Tá Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, setti seg í stjórastólin í elfelagnum fyri góðum 10 árum síðani, var tað við stórari virðing fyri teimum, sum longu høvdu gingið undan á elorkuøkinum í fleiri áratíggju.
- Eg var tilvitaður um, at SEV er ein interkommunalur felagsskapur, sum við slóðbrótandi arbeiði eigur sín stóra lut í, at Føroyar gjørdust eitt framkomið samfelag, sigur Hákun Djurhuus, tá hann bæði lítur aftur á søguna hjá elfelagnum og sína egnu tíð í stjórasessinum.
Hákun Djurhuus visti, at hann kom til eina fyritøku, sum ikki bert skuldi rekast víðari í einum dagligum virksemi, men at talan var um ein felagsskap við serligum týdningi fyri føroyska samfelagið – samfelagsins lívæðr.
- Tað er týdningarmikið fyri SEV áhaldandi at seta sær nýggj og mennandi mál vegna alt samfelagið, samstundis sum vit alla tíðina tryggja borgarum, vinnulívi og almennu skipanini eina støðuga elveiting alt samdøgrið, sigur Hákun Djurhuus.
SEV-stjórin er sannførdur um, at sama hvussu politiski myndugleikin velur at skipa elorkuøkið í Føroyum frameftir, so fer SEV framhaldandi at hava slóðbrótandi leiklutin.
- Vit noyðast alla tíðina at hugsa framtíðarmyndir – bæði um elorkutørvin, veitingartrygd og grøna orku. Tað er SEV, sum altíð skal elføða alt samfelagið, og tískil liggur slóðbrótandi virksemið í DNA’num hjá elfelagnum, sum verður 75 ár 1. oktober 2021, staðfestir Hákun Djurhuus.
SEV-stjórin vísir á, at grøna kósin og málið um 100% grøna elorku á landi í Føroyum í 2030 er mest umfatandi málið, SEV nakrantíð hevur sett sær í nýggjari tíð. Stjórin tók sjálvur hetta stigið saman við táverandi nevnd í 2014, tá vindmyllulundin í Húsahaga varð alment tikin í nýtslu 9. oktober hetta árið.
- Eg var sannførdur um, at elorka er loysnin upp á veðurlagsavbjóðingina, og Føroyar kundu gerast eitt áhugavert royndarøki. Skuldu vit koma víðari á hesi leið, so var neyðugt at seta eitt framsøkið og ítøkiligt mál, sum veruliga kundi flyta okkum frameftir. Og tað var sera hugaligt, at landsstýrið, vinnulívið og aðrir partar í samfelagnum tóku undir við hesum máli, tó at vit framvegis kjakast um, hvussu vit røkka málinum, sigur Hákun Djurhuus.
Hann metir, at vit eru komin rættiliga langt á grønu kósini eftir góðum fimm árum, tó at elorkan var bert 40% grøn í 2019, sum er ein afturgongd á 20%, sammett við 2015, tá 60% av elorkuni stavaðu frá vindi og vatni. Høvuðsorsøkirnar til afturgongdina eru kendar. Nógv økt virksemi í samfelagnum, og ongar útbyggingar á grønu kósini.
- Hinvegin hava vit síðani 2015 greitt úr hondum nógv fyrireikandi arbeiði, har týðandi kanningar eru gjørdar, og ein greið útbyggingarætlan er løgd til rættis. Nú eru so tríggjar vindmyllulundir á veg, umframt at vit fyrireika eina pumpuskipan í Vestmanna. Tú kanst siga, at grønu útbyggingarnar steðgaðu eitt sindur upp, men nú koma tær so í stórum lopum sambært einari nágreiniligari útbyggingarætlan, greiðir Hákun Djurhuus frá.
2015 var eisini árið, SEV vann náttúru- og umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri nýbrot á orkuøkinum og málið um 100% grøna elorku á landi í Føroyum í 2030.
- Ein sera stór løta í Reykjavík 27. oktober 2015, tá SEV fekk norðurlendsku virðislønina, sum er ein varði í søguni hjá elfelagnum. Battarískipanin í Húsahaga var tá dømi um eitt nýbrot, og ein størri battarískipan, sum nú verður bygd í tilknýti til vindmyllulundina í Porkeri, er beinleiðis framhald av royndunum frá battarískipanini í Húsahaga, sigur SEV-stjórin.
Hákun Djurhuus vísir eisini á pumpuskipan, sjóvarfall og sólorku sum dømi um onnur nýbrot á leiðini frameftir. Hann leggur dent á, at nýbrot og nýhugsan í tøttum samstarvi við serfrøði bæði í Føroyum og uttanlands eru ein alneyðugur hugburður at hava á leiðini frameftir.
- Samanumtikið er týdningarmesta tilfeingið mongu dugnaligu fólkini, sum í starvsfólkahópinum, leiðslum, nevndum og kommunala eigaraskaranum bera og hava borið elfelagið fram á leiðina í meira enn 70 ár í trúnni upp á eina professionella og samhaldsfasta elskipan, staðfestir Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
Føroyska elskipanin er ein avbyrgd skipan í einum lítlum, nútímans samfelag, sum tó skal veita elorku eftir somu krøvum, sum verða sett í stórum samfeløgum. Føroyar og føroyska elskipanin eru tískil eitt sera væl hóskandi og avmarkað øki at granska og menna nýggja tøkni, tí tað er lætt at hava yvirlit í menningar- og granskingarhøpi.
Fremsta uppgávan hjá elfelagnum er at halda veitingartrygdina og veitingarskylduna við høgari elgóðsku og støðugari streymveiting út í hvønn krók í samfelagnum alt samdøgrið, árið runt. Nýskipanir, sum stava frá einum áhaldandi menningararbeiði, eru ein annar partur av høvuðsvirkseminum. Øll hesi viðurskifti skulu alla tíðina vera í einum samspæli, sum eitt nú fevnir um grønar útbyggingar, umhvørvisog náttúruvernd, búskaparligt skynsemi umframt vaksandi eftirspurningi eftir elmegi.
Áhaldandi strembanin eftir grøna málinum og støðugari elveiting – umframt økta virksemið í samfelagnum sum heild – hava seinnu árini havt við sær, at árligu íløgurnar hjá SEV eru øktar úr uml. 100 mió. kr. um árið í 2012 upp í 300-400 mió. kr. árliga árini 2018 og 2019.
Yvirlitið vísir týðandi varðar á leiðini árini 2008-2019.
2008: SEV er við í sjóvarfalsverkætlan hjá Fróðskaparsetrinum.
2009: Granasamstarvið, sum er menningarsamstarv við Dong Energy, verður sett í verk.
2010: ISO 14001 umhvørvisverndarskipan verður sett í verk á Sundsverkinum.
2012: Føroyar eru fyrsta landið í heiminum, sum roynir Power Hub skipanina, ið Dong Energy hevur ment til at fyribyrgja streymslitum.
2012: Nýggjar vindmyllur verða settar í rakstur í Neshaga.
2013: Vatnorkan er liðugt útbygd í Eysturoynni, og Eiðisverkið er dagført og bygt út.
2014: Vindmyllulundin í Húsahaga verður tikin í nýtslu.
2015: SEV vinnur náttúru- og umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri nýbrot og málið um 100% grøna orku á landi í Føroyum í 2030.
2016: Vágsverkið er liðugt útbygt.
2016: Battarískipan verður sett í rakstur við tilknýti til vindmyllulundina í Húsahaga.
2018: ISO 14001 umhvørvisverndarskipan verður sett í verk fyri alt SEV.
2018: ISO 45001 skipan fyri arbeiðsumhvørvi verður sett í verk á Sundsverkinum.
2018: Ph.d.-verkætlan, sum skal tryggja støðufestið í grønu elskipanini, fer í gongd.
2018: Kanningin, Orkugoymslur í Føroyum, verður alment løgd fram.
2018: Útbyggingarætlanin fyri grønu kósina verður tillagað og løgd í fastari karmar við støði í kanningini, Orkugoymslur í Føroyum.
2018: Fyrireikingar av pumpuskipan í Vestmanna fara av álvara í gongd.
2019: SEV fer undir sjóvarfalsverkætlan í Vestmannasundi saman við svenska felagnum, Minesto.
2019: SEV vinnur vindorkuútboð í Porkeri og á Eiði.
2019: Royndarverkætlan við sólorku verður sett í rakstur í Sumba.
2019: Útbyggingin av Sundsverkinum við støð 3, sum verður trygdarnetið undir føroysku elskipanini og grønu útbyggingunum, er um at vera liðug.