Heilsa, trygd og umhvørvi

Heilsa, trygd og umhvørvi

Grønur roknskapur

HEILSU-, TRYGDAR- OG UMHVØRVISPOLITIKKUR

SEV leggur stóran dent á heilsu, trygd og umhvørvi, og hevur tí eina deild, sum burturav tekur sær av heilsu-, trygdar- og umhvørvisviðurskiftum í felagnum.

SEV orðaði hin 17. desember 2008 Heilsu-, trygdar- og umhvørvispolitikk (HTU), ið er alment tøkur á heimasíðuni hjá SEV.

HTU-politikkurin varð dagførdur 26. oktober 2018 og er soljóðandi:

HTU-politikkurin er staðfestur á leiðslustigi, og hann er týðandi arbeiðsamboð, sum øll starvsfólk hjá SEV skulu halda seg til í dagliga arbeiðinum.

Vit gera okkara besta fyri at verja heilsuna og trygdina hjá starvsfólkunum og virka fyri, at okkara virksemi ikki elvir til skaða á starvsfólk ella nakran annan, sum er í nánd av virksemi okkara.

Vit verja umhvørvið, og vit leggja dent á at stimbra nýtsluna av varandi orkukeldum.

Vit velja ta bestu atkomiligu tøknina við atliti at heilsu, trygd, umhvørvi og búskapi og leggja dent á, at starvsfólkini hava bestu førleikar.

Vit nýta alt tilfeingi og tilfar á skilabesta hátt og halda okkara virki reint og ruddiligt, og vit rudda altíð upp eftir okkum.

Vit arbeiða skipað og miðvíst við heilsu, trygd og umhvørvi. Trygdarnevnd, trygdarumboð og starvsfólk verða tikin við upp á ráð, áðrenn avgerðir verða tiknar. Hetta fyri áhaldandi at betra úrslitini á hesum økjum.

Vit hava eina tilbúgving, ið altíð er lagað eftir okkara virksemi.

Vit hava eitt opið samstarv við íognarar og avvarðandi myndugleikar til frama fyri framhaldandi menning innan heilsu-, trygdar- og umhvørvismál.

Vit meta um og velja tilfarsveitarar, arbeiðstakarar og samstarvsfelagar við atliti at teirra atferð innan heilsu, trygd og umhvørvi.

Vit halda lógir og myndugleikakrøv á heilsu-, trygdar- og umhvørvisøkjunum og virka fyri at halda landsins stevnumið og altjóða sett mál á nevndu økjum.

Vit eggja hvørjum øðrum at vera virkin innan heilsu-, trygdar- og umhvørvisarbeiði.

TRYGD

SEV er eitt framkomið virki, sum raðfestir trygd og arbeiðsumhvørvi frammarlaga til gagns fyri okkum øll.

Trygdararbeiði

Í 2019 hevur trygdararbeiðið hjá SEV m.a. snúð seg um at gera tilbúgvingarætlan í sambandi við nýtslu av falltrygdarútgerð og at innføra auditskipan, sum tryggjar, at SEV við skikkaðum starvsfólki ger stakroyndir fyri at tryggja, at trygdarviðurskiftini eru í lagi.

Á myndini niðanfyri sæst trygdarskipanin hjá SEV.

Persónskaðar

Hóast SEV arbeiðir skipað við trygdini, og visjónin er, at eingir skaðar henda, slepst ikki heilt undan skaðum. Á myndini omanfyri sæst tal av persónskaðum, sum hava havt við sær óarbeiðsføri í ein ella fleiri dagar umframt skaðadagin. Í 2019 var eingin persónskaði fráboðaður Arbeiðseftirlitinum.

Persónskaðar 1996-2019

Trýst her fyri at síggja myndina størri

UMHVØRVIÐ

Omanfyri sæst ein mynd av høvuðsárinunum, virksemið hjá SEV hevur á umhvørvið í sambandi við elframleiðslu. Vinstrumegin á myndini sæst, hvørji evni verða nýtt í framleiðsluni. Ovast og niðast á myndini sæst, hvørji evni ávikavist verða útleidd til luft og sjógv í framleiðsluni. Á høgru síðu sæst, hvat fæst burtur úr framleiðsluni – t.d. el og fjarhiti.

Vanliga elframleiðslan fer fram á 13 verkum, sum framleiða eftir tørvi. Av hesum 13 verkunum eru trý stór oljurikin verk – Strond, Sund og Vágsverkið. SEV hevur seks vatnorkuverk – Strond, Eiðisverkið, Fossáverkið, Mýruverkið, Heygaverkið og verkið í Botni. Harumframt fimm smáverk, sum veita Fugloy, Mykinesi, Koltri, Skúvoy og Stóru Dímun el.

SEV hevur haraftrat seks vindmyllur í Neshaga í Eysturoynni og 13 vindmyllur í Húsahaga oman fyri Tórshavn, og eina sólorkulund í Sumba. Framleiðslutøl við sólorku eru tó ikki við í hesi frágreiðing.

Umhvørvisgóðkenningar

Fyritøkur, virki ella útbúnaðir, ið eru at finna í fylgiskjalinum til Løgtingslóg um umhvørvisvernd, skulu hava eina umhvørvisgóðkenning. Tey virki ella teir útbúnaðir, talan er um hjá SEV, eru Sundsverkið, Vágsverkið og vindmyllurnar í Neshaga og Húsahaga. Í 2018 hevur SEV fingið nýggja umhvørvisgóðkenning á Sundsverkinum í sambandi við útbyggingina av verkinum.

Útlát til luftina

Eitt tað størsta árinið á umhvørvið er brenningin av fossilum brennievnum. Størsti parturin av CO2-útlátinum hjá SEV stavar frá oljunýtsluni til framleiðslu. Harnæst stavar CO2-útlátið frá oljunýtsluni til upphiting av bæði bygningum og motorum umframt oljunýtslu til flutning við arbeiðsakførum hjá SEV. Mynd vísir, hvussu stórt CO2-útlátið var í 2019, og onnur mynd vísir, hvussu stórt útlátið hevur verið frá 2008 til og við 2019.

Yvirskipaða málið hjá SEV er at gerast 100 % grønt í 2030. Á næstu mynd sæst, hvussu býtið er millum grønu og termisku framleiðsluna hjá SEV. Eisini sæst, hvussu elframleiðslan økist frá 2008 til 2019. Síggjast kann, at framleiðslan úr grønari orku var 40% í 2019.

Seinastu árini hevur SEV keypt fleiri elbilar, hetta m.a. fyri at minka um CO2-útlátið.

Burturkast

Gjøgnum virksemið hjá SEV verður nógv burturkast framleitt. Ein stórur partur av tí framleidda burturkastinum verður brent og endurnýtt, og eisini verður burturkast sent til serviðgerð, hetta er tað, sum kallast serligt dálkandi burturkast – eitt nú kemikaliirestir.

Í sambandi við grevstur verður nógv mold, grót o.a. latið til tyrvingarplássini. Vanliga verður tað, sum verður tyrvt, roknað sum serliga tyngjandi fyri umhvørvið, men tá ið hesi í flesu førum eru ódálkað mold og grót, sum verður endurnýtt, eru hesi tøl ikki tikin við í yvirlitinum. Ein onnur orsøk er, at tað er torført at fáa savnað øll hesi tøl, tí at tey í fleiri førðum eru tongd at ymiskum verkætlanum, har onnur gera hetta arbeiðið fyri okkum.

Á myndini sæst yvirlit yvir burturkast til endurnýtslu frá 2017 til 2019. Størsti parturin av burturkastinum til endurnýtslu er spillolja, sum verður latin IRF. Eisini eru jarn og metal ein stórur partur.

Myndin vísir, at fleiri káplar og akkumulatorar eru latnir til endurnýtslu í 2019 samanborið við árini frammanundan. Á Havnarverkinum eru nógvir gamlir káplar ruddaðir burtur, og eisini hevur høvuðsgoymslan í Vestmanna beint káplar burtur. Harumframt eru gamlir akkumulatorar skiftir á Sundsverkinum og verkinum á Strond. Meiri spillolja er latin til endurnýtslu í 2019, og hongur hetta bæði saman við meiri framleiðslu í 2019 og eisini av eini óvanligari levering av tungolju á sumri 2019, ið seinni varð send veitaranum aftur.

Útlát av CO2 2008 - 2019
% millum termiska (olju) og grøna (vatn og vind) orku 2008 - 2019
Burturkast til brenning, tyrving, endurnýtsla og serligt dálkandi 2017 - 2019
Burturkast til endurnýtslu 2017 - 2019
Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2019
Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2019
Tak niður fulla versjón
Ársroknskapur 2019
Ársroknskapur 2019
Tak niður roknskapartøl
Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking