SEV   /   Um okkum   /   Tøl og frágreiðingar   /   Ársroknskapur 2020   /   Stutt um 2020

Stutt um 2020

Skjøtil varð settur á vindmyllulundina í Porkeri

Fyrstu vikuna í 2020 varð farið undir at grava út fyri vindmyllu­lundini í Porkeri

Árið 2020 byrjaði við, at gravimaskinur fóru í holt við atkomuvegin til nýggju vindmyllulundina í Porkeri. Næsta stigið varð at gera klárt til eitt nú betongfundamentini. Articon stóð fyri arbeiðinum at gera atkomuveg og at gera økið byggibúgvið til at seta vindmyllurnar upp.

Talan er um sjey vindmyllur á tilsamans 6,3 MW. Ein battarískipan og ein synkronkompensatorur eru knýtt at vindmyllulundini, og hesar skipanir skulu javna elorkuna frá vindmyllunum út á elnetið.

Battarískipanin í Porkeri hevur eins stóran mátt og vindmyllulundin sjálv, og tí er hon fyrsta av sínum slag. Støddin á battarískipanini hevur við sær, at hon eisini stundum kann virka sum tiltaksverk í staðin fyri motorarnar á Vágsverkinum.

Grønasti januar nakrantíð

Januar 2020 var í elorkuhøpi higar­til grønasta ársbyrjan. 63 prosent av elframleiðsluni komu frá varandi orkukeldum

Lýggja veðrið og nógva avfallið í januar 2020 hevði við sær, at elframleiðslan úr vatnorku var methøg. Tilsamans stóðu varandi orkukeldur fyri 63 prosentum, meðan 37 prosent av elframleiðsluni komu frá olju. Býtið millum vatn og vind var ávikavist 49 og 14 prosent.

Gott og væl 18 GW tímar vórðu framleiddir úr vatnorku, og tað var nærum helvtin av samlaðu elframleiðsluni. Hetta er mesta framleiðsla úr vatnorku síðani januar 2014, tá ið 17,5 GW tímar vóru framleiddir úr vatnorku, og heili 90 prosent meira enn í januar í 2019, tá turt og kalt veður tarnaði vatnorkuframleiðsluni.

Hóast elframleiðslan úr varandi orku var methøg, var framleiðslan úr vindorku 7,3 prosent minni enn í januar í 2019. Orsøkin var, at vindferðin ofta var ov høg í januar 2020. Verjuútgerðin í myllunum koplar myllurnar úr, tá ov nógvur vindur er. Fer vindferðin upp um 28 m/sek., byrjar skipanin at vera á varðhaldi, og fer vindferðin upp um 34 m/sek., steðga myllurnar. Miðal vindferðin í Húsahaga í januar 2020 var 14,4 m/sek., og mesta vindferðin var 57,4 m/sek.

SEV læsti hurðarnar fyri koronu

SEV setti beinanvegin ymisk tiltøk í verk fyri at verja elveitingina, tá koronufarsóttin fór at gera um seg í mars 2020

SEV læsti beinanvegin hurðarnar, tá korona í mars 2020 gjørdist ein hóttan í føroyska samfelagnum. Einans vitjandi, veitarar o.o., sum høvdu alneyðug ørindi hjá SEV, fingu atgongd eftir avtalu.

Harumframt vóru starvsfólk biðin um at arbeiða heima í mest møguligan mun. Har hetta ikki var ein møguleiki, eitt nú á elverkunum, vóru broytingar gjørdar í arbeiðsbýti og vaktarskipanum fyri at tryggja elveitingina. SEV avgjørdi eisini at avlýsa alla ferðing og skeiðsvirksemi, og kantinurnar vóru stongdar. Harumframt var alt fundarvirksemi avgreitt elektroniskt.

Eisini varð fylgt neyvt við á fíggjarligu síðuni, fyri at tryggja, at búskapurin hjá SEV altíð er á haldgóðum støði.

- SEV veitir samfelagsberandi tænastur, sum eru grundarlagið undir nærum øllum virksemi í samfelagnum. Hesa uppgávuna taka vit í størsta álvara, og tí fylgja vit ikki bert almennu vegleiðingunum, men hava sett herd tiltøk í verk bæði innanhýsis og uttanhýsis”, staðfesti Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Munadygg KT-skipan kom væl við í koronu-tíðini

Framkomna KT-skipanin hjá SEV lætti væl um arbeiðsgongdirnar, tá ið koronuhóttanin var í hæddini

KT-skipanin hjá SEV hevur verið í einari støðugari menning seinnu árini, sum bæði hevur økt um trygdina og møguleikarnar hjá starvsfólkunum at arbeiða heimanífrá. Hetta kom sera væl við, tá ið korona fór at gera um seg í Føroyum, og starvsfólkini noyddust at arbeiða og fundast nógv á alnetinum.

Fyri nøkrum árum síðani vóru allar KT-tænastur hjá SEV samlaðar á einum tryggum staði á Sundsverkinum. Talan er um meira enn 60 servarar av ymiskum slag, sum standa í hølum, har manning er á vakt alt samdøgrið. Ein eyka trygd er, at allar upplýsingar eisini verða avritaðar og goymdar á øðrum staði uttan fyri SEV, og sostatt hevur SEV altíð eitt fullkomið avrit av øllum upplýsingum í teimum ymisku skipanunum. Harafturat er Sundsverkið útgjørt við allari nýmótans sløkkiútgerð.

Ein annar partur av KT-trygdini er, at øll starvsfólk áhaldandi hava fingið venjing í skynsomum atburði á alnetinum. Einki hol skal vera í KT-skipanini, og starvsfólk, sum eru tilvitað um KT-trygd, eru ein munagóður háttur at fyribyrgja holum í KT-skipanum. Áhaldandi upplýsing um KT-trygd og støðugt eftirlit við KT-førleikunum og tilvitskuni hjá starvsfólkahópinum verður rópt “Awareness”, ið er ein altjóða viðurkendur arbeiðsháttur, sum KT-leiðslan í SEV eisini brúkar.

Sera nógv sløktu ljósið á Earth Hour 2020

Munandi fleiri føroyingar enn vanligt sløktu ljósið 28. mars 2020, tá ið árliga tiltakið Earth Hour, ella tími jarðarinnar, var hildið

Seinastu árini hevur verið staðfestur ein lítil munur í eftirspurninginum eftir elorku frá SEV henda tíman, Earth Hour hevur verið, har húsarhald og fyritøkur hava sløkt ljós og onnur tól, umframt at kommunur hava sløkt gøtuljósini.

Í 2019 fall elframleiðslan 1,65 MW hendan tíman millum 20.30 og 21.30, men í 2020 minkaði framleiðslan heili 4,78 MW. Umroknað til kWt svarar hetta til elnýtsluna hjá einum miðal føroysk-um húsarhaldi í eitt heilt ár. Elframleiðslan í Føroyum í tíma jarðarinnar 2020 var 36 MW, og av teimum vóru 86 prosent burðardygg orka, harav ávikavist 79 prosent vatnorka og 7 prosent vindorka. Oljan stóð fyri 14 prosentum.

Earth Hour byrjaði upprunaliga sum ein áminning á fólk um at geva náttúruni gætur og m.a. minka elnýtsluna fyri at verja umhvørvið. Síðani tiltakið byrjaði í 2007, er framleiðslan av elorku kring heimin vorðin munandi burðardyggari, men tiltakið er tó ikki minni viðkomandi av teirri orsøk.

- Eisini tá elframleiðslan er vorðin 100 prosent burðardygg, verður neyðugt at minna fólk á at nýta el við skili fyri at sleppa undan óneyðugum útbyggingum og sum heild at fara væl við náttúruni, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV.

Loyvini til sjóvarfals-verkætlan komu eftir stuttari tíð

Í mars 2020 vóru øll endalig loyvi til royndarverkætlanina við sjóvarfals­orku í Vestmannasundi fingin til vega

Tá føroysku orkumyndugleikarnir í mars 2020 góðkendu árinsmetingina av royndarverkætlanini við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, høvdu svenska fyritøkan, Minesto, og SEV fingið øll neyðug loyvi til ætlanina.

- Føroysku myndugleikarnir og SEV eiga sín stóra lut í hesum avgerandi varðanum. Tá hugsað verður um, hvussu umfatandi og tíðarkrevjandi tilgongdin við loyvum til orkuverkætlanir vanliga er, hevur SEV gjørt eitt megnararbeiði at tryggja øll neyðug loyvi til hesa fyrstu installatiónina umvegis eina skjóta og munadygga tilgongd, sigur Dr. Martin Edlund, forstjóri í Minesto.

SEV gjørdi eina árinsmeting, ið viðger, hvørja ávirkan verkætlanin kann hava á náttúru og umhvørvi. Her er hugt eftir árini á fisk, sjófugl, hval og kóp. Mett verður, at royndarverkætlanin ikki fer at hava stórvegis árin á fisk og sjófugl, men at havsúgdjór helst eru tann viðbreknasti bólkurin. Møgulig átøk, ið kunnu tálma árin á hval og kóp, eru viðgjørd í árinsmetingini.

Umhvørvisstovan setti SEV ávísar treytir í góðkenningini. Eitt nú skal SEV fylgja við, hvussu hvalur og kópur ferðast í Vestmannasundi í verkætlanartíðini, sum er tvey ár.

SEV yvirtók Støð 3 á Sundi

31. mars 2020 var Støð 3 á Sundi, ið er ein av størstu byggiverkætlan­unum í Føroyum, liðug og sett í rakstur

Verkætlanin, Støð 3, á Sundi var framd innan fyri játtanarkarmin og uttan týðandi seinkingar. Á lítlari samkomu 31. mars við hóskandi koronufrástøðu og uttan lógvatak skrivaðu umboð fyri Articon og SEV undir yvirtøkuskjalið, og í hesi løtu var Støð 3 formliga latin SEV.

- Vit eru fegin um at vera komin hertil, og at arbeiðið hevur gingið so væl. Arbeiðið er væl úr hondum greitt, til tíðina og væl og virðiliga innan fyri játtanarkarmin, staðfesti John Zachariassen, nevndarformaður í SEV, tá Støð 3 var yvirtikin.

Framtíðar leikluturin hjá Sundsverkinum í føroysku elskipanini svarar til kaðalsambandið, sum londini á evropeiska meginlandinum hava sínámillum, har tey kunnu keypa elorku frá hvørjum øðrum, um tey ikki megna at framleiða nóg mikið til sín sjálvs. Sundsverkið verður sostatt tryggi mátturin, meðan næstu árini verða brúkt til at útbyggja grønu elframleiðsluna fram ímóti málinum um 100 prosent grøna elorku á landi í Føroyum í 2030.

Ætlaða vindmyllulundin á Eiði minkaði

Í august 2020 var avgjørt at minka ætlaðu vindmyllulundina á Eiði, eftir at umhvørvisárinsmetingin varð kærd

Ein kæra av umhvørvisárinsmetingini av ætlaðu vindmyllulundini á Eiði hevði við sær, at arbeiðast ikki kundi víðari við verkætlanini. Greitt var, at vindmyllulundin skuldi minka úr seks myllum niður í fýra myllur.

Kæran snúði seg serliga um staðsetingina av tveimum av sunnastu myllunum. Tí valdi SEV við góðkenning frá Orku at tillaga og minka verkætlanina í fyrsta lagi. Umhvørvisstovan góðkendi endurskoðaðu verkætlanina við fýra vindmyllum, og tí var søkt um byggiloyvi til fýra E-82 ENERCON myllur.

- Koma vit á mál við øllum loyvum og góðkenningum innan rímiliga tíð, fer vónandi at bera til at seta fýra myllur upp í 2022, meðan onnur staðseting verður funnin til tvær tær sunnastu myllurnar, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari í SEV.

Hann vísir á, at arbeitt verður við møguligum loysnum í mun til tær báðar síðstu myllurnar, men hetta tekur tíð. Um øll neyðug loyvi eisini verða fingin til vega til hesar báðar myllurnar, so verða tær vónandi eisini settar upp á sumri 2022 á øðrum staði á Eiði ella á øðrum hóskandi staði.

500 føroyingar fingu bíligari streym til hitapumpu og elbil

Ein uppgerð frá september 2020 vísti, at 488 grønir málarar vóru settir um alt landið til at máta bíligari streym til elbilar og hitapumpur

SEV byrjaði í apríl 2019 sambært løgtingsheimild at lata elbilum og góðkendum hitapumpum bíligari streym. 50 oyru bíligari fyri hvønn kWt, sum fer til hitapumpu ella elbil.

Treytin fyri at koma inn í hesa skipanina er m.a., at ein serstakur málari, t.e. ein sokallaður grønur málari, varð settur upp at máta streymin til hitapumpu og elbil. Í september 2020 høvdu 488 føroyingar valt at brúka henda møguleikan.

Flestu grønu málararnir vóru settir upp í Suðurstreymoy, har 256 grønir málarar vóru skrásettir. 73 vóru í Eysturoynni, 54 í Norðstreymoy, 45 í Vágum, 32 í Norðoyggjum, 20 í Suðuroy og 8 í Sandoynni.

Hitapumpur vóru í flestu førum orsøk til, at fólk valdu at fáa sær grønan málara. Talið av skrásettum heimaløðistøðum til elbilar var 144 kring alt landið í september 2020.

Kostnaður ásettur fyri almennu løðistøðirnar

Prísskipan fyri almenna løðing av elbilum kom í gildi 5. oktober 2020 eftir fimm ára royndartíð við ókeypis løðing

Fyrstu almennu løðistøðirnar hjá SEV vóru settar upp í desember 2015, og næstu fimm árini vóru ein royndartíð, har tað var ókeypis hjá føroyskum elbilaeigarum at løða bilin á almennari løðistøð.

Royndartíðin var av á heysti 2020, tí 5. oktober var ikki longur møguligt at løða elbilin kostnaðarfrítt á almennu løðistøðunum hjá SEV. Elbilaeigarar skulu tí rinda fyri elorkuna frá almennu løðistøðunum.

Prísurin fyri hvønn kW-tíma er settur at vera 1,95 krónur, og hann er tann sami fyri DC-skjótløðistøðir sum fyri vanligu AC-løðistøðirnar. Umframt kostnað fyri hvønn kilowatttíma er ásettur ein minuttprísur fyri tíðina, sum bilurin er knýttur at løðistøðini. Minuttprísurin er ásettur fyri at tryggja, at fólk ikki lata bilin vera knýttan at løðistøðini óneyðuga leingi og harvið forða øðrum at sleppa framat.

- Almennu løðistøðirnar eru ikki ætlaðar at vera fremsta val at løða elbilar. Teir eiga at vera løddir heima, og løðistøðirnar eru settar upp sum bráðfeingisloysn, tá á stendur, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

SEV gjørdi stórarbeiði í Eysturoyartunlinum

Montørarnir hjá SEV ferðast á hægstu tindum og í djúpastu dølum. Fýra mánaðir í 2020 arbeiddu teir fast í Eysturoyartunlinum 180 metrar undir vatnskorpuni

Montørarnir hjá SEV ferðast víða, og har tunlar verða gjørdir - har er SEV við. Í Eysturoyartunlinum hevur SEV sett upp 11 transformarastøðir og drigið 34 kilometrar av kaðlum.

- Tunnilin sjálvur brúkar líka nógvan streym sum ein hampiliga stór bygd. Tunnilin er góðar 11 kilometrar langur, og umframt ljós í tunlinum verður streymur eisini brúktur til pumpurnar, ið halda tunnilin turran, og til vifturnar, sum tryggja luftgóðskuna í tunlinum, greiddi Henrik Eskildsen, kaðal- og linjumeistari hjá SEV, frá, tá arbeiðið nærkaðist endanum í november 2020.

Umframt streym til sjálvan tunnilin er nú kaðalsamband millum Sundsverkið og Eysturoynna ígjøgnum tunnilin. Hetta fer at økja um kapasitetin og styrkja sambandið millum Sund og Eysturoynna. Higartil hevur sambandið millum Sundsverkið og Eysturoynna verið umvegis sjókaðlar og loftlinjur.

Sjókaðlar hava avmarkaða livitíð og verða tiknir upp, nú samband er ígjøgnum tunnilin. Loftlinjurnar verða við tíðini eisini tiknar niður, tó ikki beinanvegin.

Nýggjur orkuportalur

Í desember 2020 fekk SEV nýggja heimasíðu við einum orkuportali, har tað ber til hjá brúkarum at fylgja við elnýtsluni

Brúkarin skal hava møguleikan fyri tøttum samskifti við SEV, og nýggja heimsíðan, sum varð løgd út á netið í desember 2020, er ein liður í at røkka hesum máli. Elfelagið hevur seinnu árini arbeitt við at førka seg inn á nútíðar samskiftispallar, har brúkararnir ferðast hvønn dag.

Á nýggja orkuportalinum ber til at fáa yvirlit yvir elnýtsluna, við at brúkarin velur tíðarskeið, sum hann síðani kann sammeta við nýtsluna sama tíðarskeið árið fyri. Brúkarin sær, hvussu grøn nýtslan var, og hann hevur gott yvirlit yvir uppgerðirnar.

SEV vil vera ein natúrligari partur av tilvitskuni hjá brúkarunum. Brúkarin skal altíð í einari handar-vending kunna søkja sær ráð, vegleiðing og upplýsing hjá SEV.

SEV fekk fyrstu virknu heimasíðuna 1. november 2005, og síðani tá hevur felagið javnan ment og tillagað sínar heimasíður í samsvari við tøkniliga framburðin.

MEST í myllunum

Vindmylluframleiðarin Enercon skrivaði á heysti í 2019 undir avtalu við MEST um viðlíkahald og eftirlit av Enercon myllunum í Føroyum.

SEV fegnaðist um avtaluna og útlitini til at hava serfrøðingar í landinum, sum við stuttum skotbrái kunnu traðka til, um brek er á myllunum.

Eftir hetta eru fólk hjá MEST blivin skúlaði í hesum viðlíkahaldsarbeiði. Tey hava fingið neyðuga førleikamenning, trygdarvenjing og góðkenning. Koronufarsóttin seinkaði tó hesi upplæring umleið eitt hálvt ár. 2020 hevur tí verið fyrsta árið, har fólk hjá MEST hava havt viðlíkahaldið um hendi.

“Vit eru fegin um, at tænastan er blivin betri”, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV. “Tað er heilt vist ein fyrimunur, at skúlaði fólk altíð eru í landinum, til reiðar at traðka til, eisini tá smábrek eru á myllunum. Áðrenn skuldu vit bíða eftir fólki at koma úr Svøríki og Týsklandi. Harumframt er tað jaligt, at grøna kósin á henda hátt hevur avleitt virksemi við sær til gagns fyri føroyskt vinnulív.”

2020 hevur tó verið eitt vánaligt vindorkuár, við tað at fleiri av myllunum hava havt generatorbrek, sum krevja størri umvælingar, og sum eitt serligt generatortoymi hjá Enercon tekur sær av.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking