KT-brotsfólk fara miðvíst eftir starvsfólkunum, tá ið tey royna at útvega sær atgongd til KT-skipanir hjá stórum fyritøkum.
SEV roynir tí áhaldandi at menna tilvitskuna hjá starvsfólkunum um at vera ansin – at vera á KT-varðhaldi. Øll starvsfólk hjá SEV vóru í 2019 biðin um at taka eina talgilda roynd um KT-trygd, sum KT-deildin skipaði fyri. Harumframt skipaði KT-deildin fyri upplýsandi tiltøkum á ymisku arbeiðsplássunum hjá SEV kring landið.
- KT-trygd snýr seg um alt frá einum góðum vana at læsa telduna, tá ið tú fert frá henni, og til sum heild at vera varin á netinum og sosialum miðlum. Starvsfólk, sum eru gáloysin við KT-trygdini, eru í roynd og veru ein hóttan ímóti fyritøkuni, uttan at tey vita av tí, sigur Niels Hansson, KT-leiðari hjá SEV.
Hann vísir á, at einki hol skal vera í KT-skipanini, og starvsfólk, sum eru tilvitað um KT-trygd, eru ein munagóður háttur at fyribyrgja holum í KT-skipanum. Áhaldandi upplýsing um KT-trygd og støðugt eftirlit við KT-førleikunum og tilvitskuni hjá starvsfólkahópinum verður rópt “Awareness”, ið er ein altjóða viðurkendur arbeiðsháttur, sum KT-leiðslur brúka.
- Vit leita alla tíðina eftir møguligum veikum liðum í skipanini fyri at styrkja teir, sigur Niels Hansson, KT-leiðari hjá SEV.
Niels Hansson, KT-leiðari.
Elskipanin hjá SEV – bæði elframleiðsla og elnet – er vorðin alt meira knýtt at KT seinastu 20 árini. Seinnu árini er KT eisini vorðin ein týðandi partur av samskiftinum við kundarnar t.d. ígjøgnum fjaravlisnar elmálarar og sjálvavgreiðsluna á heimasíðuni.
KT-trygdin hjá SEV er í tráð við ISO 27001-leistin um KT-trygd, og KT-virksemið hjá elfelagnum er skipað sambært galdandi føroyskari lóggávu og í samsvari við ES-fyriskipanina um dátuvernd Genereral Data Protection Regulation (GDPR).