Sjóvindmyllulund eystan fyri Nólsoynna

Sjóvindmyllulund eystan fyri Nólsoynna

Føroya fyrsta sjóvindmyllulund verður møguliga veruleiki um nøkur ár. Eitt øki eystan fyri Nólsoynna skal kannast nærri til endamálið. Ein sjóvindmyllulund kann framleiða eins nógvan burðardyggan streym sum fimm vindmyllulundir á landi.

Mett framleiðsla
420
GWt
Til samanberingar er vind-myllulundin í Húsahaga 12 MW.

SEV fer undir at kanna møguleikan fyri at staðseta eina 96-120 MW sjóvindmyllulund í Føroyum við eini mettari úrtøku á 420-520 GWt. Til samanberingar er vindmyllulundin í Húsahaga 12 MW.

– Tað er av alstórum týdningi at fáa ferð á grønu útbyggingarnar, um vit skulu gera okkum nakra vón um at gerast leys av oljuni í 2030. Í løtuni eru stórar avbjóðingar við útbyggingum á landi, og tí fara vit nú undir at kanna møguleikarnar fyri vindorkuútbygging úti á sjóøki, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV.

Æltanin er at staðseta fyrstu sjóvindmyllulundina eystan fyri Nólsoynna, og har eru kanningar settar í verk, sum fevna um dýpdar-, botn-, aldu- og vindviðurskifti, umframt at umhvørvisárinsmetingar eisini verða gjørdar.

Umsókn er send myndugleikunum um loyvi til at fara undir hetta arbeiðið. Eisini skulu kanningar gerast av íbinding og flutningi av orkuni, ið kemur frá eini sjóvindmyllulund. Somuleiðis verða metingar gjørdar, hvørji tiltøk skulu gerast fyri at tryggja framhaldandi støðufesti í elskipanini.

Stór íløga

Fígging er sjálvandi ein avgerandi fortreyt fyri einhvørjari verkætlan, og fyribils metti kostnaðurin av sjóvindmyllulundini fer at liggja millum 1,4 og 1,9 milliardir krónur. 

Smáar tvær milliardir krónur er ein stór íløga, men SEV metir, at fíggingin kann fáast til vega ígjøgnum eitt breitt samstarv millum fleiri føroyskar fyritøkur. Eitt nú verandi orkuveitarar, aðrar størri fyritøkur og íleggjarar.

Ein so stór útbyggingarverkætlan hevur nógv avleitt virksemi við sær, og samstarv um verkætlanina hevði verið til gagns fyri allar partar.

– Vit vita, at vindorka roynist væl sum burðardygg orkukelda í Føroyum. Ein trupulleiki seinastu árini hevur tó verið at koma á mál við ætlaðu vindorkuútbyggingunum ymsastaðni á landi í Føroyum. Ein sjóvindmyllulund kundi verið ein góð loysn á grønu kósini – eins væl og til økt vinnuvirksemi, sigur menningarleiðarin hjá SEV.

"Smáar tvær milliardir krónur er ein stór íløga, men SEV metir, at fíggingin kann fáast til vega ígjøgnum eitt breitt samstarv millum fleiri føroyskar fyritøkur"

Netútbygging og pumpuskipan

Ein pumpuskipan í Vestmanna er ein onnur avgerandi fortreyt fyri eini so stórari vindmyllulund. Yvirskotsorka frá vindi, sum annars hevði farið til spillis, skal brúkast at reka pumpuskipanina. Tað vil siga, at vindorka, sum ikki verður brúkt í elskipanini eitt ávíst tíðarbil, tí nóg mikið av óstøðugum vindi er partur av elframleiðsluni ta løtuna, skal brúkast at pumpa vatn úr byrgingini í Heygadali í Vestmanna niðan aftur á Mýrarnar. Hetta er ein háttur at goyma orkuna t.d. til minni vindur aftur er í skipanini. 

Harafturat skal pumpuskipanin sum partur av vatnorkuni í framtíðini vera við til at skapa kjarnan og støðufestið í elskipanini, sum í løtuni fæst frá oljuverkunum, sum er trygg orka til at stabilisera elskipanina. Somuleiðis verður neyðugt at gera tillagingar á netinum, soleiðis at orkan kann fáast til høldar í elskipanini.

– Vit hava góðar vónir um, at hetta letur seg gera um okkara leiðir, men skal ein slík verkætlan rúmast í elskipanini, er neyðugt, at ferð eisini kemur á umleggingina av upphiting og flutningi í samfelagnum, sigur Terji Nielsen.

Um loyvi fæst til at gera innleiðandi kanningararbeiði av eini sjóvindmyllulund í 2021, kann projektering fara fram í 2022, uppseting, kaðallegging og annað í 2023 og 2024, og møguliga kann farast undir elframleiðslu frá eini sjóvindmyllulund í 2025.

"Vit vita, at vindorka roynist væl sum burðar­dygg orkukelda í Føroyum. Ein trupulleiki seinastu árini hevur tó verið at koma á mál við ætlaðu vindorkuútbyggingunum ymsastaðni á landi í Føroyum"
Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking