Maskinsmiður til Sundsverkið

Maskinsmiður til Sundsverkið

Vilt tú vera við til at tryggja øllum í Føroyum støðugan streym við haldgóðum rakstri og viðlíkahaldi á Føroya størsta elverki? Vit sóknast eftir maskinsmiði til Sundsverkið.

Sundsverkið
Sundsverkið er enn bulurin í føroysku elveitingini og framleiðir umleið helvtina av elorkuni á landi. Tilsamans 40 fryntlig og dugnalig fólk starvast á Sundsverkinum, og samlaði framleiðslumátturin er 82 MW. Á verkinum eru tíggju dieselmotorar og tilhoyrandi hjálpimaskinarí. Verkið hevur nútímans stýri- og eftirlitsskipan, og avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin Fjarhitafelagnum í Tórshavn.

Starvið
Sum maskinsmiður á Sundsverkinum ert tú partur av einum viðlíkahaldstoymi við maskinsmiðum, maskinmeistarum og maskinlærlingum.
Viðlíkahald og umvælingar verða í stóran mun gjørdar við egnari arbeiðsmegi á verkinum, og arbeiðsdagarnir, eins væl og uppgávurnar, eru fjølbroyttar. Tí er umráðandi, at tú trívist við hesum.
Stundum er talan um uppgávur, tú sjálv/ur kann loysa, aðrar tíðir er neyðugt at lyfta í felag. Tú mást vera fús/-ur at veita eina hjálpandi hond, har tað tørvar. Arbeiðstíðirnar eru kl. 08.00 – 16.00 mánadag til fríggjadag. Av og á kann yvirtíð væntast.


Tú ert útbúgvin maskinsmiður, og tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur sveisiroyndir. Vit leggja dent á, at tú ert fyrikomandi, nærløgd/-lagdur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Tú gevur títt íkast til, at lærlingar okkara fáa eina góða lærutíð við hollari vitan og førleikum. Økið er stórt, og arbeiðið við maskinunum er stundum krevjandi, tí er neyðugt, at tú er kropsliga væl fyri.

Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.

Setanar- og lønarviðuskifti
Starvsstaðurin er Sundsverkið, og tú vísir til verkmeistaran. Setanarøkið fevnir um framleiðslupartin hjá Sev, sum liggur undir deildarstjóranum fyri framleiðsluna. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Handverkarafeløgini.

Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Eyðuni Matras, virkandi verkmeistara á Sundsverkinum, á telefon 286914. Umsóknarfreistin er 29. september 2025. Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: Maskinsmiður Sundsverkið.


Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.