Skrivstovufólk til Elbiladeildina hjá Sev

Skrivstovufólk til Elbiladeildina hjá Sev

Vit sóknast eftir nærløgdum og tænastusinnaðum skrivstovufólki til Elbiladeildina hjá Sev at byrja 1. apríl 2026 ella eftir nærri avtalu.

 

Elbilaøkið er í støðugari menning og fyri slóðbrótandi broytingum. Sum liður í arbeiðnum við grønu kósini setir Sev upp almennar løðistøðir kring alt landið, og veitir harumframt løðistøðir til privatar og vinnuligar kundar.

 

Tú verður partur av Elbiladeildini, og fært harvið uppgávuna at skráseta løðistøðir hjá Sev. Kundasamskifti er stórur partur av starvinum, og harumframt virkar tú í tøttum samstarvi við aðrar deildir hjá Sev.

 

Tínar arbeiðsuppgávur eru m.a. kundatænasta, skráseting av nýggjum løðistøðum, feilfinning av løðistøðum í KT-skipanini, at hava yvirlit yvir innkomnar arbeiðsuppgávur og at samskipa uppgávurnar, sum teknikararnir skulu loysa úti í markini. Harumframt kunnu væntast aðrar fyrifallandi uppgávur.

 

Ein munandi partur av arbeiðinum er at samskifta munnliga og skrivliga við vinnukundar eins væl og privatkundar okkara, umframt aðrar deildir hjá Sev. Talan kann eitt nú vera um ymiskar spurningar, sum hava við elbilaløðarar, prísir og mannagongdir at gera.   

 

Vit vænta, at tú hevur skrivstovuútbúgving, umframt:

 

·       góðar telduførleikar og lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir

·       góðar samskiftisførleikar – bæði skrivliga og munnliga

·       megnar at hava yvirlit og halda høvdið kalt, hóast nógvar og ymiskar uppgávur í senn

·       hevur skipaðan og ábyrgdarfullan arbeiðshátt

·       ert tilvitað/ur um góða kundatænastu

·       ikki ræðist broytingar, men lættlynt/ur tekur ímóti avbjóðingum á økinum

·       gevur títt íkast til góðan trivnað

 

Á deildini starvast fýra fólk, sum eru til reiðar at hjálpa við at seta teg inn í arbeiðsøkið og uppgávurnar. Deildin húsast á Landavegi 92 í Havn.

 

Sev

Vit er av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi.

 

Løn

Lønin er sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.

 

Umsóknin

Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Una Reinert Petersen, deildarleiðara á Elbiladeildini, á telefon 916060. Send okkum umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum til: starv@sev.fo, viðmerk: Skrivstovufólk Elbiladeildin. Umsóknarfreistin er 16. februar 2026.

 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.