Serfrøðingur til elmálaratoymið hjá Sev

Serfrøðingur til elmálaratoymið hjá Sev

Vilt tú geva títt íkast til at reka og menna føroysku elmálaraskipanina grønu kósini at frama? 

Vit sóknast eftir serfrøðingi til elmálaratoymið.  

 

Starvið 

Elmálaratoymið er partur av innleggingardeildini hjá Sev, sum  hevur ábyrgdina av áleið 33.000 fjarmálarunum. Í toyminum eru í løtuni 4 starvsfólk.  

Talan er í stóran mun um rakstur, viðlíkahald og góðskutrygging av málaraparkini. Tú fært sjálvsagt eisini møguleika at menna teg og átaka tær aðrar uppgávur eftir áhuga og førimuni. 

Arbeiðsuppgávurnar eru bæði á skrivstovuni á Landavegnum og úti um landið. Tú verður partur av einum toymi, og í felag loysa tit nógvar ymiskar uppgávur. Stundum eru uppgávurnar av handverksligum slag við amboðum, og stundum arbeiðir tú við KT-skipanum. Væntast kann, at nakrar av uppgávunum liggja uttanfyri vanliga arbeiðstíð. 

Góð upplæring og vegleiðing er ein sjálvsøgd fortreyt, so tú kennir teg ílatna/n til uppgávuna. Áhaldandi og stór menning fer fram innan økið, og sum serfrøðingur fært tú møguleika at seta tín dám á framtíðarloysnir. 

 

 

Tú hevur skil og áhuga fyri bæði el og KT. Tað er ikki ein treyt, at tú hevur arbeitt við málaratøkni, men alneyðugt er, at tú ert áhugað/ur í at seta teg gjølla og væl inn í bæði økini. 

Tú ert virkisfús/ur og trívist við frælsi undir ábyrgd, har tú sjálv/ur skipar arbeiðsdagin. Tú hevur forstáilsi fyri, at neyðugar mannagongdir eru fyri fleiri av uppgávunum, meðan aðrar uppgávur geva møguleika fyri frælsi og at seta sín egna dám á uppgávuloysnir. 

 

Vit vænta, at tú: 

  • hevur eltekniska útbúgving og/ella eltekniskar royndir 
  • ert arbeiðssom/samur, ágrýtin og ábyrgdarfull/ur 
  • hevur áhuga fyri og evni til at seta teg inn í nýggjar KT-skipanir 
  • ikki ræðist broytingar, men lættlynt/ur tekur ímóti avbjóðingum á økinum 
  • hevur koyrikort til persónbil 
  • hevur góð samstarvsevni og góð samskiftisevni 
  • ert tolin og trívist við kundasamskifti, og samskifti við starvsfelagar á øðrum deildum hjá Sev 
  • kanst arbeiða skeivar arbeiðstíðir 

 

Sev  

Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi. Sev bjóðar tær:  

  • smidligar arbeiðsumstøður  
  • fjøltáttaðan arbeiðsdag  
  • ávirkan á egið arbeiði  
  • fakliga menning  
  • viðkomandi skeið  

 

Setanar- og lønarviðurskifti 

Setanarstaðið er Sev, Landavegur 92, Tórshavn. Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið, lønarflokkur 7. Talan er um fast fulltíðarstarv at byrja sambært avtalu. 

 

Umsóknin 

Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá frá Eyðuni Djurholm, deildarleiðara á innleggingardeildini, á telefon 225516 ella Súna S. Davidsen, toymisleiðara fyri elmálaraøkið, á telefon 215980. Umsóknarfreistin er 24. juni 2025.  

Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl ástarv@sev.fo, viðmerk: serfrøðingur elmálaratoymið 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.