Vit sóknast eftir verkmeistara til Sundsverkið at byrja skjótast til ber.
Sundsverkið
Sundsverkið er enn bulurin í føroysku elveitingini og tryggjar streymveitingina, tá ið varandi orkukeldur ikki einsamallar strekkja til. Tilsamans 40 fryntlig og dugnalig fólk starvast á Sundsverkinum, og samlaði framleiðslumátturin er 82 MW. Á verkinum eru tíggju dieselmotorar og tilhoyrandi hjálpimaskinarí. Verkið hevur nútímans stýri- og eftirlitsskipan, og avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin Fjarhitafelagnum í Tórshavn.
Starvið
Starvið sum leiðari á Sundsverkinum fevnir um at ganga á odda fyri dagliga rakstrinum á verkinum og at mynda menningina frameftir. Virksemið er vaksið munandi seinastu árini við útbyggingum, m.a. nýggja Støð 3 í 2020, og battarístøð v/synkronkompensatori í 2023. Tí krevst ein leiðari, ið dugir væl at stýra í vøkstri og broytingum, og sum megnar at tryggja bæði framleiðsluavrik og trivnað.
Sum leiðari hevur tú yvirskipaðu ábyrgdina av framleiðslu, viðlíkahaldi og rakstrarútgerð, soleiðis at elframleiðslan er støðug og trygg. Tú hevur eisini fíggjarligu og strategisku ábyrgdina og hevur ein virknan leiklut í arbeiðinum við framhaldandi útbyggingum og grøna orkuskiftinum.
Vit ynskja, at verkmeistarin gongur á odda og hevur ein savnandi leiklut við denti á starvsfólkatrivnað.
Heilsa, trygd og umhvørvi hevur hægstu raðfesting og tað er týðandi at tú kennir teg aftur í okkara virðum á HTU økinum.
Tú
Vit vænta, at tú:
- hevur útbúgving sum maskinmeistari og royndir innan orkuframleiðslu ella líknandi
- hevur viðkomandi leiðsluroyndir
- dugir at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
- hevur ein mennandi, savnandi og kveikjandi leiðsluhátt
- dugir væl at samstarva og samskifta við starvsfelagar, veitarar og viðskiftafólk
- hevur góðar tekniskar førleikar og breiða vitan um framleiðsluútgerð
- hevur royndir við fíggjarstýring
- dugir at skipa arbeiði og at leggja ætlanir
- torir at taka avgerðir
Neyðugt er við koyrikorti.
Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvsstaðurin er Sundsverkið, og tú vísir til deildarstjóran fyri framleiðslu.
Setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið, og starvið er lønt í lønarflokki 36.1 eftir lønartalvuni hjá Felag Tænastumanna Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv.
Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðslu, á telefon 218419. Umsóknarfreistin er 2. oktober 2025.
Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: Verkmeistari Sundsverkið.
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið varð stovnað 1. oktober 1946.