Týdningarmikil kunning
Hetta eru treytirnar sum eru galdandi fyri avtalu tína við SEV um nýtslu av løðistøðum hjá SEV
Bílegging, fakturering og gjalding
Við skráseting og løðing á elbil.fo (SEV) verður gjaldskort títt skrásett, sum verður nýtt til at rinda fyri løðingina. Gjalding fer fram, so skjótt løðingin er liðug. Meirvirðisgjald 25% er íroknað prísinum.
SEV kunnar um prísir og broytingar í viðskiftatreytum umvegis heimasíðu okkara sev.fo.
Vernd av persónligum upplýsingum
Fyri at gera avtalu við SEV gjøgnum okkara vevsíðu elbil.fo má tú skráseta teg við fullum navni, bústaði, telefonnummari og telduposti. Vit skráseta tínar upplýsingar fyri at kunna veita tær ta tænastu og vøru, sum tú ynskir. Vit loyva okkum av og á at senda tíðindaskriv á skrásettu teldupost adressuna. Tú kannst altíð melda frá móttøku av hesum tíðindaskrivi.
Tá tú skrásetur tínar persónsupplýsingar gjøgnum vevsíðu okkara, merkir hetta at tú samstundis gevur samtykki til skráseting.
Tú hevur sjálv/ur ábyrgdina av at fráboða SEV um broytingar í persónsupplýsingum, sum hava ávirkan á veitingarnar.
Sev gongur undir almennar ásetingar um datavernd og fylgir ásetingum frá Dataeftirlitinum.
Løðispjaldur
Løðispjaldur er ókeypis.
Tú fært útflyggja løðispjaldur á høvuðsskrivstovuni hjá SEV, Landavegur 92, 100 Tórshavn.
Spjaldrið verður nýtt til at eyðmerkja teg sum kunda, umframt at byrja og enda løðing. Tú hevur ábyrgdina av tryggari varðveitslu av spjaldrinum, so at onnur ikki kunnu misnýta tað. Verður spjaldrið burturmist, eigur tú at boða SEV frá beinanvegin, og SEV vil steingja burturmista spjaldrið og flýggja tær eitt nýtt spjaldur.
Ábyrgd
SEV kann ikki ábyrgdast fyri ampa, tap ella aðrar beinleiðis- ella óbeinleiðis avleiðingar av einhvørjum slag, sum kundar ella onnur verða fyri orsaka av, at løðistøðin ikki er virkin ella á annan hátt ikki virkar sum ætlað.
SEV bjóðar løðiloysn, vørur og tænastur knýttar at løðing av elektriskum akførum, herundir fakturerings- og gjaldsloysnir (allar veitingar frá SEV verða herundir nevndar Tænasturnar).
Við at skráseta teg á heimasíðu okkara og við at nýta løðiloysnirnar, útgerð ella tænastur hjá SEV, gevur tú - (Kundin) samtykki til innihaldið í hesum treytum (Treytirnar).
Tænasturnar kunnu bert nýtast á støðum, sum verða riknar av SEV og/ella samstarvsfeløgum hjá SEV.
Treytirnar kunnu broytast. Tær til hvørja tíð galdandi Treytir eru á heimasíðuni sev.fo.
Kundin má vera 18 ár ella eldri fyri at nýta Tænasturnar. Um Kundin gevur triðjamanni atgongd til Tænasturnar, er Kundin undir fullari rættarligari og fíggjarligari ábyrgd fyri nýtsluni og at Treytirnar verða hildnar. Kundin hevur sjálvur ábyrgdina av, at tey sum vegna Kundan nýta Tænasturnar, kenna til og ganga undir Treytirnar.
Fyri at kunna nýta Tænasturnar, má Kundin eyðmerkja seg við at nýta løðispjaldri ella farappina.
Nýtsla av Tænastunum gjøgnum løðispjaldur ella farappu krevur, at Kundin skrásetur seg hjá SEV við teimum persónsupplýsingum, sum neyðugir eru fyri at kunna bjóða nevndu Tænastur, sí eisini punkt. 5.1 og 5.2.
Kundin kann nýta Tænasturnar í mun til teir til einahvørja tið galdandi prísir, sum síggjast á www.sev.fo
Kostnaðurin fyri Tænasturnar verður roknaður, tá løðingin er liðug. Prísurin inniheldur m.a. kostnað fyri løðitíð og mongd, møguligar kostnaðir av at rinda við gjaldskorti og meirvirðisgjald og møgulig avgjøld.
Goldið verður beinanvegin løðingin er liðug við at peningurin verður trektur av tí gjaldskorti, sum Kundin hevur knýtt at sínum brúkara/ løðispjaldri.
Fyri at stovna kundasamband við SEV, má Kundin skráseta seg á elbil.fo/leinkja við hesum upplýsingum:
SEV viðgerð persónsupplýsingar hjá Kundanum við tí endamáli at bjóða tær tænastur og vørur, Kundin hevur tørv á. Tá persónsupplýsingar verða savnaðar, tryggjar SEV at Kundin við at skráseta seg hevur samtykt í at nevndu upplýsingar verða skrásettir og goymdir og at Kundin er kunnaður um hvørjar upplýsingar verða savnaðar og hvat endamálið. SEV goymir persónsupplýsingarnar hjá Kundanum so leingi tað er neyðugt fyri at veita tænastuna, Kundin hevur umbiðið. Kundin hevur sjálvur ábyrgdina av at upplýsa SEV um broytingar av persónsupplýsingum, sum kunnu hava ávirkan á veitanina av Tænastunum.
Við skrásetan av kundasambandi og stovnan av brúkarakontu er tað Kundans ábyrgd at tryggja, at neyðugar brúkaraupplýsingar, herundir gjaldskortupplýsingar, eru rættar. Tá skrásetingin er lokin, fær Kundin váttan um skrásetingina við telduposti, og fær hereftir fulla atgongd til Tænasturnar og sína vangamynd. SEV ber ikki ábyrgd at skeivum upplýsingum.
Skrásett kundasamband kann ikki flytast øðrum. Egið kundaviðskifti má stovnast í hvørjum einstøkum føri.
Kundin hevur ábyrgdina av tryggari varðveitslu av spjaldrinum, so at onnur ikki kunnu misnýta tað. Verður spjaldrið burturmist, eigur kundin at boða SEV frá beinanvegin, og SEV vil steingja burturmista spjaldrið og flýggja kundanum eitt nýtt spjaldur.
Tað er ikki loyvt at lata øðrum Kundum løðispjaldri. Aðrir Kundar eiga at bíleggja sítt egna spjaldur.
Kundans egnu spjaldur ella spjaldur frá øðrum veitarum enn SEV kunnu ikki knýtast til vangamyndina hjá SEV.
Kundin hevur sjálvur ábyrgdina av at uppsiga avtaluna og strika sína egna vangamynd á elbil.fo. Tá hetta er gjørt, verður brúkarakontan gjørd óvirkin og nýtsla av Tænastunum gjøgnum løðispjaldur og/ella farappu er ikki møgulig. Um SEV ikki hevur útistandandi við Kundan, ella seinri, tá møguligt útistandandi er uppgjørt, verður brúkarakontan, herundir allir persónsupplýsingar, strikaðar av SEV innan 14 dagar.
Krav um endurgjald skal setast SEV innan 60 dagar frá tí degi, tá mangulin ella manglandi Tænastan varð ella átti at verið staðfest. Endurgjaldskravið skal vera skrivligt.
Endurgjaldskravið skal týðiliga vísa á, av hvørjum slagi feilurin er, umframt tíð, dagfesting og staðseting. Um SEV ikki fær hesar upplýsingar á rættan hátt, ella um upplýsingarnar eru skeivar, hevur SEV ikki møguleika at viðgera endurgjaldskravið og/ella rætta feilin.
Váttan um móttøku av endurgjaldskravið verður send innan 48 tímar frá móttøku gerandisdagar. SEV viðgerð endurgjaldskrøv skjótast gjørligt.
Um eitt endurgjaldskrav víðvíkjandi løðikostnaði verður góðtikið, skal SEV veita endurgjald fyri ta skeivu upphæddina. Verður endurgjaldskravið hinvegin avvíst, fær Kundin eina skrivliga grundgeving.
Roynt eigur fyrst at royna at loysa ósemjur í sátt og semju. Føroyskur rættur er galdandi og Føroya Rættur er vernating.
SEV tilskilar sær rættin at steðga ella avmark nýtslu Kundans av Tænastunum, um Kundin misheldur treytirnar. Dømi um týðandi mishald kunnu vera, tó ikki avmarkað til:
Kundin ábyrgdast yvir fyri SEV fyri skaða á útgerð hjá SEV sambært vanligum endurgjaldsrættarligum reglum.
Er illgruni um misnýtslu av spjaldri, skal Kundin seta seg í samband við SEV fyri at steingja fyri nýtslu av Tænastunum. Hetta er galdandi tá, tó ikki einans avmarkað til:
Kundin hevur sjálvur ábyrgdina av at boða frá hjá SEV fyri at forða fyri ella minka um skaða. Hetta verður gjørt á telefon 346800.
Kundin hevur eisini ábyrgdina av at fráboða møguliga misnýtslu av gjaldskorti til penginastov sín og fráboða møgulig aftursóknarkrøv í hesum sambandi.
Kundin hevur sjálvur ábyrgdina av at fylgja vegleiðing í at nýta Tænasturnar á rættan hátt. SEV ber ikki ábyrgd av vansum, tapi, skaða ella øðrum rættarligum ella fíggjarligum avleiðingum av, at Kundin ikki nýtir Tænasturnar á rættan hátt.
Um Kundin hevur trupulleikar við Tænastunum, eigur Kundin at seta seg í samband við SEV, so SEV kann finna feilin.
SEV strembar eftir at kunna møguligt óvirki ella møguligar avmarkingar í Tænastunum, so skjótt SEV er varugt við tað við at nýta hóskandi samskiftishættir.
SEV fráskrivar sær alla ábyrgd av rættarligum, fíggjarligum, beinleiðis ella óbeinleiðis avleiðingum fyri Kundan av at Tænasturnar eru óvirknar, avmarkaðar ella á annan hátt vantandi og/ella manglar eru, annað enn at SEV hevur skyldu til at endurrinda møguligar skeivt faktureraðar upphæddir. Hetta fatar um, men er ikki avmarkað til, løðistøðir sum lutvís ella heilt eru ikki í rakstri, ella sum á annan hátt ikki virka sum ætlað, óansæð orsøk.
Tey ymsu løðitilboðini, sum verða bjóðaði av ella gjøgnum SEV kunnu hava serskildar garantitreytir. Afturat seljarans vørugaranti sum er ásett í garantitreytunum fyri vøruna, kann onnur lóggáva verja brúkarar um manglar skuldu verið við Tænastunum hjá SEV.
SEV hevur ikki ábyrgd av rættarligum, fíggjaligum ella beinleiðis ella óbeinleiðis avleiðingum fyri Kundan av, at tað eru manglar við egnari útgerð/bili, útgerð frá triðja parti og/ella løðing av bilum, sum víkja frá uppruna standardi. Hetta fatar um men er ikki avmarkað til:
SEV hevur ikki ábyrgd av rættarligum, fíggjarligum ella veruligum beinleiðis ella óbeinleiðis tapum, vansum ella øðrum avleiðingum fyri Kundan av, at:
SEV hevur ikki ábyrgd av, at Kundin parkerar ella flytir sítt akfar í samsvari við lóg, forskriftir ella privatar parkeringsreglur, ásettar av almennum ella kommunalum stovni ella av privatari fyritøku (herundir samstarvsfelagar hjá SEV).
SEV kann ikki garantera atgongd beinanvegin til løðistøðina, sum Kundin hevur valt, um atgongdin er avmarkað.
SEV hevur ikki ábyrgdina av skaða ella tapi sum er uttan fyri rímuliga stýring ella ávirkan hjá SEV, ella sum fylgja av force majeure ella force majeure líknandi støðum, og sum SEV ikki átti at hava forútsæð ella við rímuligheit sloppi sær undan ella avmarkað. Hetta umfatar, men er ikki avmarkað til, náttúruvanlukkur, lóggávu, avgerðum og átøkum hjá almennum myndugleika, kríggj, herverk, vansketni ella seinking í levering, telefonsambandi ella aðrar ferðslu- og samskiftissambond og flutningur, verkfall, útihýsing ella líknandi viðurskifti. Fyrivarni um verkfall, útihýsing og stongsul er eisini galdandi, um SEV er fyri hesum atgerðum.
SEV hevur undir ongum umstøðum ábyrgd av vansum, tapi ella skaða, sum standast av manglandi ella ófullfíggjaðari streymveiting.