Elorkan skal í mest møguligan mun framleiðast og brúkast í sama øki

Elorkan skal í mest møguligan mun framleiðast og brúkast í sama øki

Trýst her fyri at síggja myndina størri

Ph.d.-verkætlanin um støðufestið í elskipanini býtir landið í økir. Elframleiðslan úr varandi orkukeldum, elnetið og javnvágin skulu í mestan mun hanga saman í hvørjum øki sær, so elorkan ikki skal flytast óneyðuga langt, tí tað hevur við sær svinn í elskipanini.

Ph.d.-verkætlanin um støðufestið í føroysku el-skipanini hyggur eftir elskipanini lutvíst við tí endamáli, at framleiðslan úr varandi orkukeldum í mest møguligan mun skal brúkast í sama øki, sum hon verður framleidd. Á henda hátt verður svinnið av elorku, sum verður flutt long strekki, avmarkað so nógv sum gjørligt.

- Ein partur av verkætlanini snýr seg um at finna útav, hvussu vit fáa sum mest av elorku burtur úr óstøðugum orkukeldum í einum avmarkaðum øki, har elorkan eisini fyrst og fremst skal brúkast. Um møguleikarnir at vinna elorku burtur úr hesum øki t.d. eru so góðir, at tað kann framleiðast væl meira enn tørvur er á í økinum, so er neyðugt at tryggja sær, at elnetið er ført fyri at flyta elorkuna til eitt annað øki, greiðir Helma Maria Tróndheim, ph.d.-granskari, frá.

Hon vísir á, at í hesum viðfangi ber til at siga, at verkætlanin viðger elskipanina í tveimum løgum, har høvuðsmálið áhaldandi er at tryggja støðufesti og javnvág í elskipanini við alsamt fleiri óstøðugum grønum orkukeldum.

ELSKIPANIN Í TVEIMUM LØGUM

Niðara lagið er grundvøllurin undir elskipanini. Tað er øll skipanin við framleiðslu og sterkstreymsneti við 60, 20 og 10 kV-leiðingum, sum síðani ganga út aftur í 400 V til vanligu brúkararnar. Í hesum partinum liggur eisini øll samskipanin, sum skal tryggja støðufesti og javnvág í elveitingini alt samdøgrið. Endamálið við sterkstreymsnetinum er at flyta elorkuna skjótt úr einum parti av landinum í annan. Her hevur føroyska elskipanin vanliga verið býtt í tvey øki – Suðuroynna og meginøkið, sum er restin av landinum.

Í ph.d.-verkætlanini skoðar Helma Maria Tróndheim skipanina við støði í einum lagi aftrat oman á vanligu siðbundnu myndina av føroysku elskipanini, sum er nevnd omanfyri. Í hesum lagnum býtir granskarin elskipanina í sjey øki við støði í, hvussu elnetið er býtt sundur í sjálvstøðugar partar. Økini, ið eru skipað eftir sterkstreymsnetinum, eru: Vestmanna-økið, Eiði-økið, Skálabotnur, sum er eitt knútapunkt, sunnari partur av Streymoynni og Eysturoynni, Norðoyggjar, Sandoy og Suðuroy.

- Avbjóðingin er í størst møguligan mun at tryggja javnvág og støðufesti í hvørjum øki sær, samstundis sum vit framleiða elorku burtur úr óstøðugum, varandi orkukeldum í hesum sama øki, har orkan skal brúkast. Í hesum sambandi havi eg framroknað ein orkutørv fyri hvørt øki, sigur Helma Maria Tróndheim.

Tørvurin er grundaður á søgulig data í 10 ár frá øllum málarum í landinum og við støði í, hvussu nógvir bilar og húski eru í hvørjum øki. Modellið, sum arbeitt verður við, kann gera íløgur í vindorku, sólorku, sjóvarfall, pumpuskipanir, battarí og kaðlar.

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2019
Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2019
Tak niður fulla versjón
Ársroknskapur 2019
Ársroknskapur 2019
Tak niður roknskapartøl
Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking