Sólorkulund sett í rakstur í Sumba

Sólorkulund sett í rakstur í Sumba

SEV hevur sett eina sólorkuskipan upp í Sumba, sum skal veita elorku svarandi til elnýtsluna hjá 32 húsarhaldum. Talan er um fyrstu veruligu royndina at byggja størri nøgdir av sólorku inn í føroysku elskipanina.

Í november 2019 var fyrsta stóra sólorkuskipanin í Føroyum knýtt í elskipanina, tá ið SEV setti eina 246 kW stóra sólorkulund í rakstur í Sumba. Talan er um eina royndarverkætlan, ið er sett upp á gamla fótbóltsvøllinum við Krossin í Sumba.

- Tað var lutfalsliga ómakaleyst at seta royndarskipanina á ein slættan fótbóltsvøll, og av hesi orsøk gjørdist verkætlanin eisini bíligari. Sumbiar kommuna skal hava takk fyri, at hon bjóðaði SEV henda møguleikan, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV.

Sólorkuskipanin verður mett at framleiða 160 MWt árliga. Tað svarar til elnýtsluna hjá 32 vanligum húskjum. Verður sólorka partur av orkusamansetingini í Suðuroy saman við vatnorkuni og oljuni á Vágsverkinum, kann hon spara Vágsverkinum uml. 35 tons av olju um árið.

Sólorkuskipanir eru skjótar at seta upp, og viðlíkahaldið er avmarkað. Undirstøðið til sólorkuskipanina var stoypt í oktober 2019, og stutt eftir var skipanin sett upp við einari transformarastøð, sum flytur elorkuna frá sólorkulundini inn á háspenningarnetið.

Hóast fáir sóltímar eru á vetrartíð, kunnu virðismiklar royndir gerast av, hvussu stór roynveruliga úrtøkan av sólorku er um veturin. Royndarverkætlanin skal eisini vísa, hvussu sólpanel hátta sær í føroyska veðurlagnum – hvussu væl tey tola veður og vind. Partur av verkætlanini er somuleiðis ein mátistøð, sum mátar vind, vætu, ætt, hita og sólargeisling.

“Sólorkan er serstakliga áhugaverd í summarhálvuni, tá ið lutfalsliga nógvir sóltímar eru í Føroyum, samstundis sum tað ofta er lítið av vatni og vindi til vatnorkuverkini og vindmyllurnar”
Mett framleiðsla
160
MWt
Mett árlig framleiðsla svarar til elnýtsluna hjá 32 vanligum húskjum

GOTT ÍSKOYTI UM SUMMARIÐ

Sólorkan er serstakliga áhugaverd í summarhálvuni, tá ið lutfalsliga nógvir sóltímar eru í Føroyum, samstundis sum tað ofta er lítið av vatni og vindi til vatnorkuverkini og vindmyllurnar.

- Sólorkan sum heild er ein áhugaverd orkukelda, haðani tað er møguligt at fáa fimm-sjey% av árligu elframleiðsluni, sum er mett til 600 GWt í 2030. Eitt sera gott ískoyti á grønu kósini – serliga um summarið, sigur Terji Nielsen.

Sólorkuskipanin í Sumba framleiðir elorku bæði burtur úr beinleiðis sólargeislum og óbeinleiðis sólargeislum í ljósinum, og tí er henda skipanin væl egnað at brúka í Føroyum, sjálvt um sólin ikki skínur alla tíðina. Tað fæst nógv meira orka burtur úr beinleiðis sólargeislum enn burtur úr ljósinum.

Terji Nielsen vísir á, at sólorkuskipanirnar eru seinnu árini vorðnar alsamt bíligari. Kostnaðurin á sólorkutøknini er fallin meira enn 75% síðani 2006. Tískil eru tær eisini áhugaverdar fyri eitt lítið oyggjasamfelag sum Føroyar. Ein sólorkuskipan í Føroyum fer kortini ongantíð at framleiða líka nógv, sum slíkar skipanir framleiða í teimum sólríkaru londunum.

Sólorkuskipanin í Sumba kostar tríggjar mió. kr., og hon er bygd og sett upp í samstarvi millum donsku fyritøkuna, Solar Polaris, og týsku fyritøkuna, BayWa. Harumframt hevur Articon stoypt undirstøðið, gjørt girðing rundan um sólorkulundina og staðið fyri elarbeiðinum.

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2019
Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2019
Tak niður fulla versjón
Ársroknskapur 2019
Ársroknskapur 2019
Tak niður roknskapartøl
Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking