Tá seinni heimsbardagi var av, var av álvara farið at fyrireika vatnorkuætlanirnar í Vestmanna, og 1. oktober 1946 stovnaðu flestu kommunurnar á Streymoynni, Eysturoynni og Vágum interkommunala Elfelagið SEV. Í Eysturoy var Sjóvar kommuna ikki umboðað, og í Streymoynni høvdu Kvívíkar kommuna, Kollafjarðar kommuna og Tórshavnar kommuna einki umboð sent á stovnandi fundin.
Kvívík og Kollafjørður ætlaðu at gera sítt egna elverk í Leynum við vatnorku úr Leynarvatni. Tórshavnar kommuna vildi ikki vera við til at útbyggja vatnorkuna í felagsskapi við tær 19 kommunurnar, sum stovnaðu SEV, men vildi heldur byggja nýtt motorverk til sín sjálvs. Tórshavnar kommuna játtaði kortini at keypa streym frá SEV, um hon kundi fáa hann bíligari har.
Tær 19 kommunurnar, sum stovnaðu SEV vóru sostatt: Oyndarfjarðar kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Leirvíkar kommuna, Gøtu kommuna, Nes kommuna, Sunda kommuna, Eiðis kommuna, Funnings kommuna, Haldórsvíkar kommuna, Saksunar kommuna, Hvalvíkar kommuna, Vestmanna kommuna, Kaldbaks kommuna, Tórshavnar uttanbýggja kommuna, Kirkjubøar kommuna, Sandavágs kommuna, Miðvágs kommuna, Sørvágs kommuna og Bíggjar kommuna.
Uppskot til lógir fyri felagið varð lagt fram á stovnandi fundinum. Í fyrstu grein stóð, at “SEV er eitt interkommunalt andeilsfelag. Tess endamál er at útbyggja kraftkeldur og fáa til vega elektriska megi til fólk, sum býr í Vágum, Streymoy og Eysturoy. Heimstað felagsins er Vestmanna”.
Ein umboðsnevnd og eitt stýri skuldu stjórna felagnum, og ein stjóri skuldi hava dagligu leiðsluna um hendi. Gunnar Dahl Olsen, sýslumaður og sóknarstýrisformaður í Vestmanna, varð valdur til fyrsta stýrisformann. Hann røkti hetta starv, til hann legði frá sær vegna aldur í 1975.
Fyrsti umboðsnevndarformaður var Jóan Pauli Gregersen, vinnulívsmaður, úr Syðrugøtu. Hann var umboðsnevndarformaður til 1963, tá hann boðaði frá, at hann ikki tók við aftur formanssessinum.
Felagið varð uppkallað SEV eftir Streymoy, Eysturoy og Vágoy. Harumframt var orðið sev eisini at finna í føroyska plantuheiminum. Gamalt var, at sevleggur var brúktur til veik í koluni, sum var vanlig ljóskelda, áðrenn peran varð uppfunnin.