
Hevur tú tøkniliga bakgrund og góðar telduførleikar?
Hjá Sev leggja vit dent á røkt av okkara ognum og framleiðslutólum gjøgnum framkomnar tøknligar loysnir. Vit leita tí eftir einum eldhugaðum starvsfólki til at umsita okkara viðlíkahaldsskipan (EAM), API PRO.
Sum umsitari hevur tú ábyrgd av at umsita og menna EAM-skipanina, tryggja optimala atkomu og avrik, umframt at stuðla brúkarum hjá Sev. Tú fert at arbeiða tætt saman við ymiskum deildum fyri at tryggja, at skipanin stuðlar okkara tørvi, og stuðlar undir effektivum rakstri og viðlíkahaldi av ognum hjá Sev.
Umsiting og viðlíkahald av EAM-skipanini, herundir databasuuppseting, trygd, viðlíkahald og tillaging.
Stuðla brúkarum við venjing og tøkniligari hjálp.Tryggja atkomu og avrik gjøgnum regluligt eftirlit og dagføring.
Arbeiða tætt saman við KT-deildini og øðrum áhugapørtum fyri at gera skipanarbetringar og dagføringar.
Vit ímynda okkum at tú:
Koyrikort til vanligan bil er ein treyt
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.
Starvsstaðurin er Landavegur 92 í Tórhavn, men væntast kann nakað av ferðing og arbeiði um alt landið, tey støð har Sev hevur orkuverk.Tú vísir til deildarstjóran fyri framleiðslu.
Setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Hera Mortensen, deildarstjóra, á telefon 218419. Umsóknarfreistin er 12. februar 2026. Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: Umsitari til viðlíkahaldsskipanina.
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið varð stovnað 1. oktober 1946.