Klárt var at seta nýggju motorarnar á støð 3 á Sundsverkinum í royndarframleiðslu um ársskiftið 2019-2020, eftir at teir vóru royndarkoyrdir.
Nýggja støð 3 á Sundsverkinum hevur ein avgerandi leiklut í veitingartrygdini hjá Føroyum, sum er avbyrgt oyggjasamfelag. Sundsverkið fer í nógv ár frameftir at kunna framleiða elorku til alt føroyska samfelagið, um tað t.d. skortar við grønari elorku.
Framtíðar leikluturin hjá Sundsverkinum í føroysku elskipanini svarar til kaðalsambandið, sum londini á evropeiska meginlandinum hava sínámillum, har tey kunnu keypa elorku frá hvørjum øðrum, um tey ikki megna at framleiða nóg mikið til sín sjálvs.
Sundsverkið verður sostatt tryggi mátturin, meðan næstu árini verða brúkt til at útbyggja grønu elframleiðsluna fram ímóti málinum um 100% grøna elorku á landi í Føroyum í 2030.
- Sundsverkið ger okkum før fyri at halda fram við grønu útbyggingunum á tryggum grundarlagi. Sostatt kunnu vit leggja alla okkara arbeiðsmegi í grønar útbyggingar og menning av netinum í komandi árum, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluni hjá SEV.
Royndarframleiðslan varð sambært byggiætlanini sett til tveir mánaðir, og apríl 2020 varð eftir ætlanini settur sum yvirtøkumánaður.
Allir motorarnir á støð 3 vóru royndarkoyrdir í november 2019, og serliga innkoyringin av motorunum inn í samlaðu elskipanina byrjaði um ársskiftið við royndarframleiðsluni, sum hevði við sær, at tveir nýggir motorar í senn skuldu framleiða inn á netið.
Royndarframleiðslan var týðandi partur av avtaluni við motorveitaran, og hetta skuldi avgreiðast, áðrenn SEV skuldi yvirtaka støð 3. Um náttina og í vikuskiftinum er tørvurin á elorku væl minni enn í gerandisdegnum, og tískil var lagt upp fyri, at grøn orka kundi fara til spillis í royndartíðarskeiðnum.
- Hóast nóg mikið er av grønari orku, vórðu vindmyllurnar og vatnturbinurnar stundum steðgaðar í hesum tíðarskeiðnum, tí nýggju motorarnir, sum motorvóru í serligu innkoyringini sambært avtaluni við veitaran, skuldu hava framíhjárætt at framleiða inn á netið, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri.
Henda støðan hevur havt við sær, at SEV seinastu árini hevur valt at hava vatnbyrgingarnar fullar fyri at hava sum mest av vatni á goymslu, um tekniskir trupulleikar tóku seg upp á oljuverkunum. Vatngoymslurnar í Vestmanna og á Eiði røkka til tríggjar vikur.
- Fullar vatngoymslur elva eisini til, at vatnið stundum rennur yvir, og í 2019 mistu vit tilsamans 5 GWt upp á hesa kontuna. Tað svarar til 1,4 prosent av allari elframleiðsluni í 2019. Vatnorkuskipanin er heldur ikki gjørd til at klára tey allarstørstu regnskolini, tí tá skulu byrgingarnar vera nærum tómar, um tær skulu taka ímóti øllum, sigur Heri Mortensen.
Tað var eitt alneyðugt stig at taka, tá eykaaðalfundurin hjá SEV í september 2016 endaliga samtykti at byggja støð 3 og harvið økja motormáttin á Sundsverkinum.
- Nú fer at bera betur til at framleiða skynsamari við vatnorkuni og vindorkuni. Vit rokna við at framleiða í longri tíðarskeið til alt meginøkið einans burtur úr vatni og vindi, nú Sundsverkið alla tíðina verður til reiðar við tryggari orku, um tað skuldi staðið á við grønu orkukeldunum, greiðir deildarstjórin frá. Heri Mortensen sipar til, at tey tíðarskeið, tá tørvurin á elorku hevur verið stórur, samstundis sum liggjandi góðveður hevur verið í fleiri vikur – antin um summarið ella á vetri við kulda og stilli – hevur øll elveitingin verið undir trýsti.
- Tað hevur t.d. ikki verið gjørligt at taka stórar motorar úr rakstri til viðlíkahald, og tað hevur heldur ikki verið pláss fyri, at brek tóku seg upp í nøkrum av stóru motorunum. Tíbetur eru vit sloppin undan størri tekniskum trupulleikum hesi árini, meðan vit hava bygt støð 3, staðfestir Heri Mortensen.
Støð 3 á Sundsverkinum hevur við sær, at framleiðslumátturin verður nøktandi í rúma tíð. Um eingin vindur er, og vatngoymslurnar eru lítlar, megna oljuverkini eltørvin einsamøll, samstundis sum rúm er fyri regluligum umvælingum av motorunum.
Støð 3 á Sundi hýsir fýra nýggjum motorum við einum samlaðum motormátti á 37 MW. Saman við eldra partinum av Sundsverkinum – støð 1 og 2 á 45 MW – er mátturin á Sundverkinum tilsamans 82 MW. Til samanberingar kann nevnast, at eftirspurningurin eftir elorku í meginøkinum vanligar dagar liggur á 50-55 MW, og hægsti tørvur á elorku nakrantíð er skrásettur til 62 MW – tað var í november 2019.
Í meginøkinum hevur SEV aðrar dieselmotorar við einum samlaðum mátti á góð 17 MW, harav 11 MW eru tiltaksmotorar í bingjum, sum kunna flytast eftir tørvi. Sostatt hevur SEV ein samlaðan tryggan motormátt á 100 MW í meginøkinum.
Haraftrat kemur sveiggjandi mátturin, sum er vatnorkan og vindorkan, ið eru tongd at veðrinum. Vatnorkuverkini hava ein samlaðan mátt á 37 MW, og vindmyllurnar hava ein mátt á 18 MW. Saman við trygga máttinum á 100 MW er talan um ein fram- leiðslumátt í meginøkinum á tilsamans 155 MW.