Vilt tú veita eina góða tænastu og tryggja eitt smidligt knútapunkt millum viðskiftafólk og Føroya størsta elverk? Vit sóknast eftir einum fryntligum móttøkufólki til Sundsverkið.
Sundsverkið
Sundsverkið er enn bulurin í føroysku elveitingini og framleiðir umleið helvtina av elorkuni á landi. Tilsamans 40 fryntlig og dugnalig fólk starvast á Sundsverkinum, og samlaði framleiðslumátturin er 82 MW. Á verkinum eru tíggju dieselmotorar og tilhoyrandi hjálpimaskinarí. Verkið hevur nútímans stýri- og eftirlitsskipan, og avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin Fjarhitafelagnum í Tórshavn.
Starvið
Tú verður bindilið millum Sundsverkið og viðskiftafólkini. Tín fremsta uppgáva er at taka væl ímóti viðskiftafólkum. Tú umsitur atkomuportrið og syrgir fyri, at bert viðkomandi fáa atgongd til økið. Tú skrásetir vitjandi og útvegar arbeiðsloyvir, lyklakort og bilar. Harumframt hevur tú telefon- og kundasamskifti um hendi og aðrar fyrifallandi uppgávur. Umráðandi er, at tú ert fleksibul og kann taka eina hond í við øðrum uppgávum á verkinum.
Økið er stórt, umleið 500 metrar frá enda í annan við fleiri trappum. Tí er umráðandi, at tú ert kropsliga væl fyri.
Tú
Vit vænta, at tú ert fryntlig/-ur, skipað/-ur og tænastusinnað/-ur. Tú hevur góðar telduførleikar og dugir væl at seta teg inn í nýggjar skipanir. Tað er týdningarmikið, at tú dugir væl at samskifta og samstarva, bæði við starvsfelagar og viðskiftafólk. Harumframt vænta vit, at tú trívist við bæði at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum. Neyðugt er við koyrikorti til persónbil.
Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvsstaðurin er Sundsverkið, og tú vísir til verkmeistaran. Setanarøkið fevnir um framleiðslupartin hjá Sev, sum liggur undir deildarstjóranum fyri framleiðsluna. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.
Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Eyðuni Matras, virkandi verkmeistara á Sundsverkinum, á telefon 286914. Umsóknarfreistin er 29. september 2025. Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: Móttøkufólk Sundsverkið.
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.