Frágreiðing frá nevndini

Frágreiðing frá nevndini

Árið 2021 er eitt merkisár í elveitingarhøpi við tað, at 100 ár eru liðin síðan Føroya fyrsta elverk, t.e. vatnorkuverkið í Botni í Suðuroy, varð tikið í nýtslu. Somuleiðis eru liðin 90 ár síðan vatnorkuverkið norðuri á Strond í Klaksvík byrjaði, 75 ár síðan SEV varð stovnað og 60 ár síðan Mýruverkið í Vestmanna fór í rakstur. Orsakað av Covid 19 hevur tó ikki borið til at hátaíðarhalda hesar merkisdagar á sømuligan hátt.

Virksemið hjá SEV síðan seinasta ársaðalfund verður lýst nærri í hesi frágreiðing, har nevndin lýsir tey mál, sum nevndin metir hava størstan áhuga hjá eigarunum. Frágreiðingin verður latin sambært grein 3, stk. 12b og grein 4, stk. 11a í viðtøkum felagsins.

Politiska gongdin

Sitandi samgonga hevði sett sær fyri at endurskoða elskipanina; hetta varð kunngjørt í samgonguskjalinum frá september 2019.

Hin 14. juli 2020 legði landsstýrismaðurin, saman við einum arbeiðsbólki hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum (UVMR), fram fyri kommunurnar og SEV fatanina hjá landsstýrismanninum av, hvussu elskipanin skuldi umskipast vísandi til orðingina í samgonguskjalinum ”Arbeitt verður við at skilja elnetið hjá SEV frá hinum virkisøkinum, soleiðis at fult gjøgnumskygni verður í kostnaðinum av netpartinum. Fult gjøgnumskygni skal vera grundarlag undir, at privatar fyritøkur skulu hava møguleika at leiga og framleiða seg inn á elnetið, og síðani selja”.

Kommunurnar, sum eigarar av SEV, viðgjørdu beinanvegin støðuna og gjørdu vart við sína ónøgd.  Sjónarmiðið var, at møguligar broytingar yvirskipað skuldu gagna brúkaranum og skunda undir málið um at fáa grønari orku.

Kommunufelagið og SEV vóru á fundi við Bárð á Steig Nielsen, løgmann og Helga Abrahamsen, landsstýrismann hin 17. september 2020 um, hvussu arbeiðast skuldi frameftir.

Kommunufelagið og SEV vóru hin 24. september 2020 á fundi við Helga Abrahamsen, landsstýrismann um arbeiðssetningin, sum ein arbeiðsbólkur hjá ráðnum hevði fingið. Semja var um at víðka arbeiðssetningin til eisini at fevna um loysnir við støði í verandi deildarbýtinum á SEV og við støði í sundurskiljing innan ein samtaksleist.

Á fundi í landsstýrinum hin 9. juli 2021, har millum onnur 5 mannabólkurin, valdur á eykaaðalfundinum hjá SEV hin 19. februar 2021, umboð fyri SEV, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður luttóku, bleiv m.a. umrøtt, at lutafelagið SEV kann halda fram í verandi líki.

Á eykaaðalfundinum hjá SEV hin 26. november 2021 bleiv ein 3 manna samráðingarnevnd sett, mannað við  Heðin Mortensen, formanni í Kommunufelagnum, Tórbjørn Jacobsen, næstformanni í Kommunufelagnum og Kára Johansen, nevndarformanni í SEV, at samráðast við landsstýrið um skipan av elorkuøkinum og leiklutin hjá SEV í hesum sambandi.

Samráðingarnevndin legði úrslitið av hesum samráðingunum fyri eykaðalfundin hjá SEV hin 16. mars 2022, og var stór undirtøka fyri semjuni.

Hin 22. mars 2022 bleiv semjan undirskrivað av samráðingarpørtunum og arbeiðast skal nú víðari við ymisku ásetingunum í semjuni.

SEV fer undir hetta arbeiði við góðum treysti í samsvari við staðfestingina í semjuni um, at Umhvørvisstovan og SEV frameftir eiga at miða eftir góðum, tøttum og álitisfullum samstarvi, soleiðis at komandi útbyggingar av føroyska elkervinum byggja á saklig og vælgrundað atlit, sum stuðla undir grøna orkuskiftið.

 

Brúkarin

Elskipanin hevur tað best, um tey, sum reka hana, gera tað í tøttum samstarvi við brúkaran. Brúkarin er í miðdeplinum – lægst møguliga prísin fyri best møguligu elveiting – samspæl við brúkaran í mun til brúkaraatferð, fyri at sleppa undan óneyðugum kostnaðarmiklum útbyggingum, sum aftur ávirka prísin.

Dentur hevur verið lagdur á brúkarasamskifti seinastu árini, og heimasíðan hjá SEV vendir sær nú í størri mun til brúkaran. Kunnað hevur verið væl meira og oftari á heimasíðuni og øðrum pallum, har brúkarin ferðast.

Orkuportalurin ‘Mítt SEV’ er partur av nýggju heimasíðuni, har brúkarin fær møguleika fyri tættari samstarvi við SEV. Á orkuportalinum fær brúkarin innlit í egna nýtslu og egið nýtslumynstur, og fyri vinnukundar er portalurin eitt hent amboð til betri yvirlit yvir og stýring av elnýtsluni.

Arbeitt verður við at fáa talgildu møguleikarnar á Vanganum og við Samleikanum knýttar at orkuportalinum.

Ein aktivur brúkari er eisini í miðdeplinum av grøna orkuskiftinum. Løgtingið samtykti í januar 2021 at leingja mvg-frítøkuna fyri elbilar og hitapumpur fyri at skunda undir orkuskiftið.

Hjá SEV merkja vit áhugan hjá fólki fyri skiftinum m.a. við stóra talinum av heimaløðistøðum, sum verða umbidnar, umframt at talið av grønum málarum, sum er fortreyt fyri lægri elprísi til elbilar og hitapumpur, er nærum tvífaldað í 2021.

Harafturat verður infrakervið við almennum løðistøðum støðugt víðkað. Vit hava í 2021 økt um talið av almennum løðistøðum, m.a. í sunnaru helvt av Suðuroynni og á Skálatrøð í Havn, har ein 150 kW løðistøð er sett upp.

 

Vindorkan

SEV fegnast um, at tað í semjuni við landsstýrið frá 22. mars 2022 er staðfest, at orkumyndugleikin og SEV skulu gera og semjast um tíðarfesta langtíðarætlan fyri útboð av verkum við varandi orku, soleiðis at útboðini og útbygging av elskipanini (net v.m.) ganga hond í hond, t.e. at ravmagnskervið á staðnum, har vindmyllulundir verða staðsettar, er nøktandi útbygt til at taka ímóti nýggju orkuni.

Umhvørvisstovan fekk eina Open-door umsókn um loyvi til at framleiða vindorku á Gellingarkletti í Hoyvíkshaga tann 15. januar í 2021. Hetta er í sama øki, sum verandi vindmyllulund í Húsahaga stendur og komandi vindmyllulund hjá LÍV og Magn verður sett upp.

SEV gjørdi beinanvegin vart við vansarnar við at loyva fleiri vindmyllulundum inn á netið, áðrenn skipanin er til reiðar til tess, umframt at staðsetingin av hesi nýggju vindmyllulund er óheppin. Hetta tí at vindmátturin í einum og sama stað verður øktur úr 30 MW upp í 55 MW.

Eisini gjørdi SEV vart við at sjálv framferðin hjá Umhvørvisstovuni ikki var í lagi.

Sum kunnugt valdi SEV at kæra útboðið til Vinnukærunevndina. Úrskurðurin hjá Vinnukærunevndini dagfestur 8. mars 2022, kom 15. mars 2022, har Vinnukærunevndin staðfesti avgerðina hjá Umhvørvisstovuni um at lýsa vindorkuútboðið.

Vinnukærunevndin heldur tó, at tað er serstakliga óheppið, at Umhvørvisstovan í síni viðgerð ikki hevur givið sær sjálvum og SEV betri stundir til at lýsa og greina málið, áðrenn Umhvørvisstovan valdi at lýsa eftir umsøkjarum og seinni valdi at veita Sp/f Vindrøkt loyvi.

Støða er ikki tikin til í hvønn mun avgerðin skal roynast rættarliga.

Ætlanin hjá Sp/f Vindrøkt er, at vindmyllurnar framleiða inn á elnetið í summar.

Arbeitt verður framhaldandi við at fremja 18 MW vindmylluætlanina á Eiði. Neyðugt hevur verið at gera broytingar í staðsetingunum av myllunum, soleiðis at hesar nú allar koma at standa sunnan fyri Eiðisvatn. Arbeitt verður við at greiða viðurskiftini við lendiseigararnar, at fáa byggiloyvi frá Eiðis kommunu og at útvega loyvi til verkætlanina frá friðingarmyndugleikanum. Ætlanin er at reisa myllurnar á sumri í 2023.

Í Flatnahaga er gongd á við grevstri til fundamentir og vegir í sambandi við uppseting av 6 Enercon E82 vindmyllum hjá LÍV og Magn har. Ætlanin hjá LÍV og Magn er, at vindmyllurnar koma at framleiða el inn á elnetið í heyst.

Spennandi verður at síggja, hvussu samlaða verkætlanin í Suðuroy við einari vindmyllulund á 6 MW saman við einari battarískipan á 6 MW og einum synkronkompensatori fer at hilnast.

Vindmyllurnar eru tiknar í nýtslu og koplingarstøðin við battarí og synkronkompensatori verður ætlandi tikin í nýtslu í mai 2022.

Tað sermerkta við hesari verkætlanini er, at mátturin í battarískipanini er líka stórur sum mátturin í vindmyllunum, og tað merkir, at battaríini einsamøll kunnu bera streymveitingina upp til ein hálvan tíma, um myllurnar brádliga steðga.

Hesin hálvi tímin munar sera væl, meðan aðrar framleiðslueindir verða settar í gongd at taka yvir framleiðsluna um neyðugt. Hesi tøkniligu framtøk koma ætlandi at hava við sær, at elveitingin í Suðuroynni javnan kann vera 100 prosent grøn.

Líknandi verkætlan er ikki roynd áður, og talan er tískil um slóðbrótandi verkætlan, sum eisini hevur vakt áhuga uttanlands. Við hesari verkætlanini kunnu vit læra hvussu slíkar samansetingar skulu gerast, fyri síðani at nýta ta røttu samansetingina í meginøkinum.

Í sambandi við avrokningina millum P/F Vindfelagið í Húsahaga og SEV, sum er regulerað í prísavtalu, ið er góðkend av Elveitingareftirlitinum, hevur SEV gjørt vart við, at orðingin í prísavtaluni ikki endurspeglar alt tað búskaparliga grundarlagið, sum var í útboðnum.

SEV fastheldur yvirfyri myndugleikanum at nýggj prísavtala skal gerast, sum er í samsvari við upprunaligu útboðs- og tilboðstreytirnar, meðan myndugleikin hevur kravt at P/F Vindfelagið í Húsahaga skal afturføra 6,2 mió.kr. til SEV, grundað á teirra meining um, at avrokningarmannagongdin er skeiv.

SEV og P/F Vindfelagið í Húsahaga hava kært málið til Vinnukærunevndina, sum viðger málið í løtuni.

Nú fleiri av vindmyllunum í Neshaga og Húsahaga hava verið raktar av skaðum við kortslutningi í generatorunum, hevur óhefta serfrøðingafyritøkan Nordic Wind Consultants kannað og gjørt frágreiðing um skaðarnar.

Vit samskifta við Enercon um at fáa greiðu á, hvussu umvælingarnar skulu fremjast og hvør skal gjalda fyri mistu inntøkuna og fyri umvælingarnar.

Hin 9. november í 2021 fórst elsta vindmyllan hjá SEV av snarljósi. 28 ára gamla Nordtank myllan, sum varð sett til netið hjá SEV í 1993, var fyrsta væl eydnaða langtíðarverkætlan við vindorku í Føroyum. Í síni livitíð framleiddi hon tilsamans 12,8 GWt inn á elnetið og spardi føroyska samfelagnum fyri 2.696 tons av olju.

 

Mýruverkið II - pumpuskipanin í Vestmanna

Hin 4. apríl í ár kom skriv viðvíkjandi framleiðsluloyvi til pumpuskipanina Mýruverkið II frá Umhvørvisstovuni.

Somuleiðis hava eigararnir av SEV á eykaaðalfundinum hin 16. mars 2022 tikið undir við verkætlanini, sum er mett at kosta omanfyri 1 milliard kr. við einari kostnaðarrammu uppá 1,3 milliardir kr.

Aðalfundurin tók eisini undir við, at felagið útvegar 0,9 milliardir kr. í nýggjari fígging til hesa og aðrar komandi útbyggingar næstu árini.

Talan er um eina stóra og slóðbrótandi verkætlan, sum verður krumtappurin í nýggju grønu elskipanini. Hendan verkætlanin er avgerandi fyri, at meira vindorka kann fáast inn á elskipanina.

 

Onnur grøn átøk

Í Vestmannasundi halda royndirnar við sjóvarfalstøknini hjá svensku fyritøkuni Minesto fram. Í hesum sambandi er avtalan um at SEV keypir framleiðsluna longd. Minesto hevur avgjørt at miðsavna alt Dragon Class virksemi sítt fyri 2022 í Føroyum.

Sjóvarfalsorka er forsøgin fram um orku frá eitt nú sól og vindi. Hetta ger sjóvarfalsorku til eitt rættuliga áhugavert møguligt ískoyti til samansetingina av grønum orkukeldum í Føroyum.

P/F Fjarhitafelagið, sum SEV eigur helvt um helvt við Tórshavnar kommunu, leggur nú  høvuðsleiðingina lidna millum miðbýin og vesturbýin.

Tað verður eitt munadygt stig fyri inntøkugrundarlagið hjá felagnum. Útbyggingarnar eru í allar størsta mun fíggjaðar við lántøku og hetta ger felagið munandi veikari.

Tí ætla partaeigararnir at styrkja um felagið við at seta 30 mió. kr. afturat av partapeningi í felagið.

SEV er við í trý ára norðurlendskari royndarverkætlan um avlopsorku og flexnýtslu, sum Umhvørvisstovan samskipar fyri Norðurlandaráðið.

Royndirnar fevna um eina fjarhitaskipan í Leirvík, eina elrikna kilju hjá Bakkafrost og møguliga eisini ein elketil á Sundverkinum.

Í desember 2021 vóru tvey ár síðani at royndarverkið við sólpanelum í Sumba varð sett í verk. Í næstum skal frágreiðing gerast um úrslitið av hesari verkætlanini.

 

 

Aðrar útbyggingar

Stóra verkætlanin við støð 3 á Sundsverkinum er liðug. Brimskaðin, sum hendi 28. februar 2020, er liðugt umvældur og eisini er fjarhitaveitingin frá Sundsverkinum nú tøk aftur.

Nýggju krøvini til brennioljur til skiparakstur, sum vórðu sett í gildi 1. januar 2020, eru eisini galdandi fyri oljusløg, sum SEV brúkar til elframleiðsluna.

Elfelagið hevur tó fingið undantak frá nýggju krøvunum galdandi til 31. desember í 2021. Skerpaða kravið hevur við sær ein hægri eindarprís á oljuni.

Í fjør fekk Sundsverkið eina last av óbrúkiligari olju frá oljuveitaranum. Hetta viðførdi munandi trýst á bæði manning og útgerð á verkinum. Veitarin tók oljuna aftur og útvegaði nýggja olju svarandi til nýggju krøvini.

Í Vestmanna er nýggja koplingarstøðin tikin í nýtslu. Somuleiðis er um- og nýbygging av 20 kV koplingarstøðini á Sundi liðug og støðin tikin í nýtslu.

Í Porkeri verður nýggja koplingarstøðin, sum eisini nevnt frammanfyri, ætlandi tikin í nýtslu í mai 2022.

Arbeiðið at leggja 20 og 60 kV kaðlar frá Strond til koplingarstøðina undir Fossum og víðari til koplingarstøðina Innan Eið gongur eftir ætlan. Kaðalleggingin frá Strond og ígjøgnum Klaksvíkina er liðug, og somuleiðis er strekkið av Innan Eið til Klaksvíkar liðugt.

Arbeiðið at leggja 20 kV kaðlar millum Tvøroyri og Vág er í gongd. Eftir ætlan verður hetta arbeiðið liðugt í 2023.

Arbeiðið at leggja 20 og 60 kV kaðlar millum Húsareyn og Sand er í gongd. Ætlandi verður hetta arbeiðið liðugt í 2024.

Netið verður støðugt dagført og útbygt. Afturat útbyggingunum við koplingarstøðum, verður alt størri partur av elnetinum kaðallagdur fyri at styrkja veitingartrygdina, tryggja eina støðuga elveiting og fyribyrgja streymslitum.

 

Annað nevndararbeiði

Nevndin hevur hildið strategidagar og sett undirnevndir at arbeiða við ymiskum uppgávum.

Beint eftir nevndarvalið í fjør fekk nevndin bræv frá Javnstøðunevndini, har gjørt bleiv vart við, at ásetingarnar í § 8 í Javnstøðulógini ikki verða hildnar. Hesin spurningur verður ætlandi viðgjørdur nærri, nú arbeiðast skal við bygnaðinum í SEV.

Hin 17. juli 2021 var hennara hátign Margretha drotning á vitjan á Mýruverkinum, har formannskapurin og stjórin tóku ímóti og greiddu frá um søgu felagsins, um grønu kósina og um pumpuskipanina á staðnum.

Alment 100 ára hald við bókaframløgu var í Botni hin 9. oktober 2021. Søgukøni Poul Andreasen greiddi frá bók síni ‘Elektrisitet í 100 ár’.

Hetta var samstundis innvígan av nýggja savninum, sum er gjørt í gomlu turbinuhøllini í Botni.

Felagið fegnast um standmyndina av Ólavi á Heygum, ið var avdúkað í Vestmanna hin 12. september 2021. Hetta var ein sunnudagur við góðveðri, og skipaði felagið bæði fyri gongutúri fram við Fossá og einum ‘opið hús’ tiltaki á verkinum, goymsluni og nýggju koplingarstøðini.

Stutt fyri jól kom 75 ára minnisrit um SEV út í bókahandlarnar. Bókina, sum hevur heitið ‘Saman tí standið’ hevur Jógvan Arge skrivað, og byggir hon víðari á bókina ‘Ljós yvir landið’, sum sami høvundur skrivaði í sambandi við 50 ára haldið hjá SEV.

 

Roknskaparúrslit 2021

Úrslitið hjá SEV í 2021 var 44,2 milliónir krónur eftir skatt. Fíggjarætlanin var løgd til rættis við einum yvirskoti á 50,6 milliónir kr. eftir skatt, so hetta var í undirkantinum av einum nøktandi úrsliti.

Oljan er framhaldandi ein stór útreiðsla hjá SEV, og oljuútreiðslurnar eru tilsamans 183,7 milliónir krónur í 2021. Hetta er í søgu felagsins mesta oljunýtslan í einum ári, bæði í nøgd og í kostnaði. Seinkaður nýggjur grønur framleiðslumáttur, eitt ár har elframleiðslan við vindi og vatni hevur verið undir miðal og ein stór elnýtsla hava saman elvt til stóru oljunýtsluna.

Lyklatalið fyri nettoskuldina í mun til innløgu (á fakmáli stytt NIBD/EBITDA) er 5,9 ferðir, sum er undir mest loyvda markinum sambært innanhýsis ásetingini hjá felagnum á 6 ferðir. Lyklatalið fyri eginpeningspartin er 45,7% og hetta er omanfyri minst loyvda markinum sambært innanhýsis ásetingini hjá felagnum á 40,0%.

 

 

 

 

 

Fíggjarætlanin 2022

Fíggjarætlanin fyri 2022 er løgd til rættis uttan prísbroytingar. Hon gevur eitt ætlað yvirskot á 65,0 milliónir krónur fyri skatt og 53,3 milliónir kr. eftir skatt. Hetta er eitt nøktandi úrslit, og lyklatalið (NIBD/EBITDA) verður ætlandi 6,0 ferðir.

Komandi úrslitini hjá felagnum skulu liggja á hesum støði, nú stórar útbyggingar til gagns fyri veitingartrygdini, veitingarskylduni og grønu kósini eru á skránni, samstundis sum munandi eginfígging skal útvegast.

Í skrivandi løtu er kríggj brostið á millum Russland og Ukraina, og allur vesturheimurin íroknað Føroyar hevur sett ymisk tiltøk í verk móti Russlandi.

Spurningurin er, hvørt hetta eisini kemur at ávirka tørvin á elorku í Føroyum. Í fyrstu atløgu verður mett, at útflutningsvirkini koma at nýta ta ætlaðu nøgdina av elorku, men ótrygga støðan í Europa ger, at SEV væntar, at úrslitið gerst nakað lægri enn upprunaliga mett.

Hóast SEV hevur prístryggjað ætlaða tungoljukeypið fyri 2022, so kunnu íkoma viðurskiftir, sum gera, at høgi oljuprísurin kann koma at ávirka úrslitið fyri 2022 skeiva vegin.

 

Elfelagið ætlar sær í vár at útvega endurfígging av 1,4 mia. kr. av verandi skuld, sum fellur til gjaldingar í næstum og neyðugar trekningsrættir. Harumframt skal útvegast nýggj fígging á 0,9 mia. kr. til komandi útbyggingar.

 

 

 

Tíðin fyri framman

Vatnorkuverkið í Botni var ein sonn samfelagslig kollvelting fyri 100 árum síðan, og lutfalsliga skjótt var elorka grundarlagið undir nærum øllum virksemi í samfelagnum. Hyggjandi frameftir er ilt at meta um, hvussu orkuøkið sær út um 100 ár, men hyggja vit fram ímóti 2030 og málinum um 100 prosent burðardygga elorku á landi, er eyðsæð, at ein ovurhonds stórur felags innsatsur skal til.

Nevndin hevur fyrr sligið fast, at um stóra orkuskiftið, sum er fyri framman, skal eydnast, krevst í minsta lagi miðvíst og breitt samstarv millum politisku skipanirnar, orkumyndugleikan, SEV og onnur.

Semjuskjalið, sum landsmyndugleikin, kommunurnar og SEV hava skrivað undir, leggur upp til størri samstarv á orkuøkinum, og nevndin fer nú undir at viðgera ásetingarnar í skjalinum og at seta út í kortið, hvussu farast skal fram.

Risa stórar verkætlanir liggja fyri framman, sum vit fara undir við góðum treysti. Vit hava eitt felags mál, eitt framsøkið mál, sum bert kann røkkast við einum felags avriki.

Kári Johansen, nevndarformaður

22. apríl 2022

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking