Starvsfólk til kundatænastuna

Starvsfólk til kundatænastuna

Hevur tú tev fyri tølum og kt-skipanum, og trívist tú við at samskifta við kundar og at veita framúr tænastu?

Vit sóknast eftir tveimum ágrýtnum og eldhugaðum starvsfólkum at byrja skjótast gjørligt. Annað starvið er fast fulltíðarstarv, og hitt starvið er fyribilsstarv fram til 1. februar í 2027.

 

Starvið 

Størvini eru í kundatænastuni, sum eisini er skuldarbókhaldið hjá Sev. 

Ein av høvuðstættunum í starvinum eru bókhaldsuppgávur, har tú kemur at arbeiða í fleiri ymiskum kt-skipanum. Harumframt eru á deildini nógvar ymiskar uppgávur, og tað er av stórum týdningi at veita viðskiftafólki okkara eina góða tænastu, umframt at leiðbeina kundunum í sjálvgreiðslumøguleikunum hjá Sev.

 

Í løtuni eru vit við at skifta til eina nýggja avrokningarskipan. Harumframt eru fleiri aðrar spennandi kt-verkætlanir settar í verk, ið eru tongdar at kundatænastuni, og verður tað ein partur av dagliga arbeiðinum á deildini.  

 

Kundafyrispurningar verða í høvuðsheitum avgreiddir umvegis telefonavgreiðslu og við at svara teldupostum. Arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar og verða avgreiddar í ymiskum kt-skipanum. Kundatænastan tekur eisini ímóti viðskiftafólki, ið koma á gátt. 

 

Á deildini starvast í løtuni sjey fólk, umframt leiðaran. Starvsstaðurin er á skrivstovuni á Landavegnum í Tórshavn. 

 

Vit vænta, at tú hevur skrivstovuútbúgving og/ella -royndir,

  • hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar kt -skipanir
  • ert framsøkin og tænastusinnað/ur
  • dámar væl kundasamskifti
  • hevur eitt jaligt lyndi
  • ert von/vanur við at arbeiða sjálvstøðugt
  • fleksibul og hjálpsom/samur
  • dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu

 

Sev

Tú fært eitt gott og skipað arbeiðspláss saman við 7 góðum starvsfelagum, sum fegin leggja tær lag á. Hjá Sev stremba vit eftir, at starvsfólk trívast og mennast, og at tað er javnvág millum arbeiði og familjulív.

 

Tú fært upplæring í øllum viðkomandi skipanum í tøttum samstarvi við starvsfelagarnar.

 

Setanar- og lønarviðurskifti 

Starvsstaðið er kundatænastan á Landavegi 92, og tú vísir til leiðaran á kundatænastuni. Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.
 

Umsóknin

Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Barbaru P. Vang, leiðara í kundatænastuni, á telefon 253330. Umsóknarfreistin er 23. februar 2026.  


Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: Starv í kundatænastuni 

 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið varð stovnað 1. oktober 1946.