Á blaðsíðu 11: Mynd 2.1 skal skiljast soleiðis
FR umfatar leidningar, ið føra ómáldan streym, og/ella eru vardir av sikring, ið førir ómáldan streym.
Á blaðsíðu 13: Mynd 5.4 fær soljóðandi ískoyti tilmyndatekstin
Tá kaðalavslutningur uttan klemmur verður brúktur, skal elinnleggjarin bera so í bandi at skoytið, ið sperrar fyri vatnið, skal setast á hvønn leiðara sær. Ein vatnnøs er ikki nokk.
Á blaðsíðu 15: Sum ískoyti til FR stk. 7.2 kemur talva C.4.1
Fasafylgja fyri lágspenningskaðalar
| Slag | L1 | L2 | L3 | N |
| PVIK(S) | Brúnt | Svart/hvítt | Svart | Blátt |
| NKT | Reytt | Grátt | Svart | Blátt |
| Alcatel | Brúnt | Hvítt | Svart | Blátt |
| Gamal kaðal | Reytt | Hvítt | Svart | Blátt |
| NKT-PSP | Blátt | Grátt | Reytt | Skermur |
| Alcatel-PFSP | Brúnt | Hvítt | Svart | Skermur |
Talva C.4.1 Fasafylgja fyri lágspenningskaðalar
Á blaðsíðu 25: Ískoyti til FR stk. 19
Fyri innleggingar, ið eru veittar beinleiðis frá trafostøð, verða frammanfyri nevndu laststøddir faldaðar við fýra.
Á blaðsíðu 34: kemur soljóðandi ískoyti FR stk. 31
Kaðalstødd | Monteringshædd |
| 25 - 35 mm² | 15 cm |
| 50 - 95 mm² | 30 cm |
| 120 mm² og størri | 40 cm |
Talva C.4.2 Kaðalstøddir og vegleiðandi monteringshæddir
Á blaðsíðu 35: Ískoyti til FR stk. 33.4
SEV leverar og uppsetur málitransformarar.
Innlegging ið krevur málitransformarar 600/5 og størri, skal málifeltið vera dupult vísandi til FR stk 35 síða 37.