Varaverkmeistari til grønu orkuverkini

Varaverkmeistari til grønu orkuverkini

Vit sóknast eftir varaverkmeistara til elverkini innan varandi orku.

Starvið
Deildin ‘grønu orkuverkini’ fevnir um umsiting og rakstur av øllum elverkunum innan varandi orku í meginøkinum, og starvið snýr seg í høvuðsheitum um elframleiðslu úr varandi orkukeldum. Í toyminum eru 10 starvsfólk, umframt motorpassarar á útoyggjunum.

Meginøkið fevnir um Vágar, Streymoy, Eysturoy, Norðoyggar, Sandoy, Nólsoy, og Hestoy. Elverkini, sum talan er um, eru vindmyllulundirnar í Húsahaga, Porkerishaga og Neshaga, Eiðisverkið, Fossáverkið, Mýruverkið, Heygaverkið, Elverkið á Strond og fyribils eykaverk, umframt nýggj vind- og vatnorkuverk. Deildin varðar eisini av elverkunum á útoyggjunum.

Málið við starvinum er styrkja um arbeiðið at gera elframleiðsluna so burðardygga sum til ber, og dentur skal leggjast á, at framleiðslueindirnar altíð eru væl røktar og rigga væl.
Arbeiðsdagurin og arbeiðsuppgávurnar hjá varaverkmeistaranum eru fjølbroyttar. Umframt at leiða dagliga arbeiðið á verkunum, er uppgávan eisini, saman við verkmeistaranum, at vera partur av ymiskum arbeiðsbólkum og verkætlanum á grønu orkuverkunum.

Arbeiðið fevnir um rakstur og viðlíkahald. Viðlíkahald og umvælingar á verkunum verða í mestan mun gjørdar við egnari arbeiðsmegi. Varaverkmeistarin skipar og leiðir hetta arbeiðið.
Harumframt áliggur tað varaverkmeistaranum at tryggja, at viðlíkahaldsskipanin altíð er dagførd.

Fyrisitingarligar uppgávur eru eisini ein týðandi partur av varaverkmeistarastarvinum, umframt samskifti við samstarvsfelagar, veitarar, og at gera frágreiðingar til framleiðsludeildina.


Vit vænta, at tú ert útbúgvin maskinmeistari. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi royndir innan varandi orkukeldur og stýrisskipanir. Umráðandi er, at tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og dugir at leiða, samstundis, sum tú ert liðleikari. Neyðugt er, at tú hevur góð samstarvsevni og samskiftisførleikar, og at tú klárar teg væl innan norðurlendsku málini og á enskum, bæði munnliga og skrivliga.

Telda og net eru týðandi amboð, góður kunnleiki innan skrivstovuforrit er ein treyt, og týðandi er at hava evni og áhuga at læra seg nýggjar skipanir. Koyrikort til persónbil neyðugt.
Umráðandi er eisini, at tú ert við til at mynda eitt arbeiðspláss, har starvsfólk trívast og mennast.
Heilsa, trygd og umhvørvi hevur hægstu raðfesting, og tað er týðandi, at tú kennir teg aftur í okkara virðum á HTU-økinum.

Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Fossáverkið í Vestmanna, og arbeiðið fevnir um alt meginøkið og smáverkini. Tú vísir til verkmeistaran. Setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið, og starvið er lønt í lønarflokki 34.1 eftir lønartalvuni hjá Felag Tænastumanna Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv.

Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Sæmundi Tausen, verkmeistara, á telefon 286902 ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðslu, á telefon 218419. Umsóknarfreistin er 20. november 2025. Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: varaverkmeistari grønu orkuverkini.

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.