Ph.d.-verkætlan skal tryggja støðufestið í elskipanini

Ph.d.-verkætlan skal tryggja støðufestið í elskipanini

Ph.d.-granskari kannar, hvussu avbyrgda føroyska elskipanin verður støðug, samstundis sum fleiri grønar óstøðugar orkukeldur verða bygdar inn í skipanina.

“Hvussu tryggja vit, at føroyska elnetið verður nóg støðugt, tá stórur partur av elframleiðsluni stavar frá óstøðugum varandi orkukeldum?”

Helma Maria Tróndheim, orkuverkfrøðingur og ph.d.-granskari, er í holt við eina slóðbrótandi ph.d.-verkætlan um støðufestið í komandi føroysku elskipanini, sum skal grundast á 100 prosent grøna elorku á landi í 2030, ið fyri ein stóran part er óstøðug orka.

- Tað er ikki møguligt at fáa slíka gransking úr øðrum londum, tí hon finst rætt og slætt ikki. Hetta merkir, at onnur lond, serliga oyggjasamfeløg, eisini hava áhuga fyri okkara granskingararbeiði, sigur Helma Maria Tróndheim.

Føroyar liggja avbyrgdar í Norðuratlantshavinum og hava ikki møguleika at keypa streym úr grannalondunum, tá okkara egnu varandi orkukeldur – eitt nú vindur og sól – ikki framleiða nóg nógv. Onnur lond – t.d. á evropeiska meginlandinum – hava í stóran mun møguleika at keypa streym frá grannunum, tá streymur restar í. Hesi lond, sum eru bundin í eitt stórt felags elnet, selja eisini hvørjum øðrum elorku. Henda møguleika hava Føroyar ikki, og tí skal føroyska elskipanin syrgja fyri sínum egna tiltaksmátti (back-up), sum skal tryggja javnvág í nýtslu og framleiðslu hvørt sekund.

Avbyrgda støðan hjá Føroyum ger tað sera viðkomandi í einari ph.d.-verkætlan at seta spurningin: “Hvussu tryggja vit, at føroyska elnetið verður nóg støðugt, tá stórur partur av elframleiðsluni stavar frá óstøðugum varandi orkukeldum?”

- Í verkætlanini skulu vit ikki bara finna út av, hvussu nógv av hvørjari orkukeldu vit skulu hava, men eisini nær og hvar tað loysir seg best at gera íløgur. Vit noyðast eisini at taka tann møguleikan við, at besta fíggjarliga loysnin kanska ikki ber til tøkniliga, sigur Helma Maria Tróndheim, ph.d.-granskari.

Granskingarverkætlanin er í roynd og veru ein nágreining av yvirskipaðu útbyggingarætlanini fyri grønu kósini.

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2019
Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2019
Tak niður fulla versjón
Ársroknskapur 2019
Ársroknskapur 2019
Tak niður roknskapartøl
Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking