
Hevur tú dirvi og áræði til at stýra og skipa elframleiðsluna í meginøkinum?
Vit sóknast eftir fólki til høvuðskontrollrúmið hjá Sev at byrja skjótast til ber.
Kontrollrúmið er mannað allan sólarringin, og í verandi løtu er eitt fólk á vakt í senn. Tilsamans 6 starvsfólk eru í toyminum.
Starvið
Sum vakthavandi hevur tú ábyrgd av at skipa elframleiðsluna í meginøkinum og samansetingini av teimum ymisku orkukeldunum. Tú fært til høldar varandi orkukeldur, og stýrir framleiðslubýtinum ímillum vind, vatn, olju og biogass. Tú hevur samskifti við orkuverkini hjá Sev og aðrar orkuveitarar.
Harumframt verður tú sum vakthavandi eisini koblingsleiðari fyri háspenningsskipanina í meginøkinum og røkir skipanarberandi tænastur. Tú virkar í tvørfakligum samstarvi við viðkomandi deildir hjá Sev, eitt nú rakstrardeildina, verkfrøðideildina, KT- deildina og aðrar. Starvsstaðurin er í nýggjum nútímans hølum við Landavegin í Havn.
Tú
Fyri at kunna røkja starvið, krevst, at tú ert útbúgvin maskinmeistari við víðkaðum maskinmeistaraprógvi ella útbúgvin elinnleggjari. Umráðandi er, at tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt, hevur áhuga fyri og lætt við at seta teg inn í nýggjar telduskipanir, og at tú trívist við at vera einsamallur/einsamøll á vakt ein part av tíðini. Umráðandi er eisini, at tú ert før/ur fyri stundum at handfara støður, sum kunnu krevja, at tú varðveitir fokus og yvirlit - eisini í truplum støðum. Tú fært sjálvsagt upplæring í at vera koblingsleiðari og í at arbeiða við neyðugu skipanunum.
Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.
Setanar- og lønarviðurskifiti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Eyðbjørn F. Petersen, leiðara, tel. 286901 ella Jón Nielsen, deildarstjóra fyri netið, tel. 210464. Umsóknarfreistin er 20. november 2025. Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: starvsfólk til høvuðskontrollrúmið.
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.