Sjóvarfalsverk framleitt streym inn á netið

Sjóvarfalsverk framleitt streym inn á netið

Seint á heysti 2020 náddu SEV og svenska hátøknifyritøkan, Minesto, einum søguligum varða, tá ið streymur frá sjóvarfalsorku fyri fyrstu ferð varð latin inn á føroyska elkervið. Talan er um íverkseting og royndir við sjóvarfalsdrekanum í Vestmannasundi.

Mett sjóvarfallsorka
150
MWt
Tá mest eftirspurningur er eftir elorku í Føroyum, er framleiðslan oman fyri 60 MW.

Nógvar avbjóðingar hava verið við sjóvarfalsverkinum í Vestmannasundi, men tað hevur støðugt gingið framá. Nógv bendir á, at talan verður um eina sólskinssøgu innan varandi orkuframleiðslu, nú flestu forðingar eru fingnar av vegnum.

– Hetta er ein søgulig løta og eitt risa fet framá fyri Minesto og menningina av okkara serstøku tøkni. Vit eru serliga fegin um framleiðslustøðið á skipanini. Nú gleða vit okkum til at halda fram við arbeiðinum í Vestmannasundi og okkara framtíðarsamstarvi við SEV, segði Dr. Martin Edlund, forstjóri í Minesto, tá elorka frá sjóvarfalli fyri fyrstu ferð var latin inn í føroysku elskipanina í november 2020.

Eftir at undirstøðukervið við fundamenti á havbotninum, sjókaðli og transformarastøð á landi var liðugt sett upp, setti Minesto eisini sjóvarfalsdrekan út, og síðst í november 2020 var farið undir royndarframleiðslu við sjóvarfalsorkuverkinum. Sonevnda DG100 skipanin fevnir um ein dreka, tjóður og botnfesti. Botnfestið ger tað møguligt hjá drekanum at flyta seg í sjónum í einum áttatali.

Royndarkoyringin av DG100 orkuverkinum merkir, at Minesto við serstøku Deep Green-tøknini nú kann framleiða burðardygga elorku úr sjóvarfallinum í Vestmannasundi inn á føroyska elkervið.

Nevndarformaðurin í Minesto, Jonas Millqvist, fegnast somuleiðis um úrslitið.

– Hetta er eitt virðismikið fet fram móti at fáa staðfest tøknina hjá Minesto í burðardyggari orkuvinnu á sama støði sum eitt nú sjóvindmyllur. Vit flyta okkum nú frá einstøkum til størri uppsetingar eftir sama leisti, sum varð nýttur innan vindorku, sigur nevndarformaðurin í svensku tøknifyritøkuni.

Sjóvarfalsorka er forsøgin orka

Orka framleidd úr sjóvarfalli er serstakliga áhugaverd. Talan er um støðugastu varandi orkukeldu á okkara leiðum. Í mun til vind-, vatn- og sólorku, sum eru tongdar at veðrinum og harvið eru óstøðugar orkukeldur, ber altíð neyvt til at siga, nær og hvussu hart rákið er og verður kring oyggjarnar. Sostatt er talan um stórt nýbrot innan orkuframleiðslu.

Altjóða viðurkendir serfrøðingar meta, at mátturin í sjóvarfallinum um allan heim svarar til 80 GW. Sjóvarfalsorkan kring Føroyar verður mett til 1 GW. Væntandi fer at bera til at gagnnýta 15-20 prosent av føroysku sjóvarfalsorkuni, ið svara til 150-200 MW. Til samanberingar kann nevnast, at tá mesti eftirspurningur er eftir elorku í Føroyum, er samlaða framleiðslan nakað oman fyri 60 MW. Av tí sama, er potentialið í hesi orkukelduni ómetaliga stórt.

Ymiskt er, hvussu tað rekur á ymsu firðunum, so um sjóvarfalsturbinurnar verða spjaddar kring oyggjarnar, ber til at hava sjóvarfall sum ein støðugan part av varandi orkukeldunum í framtíðini.

Fyrsta sjóvarfalsorkuverkið i Vestmannasundi hevur fingið navnið Havfrúgvin. Tað var Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum skeyt upp at nýta navnið Havfrúgvin, tá hann vitjaði á staðnum á sumri 2020. Hetta hildu umboð fyri Minesto og leiðslan í SEV vera eitt frálíkt hugskot, tí navnið Havfrúgvin stavar frá fyrsta 4-mannafarinum, sum varð smíðað í Vestmanna í 1906. Góð 20 ár seinni fingu vestmenningar fyrsta 5-mannafarið til kappróður, ið eisini fekk navnið Havfrúgvin.

"Í mun til vind-, vatn- og sólorku, sum eru tongdar at veðrinum og harvið eru óstøðugar orkukeldur, ber altíð neyvt til at siga, nær og hvussu hart rákið er og verður kring oyggjarnar"

Týðandi stuðul frá ES

Í 2019 læt ES 2,5 milliónir evrur – svarandi til slakar 19 milliónir krónur – í stuðli til sjóvarfalsverkætlanina í Vestmannasundi.

– Hetta eru sera góð tíðindi fyri Minesto og samstarv okkara við SEV um sjóvarfalsorku í Føroyum. ES vísir enn einaferð, at tey hava álit á okkara slóðbrótandi tøkni og ætlanum um at íverkseta tøknina, segði Dr. Martin Edlund, forstjóri í Minesto tá við heimasíðuna hjá SEV.

Tær 2,5 milliónir evrurnar frá ES vóru latnar til arbeiðið at seta tveir Deep Green-drekar út í Vestmannasund fyri síðani at fáa til vega orkuna, sum drekarnir framleiða úr sjóvarfallinum. SEV og Minesto hava formliga samstarvað um sjóvarfalsorkuna síðani november 2018.

Fyribils sær væl út við royndunum, og alt eftir hvussu tøknin hjá Minesto roynist, kann sjóvarfalsorka gerast ein virðismikil, bíligur og tryggur partur av samansetingini av orkukeldunum í elorkuframleiðsluni í Føroyum.

"Hetta er ein søgulig løta og eitt risa fet framá fyri Minesto og menningina av okkara ser­støku tøkni"

FAKTA

Tað var í 2018, at SEV og Minesto, sum er millum fremstu mennarar av havorkutøkni, byrjaðu at fyrireika sjóvarfalsverkætlanina í Vestmannasundi.

Fyritøkan Minesto varð sett á stovn í 2007 av svensku loftframleiðslufyritøkuni, Saab. Síðani tá hevur Minesto havt sera hepna hond við at menna einastandandi tøkniskipanina, nevnd Deep Green-tøknin.

Umleið 50 fólk starvast hjá Minesto við høgum tøkniligum førleika og víðfevndum royndum at menna nýggja tøkni. Toymið hjá Minesto telur royndar verkfrøðingar við ógvuliga ymiskari bakrund, ið fevna um tøkniligu økini hjá fyritøkuni. Talan er m.a. um at sniðgeva eftirlitsskipanir, vætumátt (hydrodynamik), simulering og menning av mekaniskum konstruktiónum.

Millum starvsfólkini hjá Minesto eru fólk, sum áður hava starvast í hátøkniligum fyritøkum sum Saab Aircraft, Volvo Truck Corporation og Bofors Missile Systems.

Minesto samstarvar við alheimsfyritøkur og granskingarstovnar við fremstu vitan um og framleiðslu av framkomnari tøkni av ymsum slagi.

Umframt í Svøríki hevur fyritøkan virksemi í Wales, Norðurírlandi og Taiwan. Høvuðssætið liggur í svenska býnum, Göteborg. Høvuðseigararnir í fyritøkuni eru BGA Invest og Midroc New Technology. Minesto partabrævið er skrásett á Nasdaq First North Growth Market í Stockholm.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking