Sum skrivstovulærlingur fært tú hópin av fjølbroyttum og viðkomandi royndum og møguleika at starvast á fleiri ymsum deildum innanfyri fyrisiting. Tær eru kundatænastan, roknskapardeildin og HR-deildin. Tín gerandisdagur verður í skrivstovubygninginum við Landavegin í Havn.
Lærutíðin er millum 2 og 4 ár. Um tú hevur 9. floks prógv er lærutíðin 4 ár, hevur tú FHS-prógv er lærutíðin 3 ár, hevur tú miðnámsútbúgving er lærutíðin 2 ½ ár, við búskaparbreyt er lærutíðin 2 ár. Skúlagongdin er á Glasi.
Nærri upplýsingar um starvið fært tú frá Bergtóru Høgnadóttir, HR-leiðara, á telefon 286011.
Í lærutíðini ert tú partur av einum væl skipaðum arbeiðsplássi, har tú fært starvsfelagar og lærumeistarar, ið stuðla og vegleiða, so tú fært eina áhugaverda og læruríka lærutíð í tryggum kørmum.
Í lærutíðini verður tú sum lærlingur við til at veita øllum føroyingum streym saman við dugnaligum starvsfelagum. Talan er um nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur, har tú fært fremstu og neyðugu vitanina um tað yrkið, sum tú velur at útbúgva teg innanfyri.
Løn og starvsviðurskifti verða ásett sambært lærusáttmála.
Tú
Vit vænta, at tú ert arbeiðssom/samur og hevur í minsta lagi prógv úr 9. flokki.
Vit vænta eisini, at tú dugir væl at samskifta og samstarva, og at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.
Umsóknin
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 18. juli 2025. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast í telduposti til starv@sev.fo
GG.: Viðmerk 'skrivstovulærlingur' í umsóknini.