Neshaga. Tað hendi, eftir at tvær av Vestas myllunum frá 2005 fórust í ódnarveðri, og tann triðja tískil varð tikin niður. Tvær av nýggju myllunum komu í staðin fyri Vestas myllurnar, og hinar tríggjar vóru settar upp, grundað á loyvið, sum Sev vann í fyrsta almenna vindorkuútboðnum í 2011. ENERCON myllurnar, sum høvdu ein mátt á 900 MW hvør, vóru alment tiknar í nýtslu á hátíðarhaldi í kjallaranum í Fríðrikskirkjuni 23. november 2012.

Í 2012 var næsta vindorkuútboðið lýst sambært elveitingarlógini. Talan var um loyvi til vindorku í Húsahaga oman fyri Havnina, ið Sev vann í januar 2013. Verkætlanin var seinkað, tí Sp/f Vindrøkt kærdi avgerðina, sum tó varð staðfest.

Í 2014 var vindmyllulundin hjá Sev í Húsahaga alment sett í rakstur. Tað hendi á hátíðarhaldi á Hotel Føroyum 9. oktober 2014.  Í Húsahaga eru 13 vindmyllur av slagnum ENERCON E44, á 900 MW hvør – tilsamans 11,7 MW. Tá vindmyllulundin í Húsahaga varð tikin í nýtslu, kunngjørdi Sev eisini grønu kósina – 100% grøn elorka á landi í 2030.

Í 2020 varð vindmyllulundin hjá Sev í Porkerishaga á tilsamans seks MW sett í royndarframleiðslu, og 11. februar 2021 yvirtók Sev formliga vindmyllulundina á lítlari samkomu.

Í 2022 varð vindmyllulund hjá Effo og Vindrøkt á Gellingarkletti uppi yvir Havnini tikin í nýtslu. Tær 6 myllurnar eru av slagnum Vestast V117 á 4,2 MW hvør.

Í 2023 varð vindmyllulund hjá LÍV og Magn í Flatnahaga uppi yvir Havnini tikin í nýtslu. Tær 6 myllurnar eru av merkinum Enercon E82 á 3 MW hvør. 

Elveitingarlógin og bygnaðarbroytingar

Samgongan millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, sum tók við 31. januar 2004, setti sær fyri at gera ein orkupolitikk og eina elveitingarlóg.

Endamálið við elveitingarlógini var m.a. at skipa elorkuøkið innan nútímans karmar umframt at útvega landsmyndugleikunum hóskandi heimildir at stýra viðurskiftum av týdningi fyri framleiðlsu, flutning og veiting av elorku. Landsstýrið vildi við lógini staðfesta, at yvirskipaða ábyrgdin av elorkuøkinum liggur hjá landsstýrinum. Eitt annað mál við uppskotinum var at geva øðrum enn SEV møguleikan at framleiða elorku – fyrst og fremst á vindorkuøkinum. Í uppskotinum var dentur lagdur á, at prísurin skuldi ikki vera hægri enn neyðugt.

Elveitingarlógin var løgd fram í løgtinginum 30. mars 2007, og hon kom í gildi góðar tveir mánaðir seinni – 7. juni 2007. Lógin boðaði frá nýggjum tíðum, og eigararnir og leiðslan í Sev vóru eisini farin at umrøða broytingar í elfelagnum.

Sev hevði, síðani felagið var stovnað, havt ein bygnaði, har ein umboðsnevnd við uml. 70 fólkum – umboðandi ymsu økini í Føroyum – møttu á aðalfundi sum hægsta vald í elfelagnum. Umboðsnevndin valdi stýrið, sum stjórin vísti til. Hesin bygnaður tyktist ov tungur, og tí vóru røddir fram við hugskotinum at skipa SEV sum partafelag ella at skipa felagið eftir einum partafelagslíknandi leisti.

Tá ið av tornaði samdust eigararnir og kommunurnar, um at skipa Sev eftir einum partafelagslíknandi leisti. Tað merkti av umboðsnevndin var tikin av, og at kommunurnar í staðin skuldu møta á aðalfundi við sínum umboðum. Samstundis broytti “stýrið” heiti til “nevnd”. Nýggja skipanin varð sett í gildi 1. januar 2009.

Triði stjórin tekur við

Hósdagin 23. august 2007 boðaði Sev frá, at stjórin seinastu 25 árini, Klæmint Weihe, takkaði fyri seg, og at hann fór úr stjórastarvinum 1. oktober.

Klæmint Weihe hevði starvast hjá Sev síðani 1. januar 1980. Fyrstu tvey árini arbeiddi hann sum verkfrøðingur í elfelagnum, men eftir at táverandi stjórin, Hjalgrím Winther, var vorðin álvarsliga sjúkur, heitti Sev-stýrið í 1982 á Klæmint Weihe um fyribils at røkja stjórastarvið. Eitt ár seinni tók hann formliga við sum stjóri í SEV.

Klæmint Weihe segði soleiðis, tá hann valdi at leggja frá sær: ”Sev stendur fyri eini stórari broytingartíð við nýggju elveitingarlógini og bygnaðarbroytingum í felagnum. Tað er natúrligt, at nýggjar kreftir taka hesa stóru avbjóðing á seg.”

Klæmint Weihe var 56 ár, og nærkaðist 57 árum, tá hann fór úr stjórasessinum. Hann hevði verið ímyndin av SEV í almenna rúminum, og nú skuldi triði stjórin í 60 ára longu søguni hjá elfelagnum finnast.

Stýrið vildi hava góðar stundir at leita eftir einum nýggjum stjóra, og tí varð eingin settur í stjórastarvið á Sev 1. oktober. Miðað varð eftir at seta nýggja stjóran 1. januar ella sum skjótast í nýggja árinum, og hesa tíðina var Poul Arni Jacobsen virkandi stjóri. Poul Arni Jacobsen var næstformaður í Sev-stýrinum, har hann hevði sitið síðani 1989. Hann var formaður í stýrinum frá 1993 til 2004.

Tríggjar mánaðir seinni, 23. november 2007, boðaði SEV-stýrið frá, at nýggi stjórin var funnin. Stýrið hevði avgjørt at seta 46 ára gamla Hákun Djurhuus í stjórastarvið í elfelagnum frá 1. januar 2008. Hann er framvegis stjóri í Sev.

Hákun Djurhuus var útbúgvin sivilverkfrøðingur á Danmarks Tekniske Universitet í 1986, og síðani tá hevði hann ognað sær drúgvar starvs- og leiðsluroyndir. Hann var stjóri í P/F Føroya Shell í 10 ár - frá 1997 til 2007. Undan tí starvaðist hann m.a. hjá A/S Dansk Shell.

Hann hevði eitt nú eisini verið leiðsluráðgevi og stjóri í P/F Northern Fish Cold Storage Ltd. í Klaksvík frá 1992 til 1996. Harumframt hevði hann royndir í ymsum nevndararbeiði. Hann var m.a. nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag og nevndarformaður í Smyril Line.

Tá Hákun Djurhuus setti seg í stjórasessin í Sev var hann tilvitaður um, at SEV er ein interkommunalur felagsskapur, sum við slóðbrótandi arbeiði eigur sín stóra lut í, at Føroyar gjørdust eitt framkomið samfelag. Hann kom til eina fyritøku, sum ikki bert skuldi rekast víðari í einum dagligum virksemi. Talan var um ein felagsskap við serligum týdningi fyri føroyska samfelagið – samfelagsins lívæðr.

Miðvís menning og meiri varandi orka

Miðvís menning og meiri varandi orka inn í elskipanina gjørdist nú eitt ítøkiligt mál hjá Sev. Elfelagið, sum upprunaliga føddist grønt við vatnorku, skuldi beinast aftur á grønu slóðina, og í hesum sambandi var ein avtala við DONG Energy eitt týðandi stig á leiðini. DONG Energy broytti seinni navn til Ørsted.

  1. juni 2009 undirskrivaðu Sev og DONG Energy avtalu um menningarsamstarv undir heitinum GRANI. Í avtaluni bundu Sev og DONG Energy seg til at varpa ljós á varandi orku. Úrslitini, sum komu burtur úr samstarvinum, skuldu í framtíðini gagna bæði føroyska elnetinum og stóra, evropeiska elnetinum.

Eitt endamál við avtaluni var at hava Føroyar sum eitt slag av royndarstovu fyri nýggja tøkni innan varandi orku. Á henda hátt kundu Føroyar vera við til at loysa heimsins orku- og veðurlagstrupulleikar, samstundis sum Sev kundi fáa ágóðan av granskingarsamstarvi og nýggjum grønum orkuloysnum.

Í Føroyum kundu gerast skjótar og álítandi royndir við nýggjari tøkni, og fjarskotna, avbyrgda elskipanin í Føroyum var sostatt skræddaraseymað til endamálið. Partarnir settu tríggjar arbeiðsbólkar at kanna ymisk viðurskifti í sambandi við vindmyllur, vindforsøgnir og fyritreytir fyri elbilum. Harumframt skuldi ein fjórði arbeiðsbólkur kanna, hvussu eitt tíðarhóskandi kontrollrúm kundi skipast í føroysku elskipanini, sum í framtíðini bæði kundi stýra framleiðlsueindum og – við “smart grid” loysnum – eisini kundi stýra orkunýtsluni hjá kundunum.

Hesin fjórði arbeiðsetningurin tók m.a. støði í einum arbeiði, sum nøkur ár frammanundan var farið í gongd, at skifta allar elmálarar í landinum út til fjaravlestur. SEV fór í 2006 undir at skifta allar elmálarar út til fjaravlestur, og tíðarætlanin, sum var sett út í kortið tá, helt. 10 ár seinni í 2016 kundi Sev staðfesta, at allir vanligir kundar vóru bundnir í fjaravlestrarskipanina.

Neshagi og Power Hub

Tveir dagar í seinnu helvt av november 2012 sóust fyrstu ítøkiligu stigini ímóti meiri varandi orku, sum vóru tikin við støði í GRANA-samstarvinum millum Sev og DONG Energy.

  1. november var nýggj KT-stýrisskipan, nevnd Power Hub, sett í verk í føroysku elskipanini. DongEnergy hevði ment skipanina við stuðli úr ES, og Føroyar skuldu vera royndarøki og harvið fyrsta landið í heiminum, sum tók skipanina í brúk. Hetta fór fram á hátíðarhaldi á Hotel Føroyum.

Skipanin hevur til endamáls at fyribyrgja streymslitum (blackout) tí hon kvettir sambandið við ávísar brúkaraeindir hjá stórum elbrúkarum, áðrenn eitt blackout er veruleiki. Stóru brúkararnir merkja kortini einki til, at teir lutvíst verða settir av netinum eina løtu, meðan Sev setir aðrar framleiðslueindir í gongd fyri at fáa streymveitingina upp aftur á nøktandi støði. Talan er um brúkaraeindir, sum tola eitt streymslit eitt styttri tíðarbil – t.d. hitapumpuskipanir, kompressarar og frystiútgerð hjá stórum virkjum.

Power Hub skuldi eisini bøta um møguleikarnar at leiða vindorku og aðrar óstøðugar varandi orkukeldur út á elnetið, tí skipanin loftar niðurgongd í streymframleiðlsuni í góðari tíð.

Power Hub var sett í verk dagin fyri, at SEV setti fimm nýggjar vindmyllur av slagnum ENERCON í rakstur í Neshaga 23. november 2012. Gomlu Vestas-myllurnar frá 2005 vóru tiknar niður – m.a. tí tvær myllur vóru farnar illa í illveðri í 2011.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, trýsti á knøttin á hátíðarhaldi í kjallaranum í Fríðrikskirkjuni, og harvið var næsta stigið at økja vindorkuna tikið. Tríggjar av teimum nýggju myllunum vóru settar upp sambært framleiðlsuloyvinum, sum Sev fekk til tríggjar myllur á Eystnesi, og tvær myllur komu í staðin fyri tær tríggjar Vestas-myllurnar, sum vóru tiknar niður.

Tær nýggju vindmyllurnar kundu – saman við gomlu Nordtank-mylluni frá 1993 –  nú geva elskipanini 17,5 GWt um árið. Harumframt kundu tær tríggjar vindmyllurnar hjá Sp/f Røkt í Vestmanna framleiða tilsamans sjey GWt árliga. Sostatt kundu nú framleiðast 24,5 GWt burtur úr vindorku um árið, um allar vindmyllurnar framleiddu við fullari megi.

Húsahagi og grøna kósin

Føroyska sendistovan í Keypmannahavn var karmur um løtuna, tá ið SEV og týski vindmylluframleiðarin ENERCON 30. september 2013 undirskrivaðu sáttmálan at framleiða og seta upp 13 vindmyllur í Húsahaga.

Samstarvið millum SEV og ENERCON bar eisini við sær, at ein serstøk battarískipan varð ment til vindmyllulundina í Húsahaga, sum var ein verkætlan fyri seg sjálva. Battarískipanin skuldi javna vindin, sum er ein óstøðug orkukelda, út á elkervið fyri framhaldandi at tryggja eina støðuga elveiting.

Ein nýggj koplingarstøð, ið var byggilistarliga lagað eftir landslagnum, og sum skuldi flyta streymin frá vindmyllunum út á 60 kV flutningsnetið hjá SEV, var eisini partur av verkætlanini í Húsahaga. Støðin skuldi geva høvuðsstaðnum og Suðurstreymoy eina tryggari elveiting. Harumframt skuldi koplingarstøðin eisini hýsa battarískipanini.

Articon fór í november í 2013 undir vegaarbeiðið og at byggibúgva økið til vindmyllulundina. Byggifelagið hevði eisini um hendi at stoypa undirstøðini til myllurnar. Fyrstu myllurnar komu til landið um várið í 2014. Farið varð undir at seta myllurnar upp í mai, og síðani vórðu tær royndarkoyrdar.

  1. oktober 2014 var vindmyllulundin í Húsahaga tikin í nýtslu á hátíðarhaldi fyri innbodnum á Hotel Føroyum, har Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, setti vindmyllurnar í gongd. Framleiðslumátturin í Húsahaga er 11,7 MW, og vindmyllurnar kunnu framleiða 41 GWt um árið.

Á hátíðarhaldinum tók SEV-stjórin, Hákun Djurhuus, øll á bóli, tá hann almannakunngjørdi grønu kósina, sum SEV nú hevði sett fyri elorkuna á landi í Føroyum: “100% grøn elorka á landi í 2030”.

Grøna kósin hevur síðani verið gongda leiðin hjá føroyska samfelagnum, tá ræður um at gera Føroyar leysar av olju. Tó at øll ikki altíð eru samd um, hvussu málið skal røkkast, so tykist semja vera um, at málið skal røkkast. Samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, sum tók við 14. september 2015, tók grønu kósina við í samgonguskjalið, og síðani hevur grøna kósin havt politiskt kjølfesti.

Grøna virðislønin 2015

2015 gjørdist eitt serstakt ár fyri SEV. Elfelagið fekk ikki minni enn tvær grønar virðislønir – grønu virðislønina frá Tórshavnar kommunu og náttúru- og umhvørvisvirðislønina frá Norðurlandaráðnum.

Nevndarformaðurin í SEV, Jákup Suni Lauritsen, var bæði errin og fegin, tá hann leygardagin 2. mai 2015 vegna SEV fór oman á Vaglið at taka ímóti grønu virðislønini hjá Tórshavnar kommunu. Í grundgevingini var m.a. sagt:

Í ár verður grøna virðislønin givin sum eitt herðaklapp til ein stovn fyri ta leiðina, hesin stovnur hevur lagt seg á innan sítt virksemi. Vindmyllulundin í Húsahaga er eitt frambrot, sum kann gera okkum øll stolt, og vónandi fer tað áhaldandi arbeiðið innan hetta økið at føra við sær, at vit verða 100 prosent grøn innan orkunýtslu innan alt ov langa tíð. Í ár hevur Tórshavnar kommuna valt at heiðra SEV við grønu virðislønini sum eitt herðaklapp fyri ta grønu leið, tit sum stovnur hava lagt frameftir. Tann leið, tit hava valt, hevur alstóran týdning fyri okkara umhvørvi og er ein fyrimynd fyri aðrar stovnar og fyritøkur her í Føroyum.”

Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður segði, tá ið hann tók ímóti virðislønini, at tað er sera hugaligt at fáa slíkt herðaklapp, tí tað gevur enn meira dirvi og treysti at fáa felagsskapin enn longri fram á grønu leiðina.

Náttúru- og umhvørvisvirðislønin 2015

Hálvt ár seinni gekk leiðin hjá nevndarformanninum og Hákuni Djurhuus, stjóra í SEV, til Reykjavíkar at taka ímóti einari virðisløn aftrat.

Týskvøldið 27. oktober 2015 stendur sum ein varði í søguni hjá SEV. Hetta kvøldið vórðu norðurlendsku virðislønirnar innan bókmentir, barna- og ungdómsbókmentir, film, tónleik umframt náttúru- og umhvørvi handaðar.

Tónleikur og gott undirhald rundan um handanirnar settu sín serstaka dám á stóra salin í Hørpuni, har Norðurlandaráðið hevði sín árliga fund. Millum mongu veitslukløddu gestirnar vóru norðurlendskir politikarar, fjølmiðlafólk, embætisfólk og onnur við tilknýti til virðislønahandanina, sum varð send beinleiðis í íslendskum, norskum og føroyskum sjónvarpi.

Soleiðis ljóðaði á pallinum á norðurlendskum: “Vinder af Nordisk Råds natur- og miljøpris 2015 – det færøske energiselskabet SEV”. Fylgdir av hvøllum lógvabrestum fóru Jákup Suni Lauritsen og Hákun Djurhuus vegna SEV upp á pallin at taka ímóti norðurlendsku náttúru- og umhvørvislønini 2015.

Reykjavík vann í 2014, og tí handaði borgarstjórin í Reykjavík, Dagur B. Eggertsson, SEV-umboðunum virðislønina við hesum orðum: ”Prisen går til det færøske elselskab, SEV, for dets ambitiøse mål og innovative tiltag for en grøn elektrificering af det færøske el-net. Arbejdet er ikke kun af betydning for indfasningen af fornybar energi på Færøerne, men også for det europæiske net. På grund af dets ambitiøse mål og kreative indsats for at reducere brugen af fossile brændstoffer er SEV en værdig vinder af Nordisk Råds natur- og miljøpris 2015.”

Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður, segði í síni takkartalu: “Tak, tak, tusind tak!!! Det er en stor ære for mig som bestyrelsesformand at modtage Nordisk Råds natur- og miljøpris 2015. Vi satser på 100% grøn energi på Færøerne i 2030. Vind, vand, sol og tidevand skal føre os i mål sammen med innovative, tekniske løsninger. Det var en stor ære at være blandt de nominerede. Men at stå her med prisen, er så STOR en begivenhed, at vores taknemmelighed næsten ikke kan udtrykkes i ord. Tak til bedømmelseskomitéen og Nordisk Råd. Tak til vores egen ledelse og dygtige medarbejdere. Tak til vores ejere – de færøske kommuner. Tak Færøernes Landsstyre, der understøtter vores grønne kurs.“Takk tit føroyingar, sum hyggja í kvøld”. Vi vandt denne gang, men jeg vil bestemt ikke glemme de andre nominerede. Held og lykke med jeres projekter, vi kæmper en fælles kamp.”

 

Lukkuynskini til SEV vóru nógv. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, var ein teirra, sum beinanvegin heiðraði SEV bæði í Hørpu og á samkomu á føroysku sendistovuni í Reykjavík eftir handanina.

Páls Høll í Vági fekk ágóðan av norðurlendsku náttúru- og umhvørvisvirðislønini á 350.000 krónur. Nevndin í SEV avgjørdi at lata langhylinum peningin at brúka til eina lyftu til rørslutarnað. Nevndin segði í grundgevingini, at Páls Høll er ein verkætlan, har borgarar hava tikið tung tøk fyri at gera dreym til veruleika. Henda verkætlanin líkist grundhugsanini undir SEV, sum er ein samhaldsføst skipan, har lyft verður í felag.

2015 var metár

60% av allari elframleiðsluni stavaðu frá vatni og vindi í 2015, og oljuriknu verkini framleiddu sostatt 40%. Vindmyllurnar í Neshaga og Húsahaga gjørdu av álvara mun í tølunum.

Seinastu ferð, SEV hevði framleitt uml. 60% úr varandi orkukeldum, var í 1973, tá vatnorkan stóð fyri størra partinum av elframleiðsluni, ið tá var nærum fýra ferðir minni enn í 2015.

SEV legði eisini 2015 aftur um seg við besta úrsliti nakrantíð á fleiri økjum, og sostatt setti elfelagið fleiri met. Vatnorkuverkið á Eiði, har nógvar útbyggingar vóru farnar fram, setti met, og vatnturbinan á elverkinum á Strond hevði ongantíð fyrr framleitt so nógv sum í 2015.

Elframleiðslan í 2015 var tann hægsta nakrantíð, og í desember 2015 var elframleiðslan eisini methøg, sammett við øll onnur ár og mánaðir. Í Vestmannaøkinum var framleiðslan tann hægsta nakrantíð síðani 1982, og oljurikna Sundsverkið framleiddi 46,4% minni í 2015, sammett við 2010, tá ið framleiðslan á Sundsverkinum var tann hægsta nakrantíð.

Síðani minkaði grøni parturin av elframleiðsluni aftur úr 60% í 2015 niður í 50% árini 2016, 2017 og 2018 – og niður 40% í 2019. Høvuðsorsøkirnar eru, at ov fáar grønar orkukeldur vóru bygdar inn í elskipanina, sammett við ein óvanliga stóran vøkstur í elnýtsluni árini 2017-2019. Vøksturin stavaði frá sera nógvum virksemi í samfelagnum.

Til samanberingar kann eisini nevnast, at í 2005 stavaðu 45% av elframleiðsluni í Føroyum frá varandi orkukeldum – vatnorku og vindi. Olja var grundarlagið undir 55% av elframleiðsluni í Føroyum. SEV setti sær tá fyri, at í 2015 skuldu 55% av elframleiðsluni stava frá varandi orkukeldum og 45% frá olju. Málið skuldi m.a. røkkast við vatnorkuútbyggingini í Eysturoynni og fleiri vindmyllum. Sostatt yvirhálaði SEV sítt egna mál í 2015 við 60% varandi, sammett við málið, sum SEV hevði sett sær sjálvum 10 ár frammanundan.

Ráðstevnan “100by2030” á 70 ára degnum

Eini 300-400 fólk savnaðust í Norðurlandahúsinum 27. og 28. september 2016, tá ið SEV varpaði ljós á grøna elorku, nýbrot á elorkuøkinum, visjónir og veðurlagsbroytingar á altjóða ráðstevnuni, “100by2030”. Ráðstevnan var hildin í sambandi við, at SEV fylti 70 ár 1. oktober 2016.

Høvuðsrøðari var altjóða viðurkendi framtíðargranskarin, Tony Seba, frá Stanford University í Kalifornia, sum t.d. metir, at tøkniligi framburðurin verður so stórur, at olja ikki verður brúkt sum brennievni til flutning á landi longu í 2030. Umframt at undirvísa, ráðgeva og halda fyrilestrar er Tony Seba íverkseti við tilknýti til Silicon Valley. Áhoyrararnir vóru sera hugtiknir av myndini, sum Tony Seba teknaði av grønu framtíðini við t.d. sjálvkoyrandi, elriknum akførum.

Áhoyrarafjøldin hevði somuleiðis stóran áhuga fyri einum virtuellum fyrilestri um veðurlagsbroytingar, sum Jesper Theilgaard, veðurvertur og veðurlagsserfrøðingur á DR, hevði. Jesper Theilgaard brúkti tøkniligu møguleikarnar í Norðurlandahúsinum við video og ljóði at viðgera bæði veðurlagsbroytingar í heimshøpi – umframt við atliti at Føroyum og øðrum oyggjabólkum.

Vatn, vindur, sól, sjóvarfall og orkugoymslur høvdu eisini sítt pláss í skránni. Fleiri altjóða fyritøkur sendu umboð á “100by2030” at greiða frá grønum framtíðar orkuloysnum. Teirra millum vóru týski vindmylluframleiðarin, ENERCON, og franski battaríframleiðarin, Saft Batteries, sum saman við SEV mentu battarískipanina í Húsahaga.

Battarískipanin tikin í nýtslu

Ráðstevnan, “100by2030”,  endaði við, at nýggja battarískipanin í vindmyllulundini í Húsahaga var alment tikin í nýtslu, og tá fingu ráðstevnugestirnir høvi at vitja vindmyllulundina fyri at kunna seg nærri um battarískipanina og nýggju tøknifrøðina.

Battarískipanin tekur elorkuna frá vindmyllunum í Húsahaga á goymslu og letur hana út aftur á elnetið eftir tørvi innan fyri stutt tíðarbil á nøkur sekund ella nakrar minuttir. Sostatt javnar battarískipanin vindin, sum er ein óstøðug orkukelda, út á elnetið fyri framhaldandi at tryggja eina støðuga elveiting.

Í sama viðfangi varð ein nýggj yvirskipað stýrisskipan ment og sett í verk á SEV. Henda skipan samskipar m.a. elframleiðsluna, so at vindorkan verður brúkt á so skynsaman hátt sum gjørligt.

Í juni 2017 fekk battarískipanin fyrstu viðurkenning sum besta verkætlan av 27 verkætlanum á stórari altjóða ráðstevnu í Køln. Skipanin hevur í fleiri umførum vakt ans uttan fyri Føroyar, tí hon er eitt nýbrot, sum eisini kann brúkast aðrastaðni. Battarískipanin var m.a. eisini nevnd í frágreiðingini frá Norðurlendska Ráðharraráðnum um orkusamstarv í Norðurlondum, sum eisini var givin út í juni 2017.

SEV í Climate Planet í Keypmannahavn
  1. oktober 2017 setti SEV – saman við Atlantic Airways, Tórshavnar kommunu og Heilsu- og innlendismálaráðnum – “Grønu Føroyar” á breddan í Climate Planet á Ráðshúsplássinum í Keypmannahavn, tá mentanarnátt var í danska høvuðsstaðnum.

Climate Planet er ein risastór, ferðandi ráðstevnuhøll, ið er skapt sum jørðin, og sum hevði sín uppruna í, at Århus var Evropeiskur Mentanarhøvuðsstaður 2017.

Grøn orka, veðurlagsavbjóðingar, ferðavinna, føroysk filmsmentan, matmentan, fiskur og aling vóru á skránni í Climate Planet, har DR-vertirnir Jesper Theilgaard og Jacob Illeborg, sum er hálvur føroyingur, stýrdu einum parti av tiltakinum við videoupplivingum og samrøðum við gestir í Climate Planet. Støði var tikið í framsókna málinum hjá Føroyum, at øll elorka á landi skal koma frá varandi orkukeldum í 2030.

Dagurin byrjaði við seminari fyri innbodnum allan fyrrapartin, og síðani var frí atgongd í Climate Planet restina av seinnapartinum frá kl. 14.00. Tá mentanarnáttin byrjaði kl. 18.00, var atgongd við “kulturpassi”, har almenningurin og gestirnir á mentanarnáttini á Ráðhúsplássinum høvdu høvið at fáa eina norðuratlantiska uppliving í hjartanum í danska høvuðsstaðnum.

Tað var stúgvandi fult av fólki í ferðandi ráðstevnuhøllini, tá Eivør Pálsdóttir endaði grøna, føroyska tiltakið á Ráðhúsplássinum við hugtakandi konsert.

Climate Planet stóð í Keypmannahavn tíðarskeiðið 22. september til 23. oktober 2017, síðani var planetin flutt til altjóða veðurlagsráðstevnuna, COP23, í Týsklandi, sum var í Bonn í november 2017.

Sundsverkið er trygdarnetið

Sundverkið er trygdarnetið undir føroyska samfelagnum og grøna framburðinum. Í 2014 var farið undir at fyrireika og forprojektera útbyggingar á Sundsverkinum við Støð 3. Nýggi parturin av Sundsverkinum var tikin í nýtslu 31. mars 2020.

Støð 3 á Sundsverkinum hevur ein avgerandi leiklut í veitingartrygdini hjá Føroyum, sum er avbyrgt oyggjasamfelag. Sundsverkið fer í nógv ár frameftir at kunna framleiða elorku til alt føroyska samfelagið, um tað t.d. skortar við grønari elorku.

Framtíðar leikluturin hjá Sundsverkinum í føroysku elskipanini svarar til kaðalsambandið, sum londini á evropeiska meginlandinum hava sínámillum, har tey kunnu keypa elorku frá hvørjum øðrum, um tey ikki megna at framleiða nóg mikið til sín sjálvs.

Sundsverkið verður sostatt tryggi mátturin, meðan næstu árini verða brúkt til at útbyggja grønu elframleiðsluna fram ímóti málinum um 100% grøna elorku á landi í Føroyum í 2030. Sundsverkið ger føroyska samfelagið ført fyri at halda fram við grønu útbyggingunum á tryggum grundarlagi.

Grønur framburður

Sev heldur fast í grøna framburðinum, tó at oljuriknu verkini framvegis eru ein týðandi partur av kjarnanum í elskipanini, tí olja er trygg orkukelda. Men tá framleiðslan á oljuriknu verkunum minkar niður í einki, so hvørt sum bygt verður út á grønu kósini við varandi orkukeldum fram ímóti málinum um 100% grøna elorku á landi í Føroyum í 2030, verða vatnorkuverkini í størri mun kjarnin í elskipanini saman við einari pumpuskipan, ið skal byggjast í Vestmanna.

Tað er alneyðugt, at kjarnin í elskipanini er grundaður á støðuga orku, ið kann tryggja, at eingi sveiggj eru í sjálvari framleiðsluni, og sum harvið stimbrar elskipanina, so at elveitingini verður støðug.

Vatnorka er støðug orka, um nóg mikið er til av vatnorku, og nøgdirnar av vatnorku verða í framtíðini tryggjaðir við pumpuskipanini í Vestmanna, har avlopsorka frá óstøðuga vindorkuni verður brúkt til at pumpa vatnið niðan aftur í byrgingarnar. Tá kunnu oljuverkini vera tiltakstrygd, um t.d. brek taka seg upp í grønu orkuframleiðsluni. Fyrireikingarnar til pumpuskipanina eru farnar í gongd.

Fimm varandi orkukeldur í 2020

Umframt vatnorkuna og vindorkuna eru sólorka, sjóvarfalsorka og biogass eisini partur av elframleiðlsuni í Føroyum.

Í november 2019 var fyrsta stóra sólorkuskipanin í Føroyum knýtt í elskipanina. Tá setti  Sev eina 246 kW stóra sólorkulund í rakstur í Sumba. Talan er um eina royndarverkætlan, ið er sett upp á gamla fótbóltsvøllinum við Krossin í Sumba. Í juni 2020 framleiddi sólorkulundin elorku svarandi til miðalnýtsluna hjá 77 húskjum. Sev gjørdi sínar fyrstu royndir við sólorku um aldarskiftið, tá Sev í samstarvi við Vestmanna Kommunu hevði høvið at fylgja við menningini av eini sólorkuskipan í Vestmanna Skúla.

Ein samstarvsavtala millum Sev og svenska felagið Minesto, sum er millum fremstu mennarar av havorkutøkni, hevði við sær, at ein royndarverkætlan við sjóvarfalli fór í gongd í Vestmannasundi um ársskiftið 2019-2020. Talan er um ein sonevndan sjóvarfalsdreka, ið er festur í eitt søkk á botni, og sum sveimar runt í sjónum í einum áttatali og framleiðir elorku. Fyrsta elorkan frá drekanum fór inn á netið hjá Sev 1. desember 2020.

Biogassverkið, Førka, sum Bakkafrost eigur, gjørdi sínar fyrstu framleiðlsuroyndir tíðliga í 2020. Verkið letur Sev elorku, og ein uppgerð fyri oktober 2020 vísti, at framleiðslan frá biogassverkinum inn á elnetið hjá Sev kom upp á 469 MWt. Tað svaraði til mánaðarligu miðalnýtsluna hjá umleið 1124 húskjum og 1,2% av samlaðu elframleiðsluni.

Hildið verður fram at byggja vindmyllulundir, eftir at Neshagi, Húsahagi og vindmyllurnar hjá Røkt hava staðið fyri elframleiðlsuni úr vindorku árini 2003-2020. Sev hevur sett sjey vindmyllur upp í Porkerishaganum, har fyrstu vindmyllurnar vóru royndarkoyrdar í elskipanini í november 2020. Vindmyllulundin er mett at framleiða 20,4 GWt um árið, um øll orkan verður fingin inn á elnetið. Hetta svarar til miðalnýtsluna hjá á leið 4.000 húskjum og eina minking í oljunýtsluni á 4.400 tons árliga.

Áhaldandi menning á dagsskránni

Næsta vindmyllundin hjá Sev verður bygd á Eiði, og harumframt fer Magn at byggja eina vindmyllulund í Flatnahaga oman fyri Tórshavn.

Sev fer eisini í næstum undir at kanna møguleikarnar at staðseta eina 96-120 MW sjóvindmyllulund í Føroyum við eini mettari úrtøku á 420-520 GWt. Til samanberingar er vindmyllulundin í Húsahaga 12 MW. Fyrsta økið, ið ætlanin er at kanna, er eystan fyri Nólsoynna. Um loyvi fæst til at gera innleiðandi kanningararbeiðið í 2021, kann projektering fara fram í 2022, uppseting, kaðallegging o.a. í 2023 og 2024 – og verkseting í 2025.

Í 75 ár hevur Sev ment føroysku elskipanina. Elfelagið er hesi árini vorði ein týðandi partur av grundarlagnum undir føroyska samfelagnum. Sev hevur áhaldandi roynt at laga seg eftir nýggjum tíðum, so at felagið einhvørja tíð kann veita øllum føroyingum støðugan streym eftir tørvi.

Eftir 75 árum er grundarlagið undir Elfelagnum Sev framvegis ein samhaldsføst, fólkaræðislig skipan, sum allar kommunurnar eiga, og sum harvið allir føroyingar eiga. Tann vinningur, sum Sev fær burtur úr elsøluni, verður í høvuðsheitum nýttur til framtíðar útbyggingar av framleiðslueindum og elskipanini. Á tann hátt verður vinningurin øllum Føroya fólki at gagni, og útbyggingar kunnu fara fram, so hvørt samfelagið mennist, og streymtørvurin økist.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking