Starvsfólk til KT-trygd

Starvsfólk til KT-trygd

 

Vit sóknast eftir einum KT-fólki til KT-trygd at byrja beinanvegin.

 

Starvið 

KT-trygd tekur sær av at hava eftirlit við - og betra um KT-Trygdina hjá Sev. Vit samstarva við allar deildir hjá Sev og eftirhyggja KT-loysnir við KT-trygdarbrillum. Vit arbeiða samstundis í tøttum samstarvi við okkara DPO um dátuvernd.

 

Uppgávurnar eru í høvuðsheitum at seta seg inn í, hvussu ymsu deildirnar brúka KT sum amboð, hvussu tað er uppsett og verður nýtt. Vit eru í holt við at íverkseta ISO27001 standardin.

 

Fyrireikingar til nýggju Nettrygdarætlanina er ein partur av arbeiðinum, umframt at hava eftirlit av avtalum við veitarar. Uppgávurnar fevna eisini um ger av politikkum og mannagongdum til ymsu økini.

 

 

 

Vit vænta at tú

·       hevur útbúgving og royndir við kunningartøkni

·       kennir til váðastýring innan KT

·       hevur royndir við at arbeiða miðvíst við governance og compliance

·       kennir til Wired Relations

·    hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir 

·    ert von/vanur við at arbeiða sjálvstøðugt 

·    ert framsøkinog tænastusinnað/-ur 

·    ert fleksibul og hjálpsom/-samur 

·       dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu 

 

Sev 

Hjá Sev stremba vit eftir, at starvsfólk trívast og mennast, og at tað er javnvág millum arbeiði og familjulív. Tú fært upplæring í øllum viðkomandi skipanum í tøttum samstarvi við starvsfelagarnar. 

 

Setanar- og lønarviðurskifti 

Starvsstaðið er á Landavegi 92, og tú vísir til leiðaran fyri KT-trygd. Setanar- og lønarviður-skifti eru sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið. 

 

Umsóknin 

Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Nikolas Olsen, leiðara fyri KT-trygd, á teldupostadressuni nso@sev.fo.Umsóknarfreistin er 30.januar 2026.   
Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl ástarv@sev.fo, viðmerk: Starvsfólk til KT-trygd 

 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið varð stovnað 1. oktober 1946.