Teknikari til elmálaratoymið

Teknikari til elmálaratoymið

Vilt tú verða við til at reka og tryggja ein smidligan fjaravlestur av føroysku elmálaraskipanini, og samstundis spæla ein týðandi leiklut í skiftinum til broytiligar tímaprísir?
Vit sóknast eftir teknikara til elmálaratoymið.

Starvið
Elmálaratoymið er partur av innleggingardeildini, sum hoyrir undir netpartin hjá Sev og hevur ábyrgdina av umleið 33.000 fjarmálarunum. Toymið er ein vælvirkandi eind við 5 starvsfólkum, ið hava eltekniskar útbúgvingar. Uppgávur í toyminum verða loystar sjálvstøðugt og í felag, og tú fært upplæring í øllum viðkomandi skipanum í tøttum samstarvi við starvsfelagar.

Stundum eru uppgávurnar handverksligar, og stundum arbeiðir tú við KT-skipanum.
Talan er í stóran mun um rakstur, viðlíkahald og góðskutrygging av málarunum. Uppgávurnar fevna um uppsetan og útskifting av málarum, umsiting og at greina og finna møguligar feilir í samskiftinum í nýggju elmálaraskipanini.

Tú fært eisini møguleika at menna teg og átaka tær aðrar uppgávur eftir áhuga og førimuni. 
Arbeiðsuppgávurnar eru bæði á skrivstovuni á Landavegi 92 í Tórshavn og úti um landið.
Av og á kann væntast nakað av arbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Áhaldandi og stór menning fer fram innan økið, og sum teknikari fært tú møguleika at seta tín dám á framtíðarloysnir. 

 
Vit vænta, at tú hevur eltekniska útbúgving og/ella eltekniskar royndir. 
Umráðandi er, at tú hevur skil og áhuga fyri bæði el og KT.
Tú ert virkisfús/ur og trívist við frælsi undir ábyrgd, har tú sjálv/ur skipar arbeiðsdagin. Tú hevur góð samstarvs - og samskiftisevni og trívist við kundasamskifti.
Tú virðir, at neyðugar mannagongdir eru fyri fleiri av uppgávunum, meðan aðrar uppgávur loyva fríari rásum.
Neyðugt er við koyrikorti til persónbil.

Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til. Sev bjóðar tær:  

  • smidligar arbeiðsumstøður  
  • ávirkan á egið arbeiði  
  • fakliga menning    

Setanar- og lønarviðurskiftiStarvsstaðurin er elmálaratoymið á innleggingardeildini, og tú vísir til toymisleiðaran. Setanarøkið fevnir um netpartin hjá Sev, sum liggur undir deildarstjóranum fyri elnetið.  Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag. Talan er um fast fulltíðarstarv at byrja sambært avtalu.

Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Súna S. Davidsen, toymisleiðara fyri elmálaraøkið, á telefon 215980.
Umsóknarfreistin er 24. september 2025.  
Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á
starv@sev.fo, viðmerk: teknikari elmálaratoymið. 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.