SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   SEV 75 ár

SEV 75 ár

SEV 75 ár

1. oktober eru 75 ár liðin, síðani elfelagið SEV varð stovnað, og arbeiðið at 'elektrifisera' allar Føroyar byrjaði av álvara.

Elorkusøgan í Føroyum gongur tó longri aftur enn 75 ár. Longu í 1907 læt Ólavur á Heygum byggja byrging í Fossá í Vestmanna við tí endamáli at útvega el úr fossamegi, og søkti løgtingið um lán til at byggja elverk. Í Havn sendu Chr. M. Christiansen og Napoleon Andreasen um aldarskiftið inn umsókn til Tórshavnar kommunu um loyvi til at nýta vatn úr Havnará til at reka eitt elektrisitetsverk í Havn. Hvørgin umsókn varð gingin á møti, og hvørgin verkætlanin bar á mál.

Tá SEV varð stovnað, vóru størri og smærri elverk ymsa staðni í Føroyum; nøkur kommunal og onnur privat. Í 1921 vóru ávikavist vatnorkuverkið í Botni í Suðuroy og motorverkið á Rundingi í Havn tikin í nýtslu. Í 1931 kom vatnorkuverkið á Strond í Klaksvík og aðrastaðni í Føroyum vóru eisini smærri verk, ávikavist vatnorkuverk og motorverk.

Men tað var tungt at reka hesi elverk, og tankin um at ganga saman í tvørkommunalan felagskap og lyfta í felag var 25 ára gamal, tá umboð fyri 19 kommunur í Streymoynni, Eysturoynni og Vágum eftir seinna veraldarbardaga tóku ítøkilig stig til at stovna elfelagið SEV, sum fekk heimstað í Vestmanna 1. oktober 1946.

Tað tók sína tíð at fáa allar kommunurnar við, men í dag eiga allar kommunur í Føroyum SEV, sum harvið er ogn Føroya fólks.

Les brot úr søguni um SEV

Elorka samfelagsberandi tænasta

Tá fyrstu royndirnar við elorkuframleiðslu vóru gjørdar tíðliga í farnu øld var tankin fyrst og fremst at útvega elorku til vinnulig endamál, eitt nú til at turka fisk og sum í Vági til at dríva tráðbanan á Eiðinum. Skjótt varð greitt, at tørvurin á elorku til ymiskt virksemi í húsarhaldunum fór at vaksa.

Í dag er elorka grundarlag undir nærum øllum virksemi í samfelagnum.

Tørvurin á elorku veksur alsamt og hetta setir stór krøv til elorkuframleiðsluna og ikki minst til elnetið, sum skal flyta elorkuna javnt og væl til brúkararnar.

Stórar útbyggingar eru gjørdar í elframleiðsluni, sum í dag umfatar vatnorku, vindorku, sólorku og biogassframleiðslu frá Førku, umframt framleiðslu úr olju. Harafturat verða royndir gjørdar við sjóvarfalsorku, og teir fyrstu kW-tímarnir úr sjóvarfallinum eru komnir inn á elnetið.

Stórar íløgur eru eisini gjørdar í føroyska elnetið, sum áhaldandi verður dagført og víðariment fyri at kunna liva upp til veitingartrygdina og veita samfelagnum streym 24 tímar um samdøgrið - 365 dagar um árið.

Grøna kósin

Elorkusøgan byrjaði við 100% burðardyggari orku við vatnorkuverkinum í Botni í Suðuroy. Somuleiðis kom vatnorkuverk á Strond í Klaksvík og seinni í Vestmanna, tá Fossáverkið lat upp. Aðrastaðni í Føroyum vóru eisini smærri vatnorkuverk, eitt nú í Vágum og Norðoyggjum. Fyrsta elorkuverkið í Havn var tó drivið við motormegi.

Sum tørvurin vaks, vóru útbyggingar gjørdar í vatnorku í Vestmanna og seinni á Eiði, men eisini við motorverk. Royndir við at framleiða el úr vindorku inn á netið hjá SEV vórðu fyrst gjørdar í Suðuroy síðst í sjeytiárunum, seinni í Vágum og eitt nú Oyndarfirði. Men tað vísti seg at vera torført at fáa vindmyllur, sum hóskaðu seg til føroyska veðurlagið. Stormarnir fóru illa við myllunum og eingin helt leingi. Eitt tíðarskeið blivu vindmyllur eisini framleiddar í Føroyum.

Í 1993 setti SEV eina Nordtank vindmyllu upp í Eysturoynni, sum royndist væl. Myllan stendur enn og framleiðir enn.

Tøkniliga menningin innan vindmyllutøkni hevði við sær, at SEV um aldarskiftið metti, at tíðin var búgvin at taka spurningin um vindorku uppaftur í eini royndarverkætlan. Fyrra stigið í royndarverkætlanini var tikið í 2003, tá ið elfelagið gjørdi eina 10 ára avtalu við Sp/f Røkt um at keypa elorku frá trimum Vestas-vindmyllum, sum Røkt setti upp á Mýrunum oman fyri Vestmanna.

Seinna stigið í royndarverkætlanini var framt á sumri 2005, tá SEV setti tríggjar Vestas-vindmyllur upp í Neshaga. Í 2012 var vindmyllulundin í Neshaga dagførd og útbygd við nýggjum vindmyllum.

Í 2014 varð vindmyllulundin í Húsahaga oman fyri Havnina tikin í nýtslu. Í Húsahaga eru 13 vindmyllur á tilsamans 12 MW. Tá vindmyllulundin í Húsahaga varð tikin í nýtslu kunngjørdi SEV eisini grønu kósina - 100% burðardygg elorka á landi í 2030.

Í 2020 varð vindmyllulundin í haganum við Porkeri alment tikin í nýtslu. Royndarkoyringin av teimum sjey myllunum  á tilsamans 6 MW byrjaði seint í 2019.

Merkisdagar í 2021

2021 er merkisár í SEV høpi:

Filmar við søguligum tilfari

Sí filmarnar (frá 2009) Ljósbrøgd 1 og Ljósbrøgd 2  um elorkusøguna

og Ljós yvir landið (2019) um Fossáverkið.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking