Maskinmeistari til Sundsverkið

Maskinmeistari til Sundsverkið

Vit sóknast eftir maskinmeistara til eitt farloyvisstarv á Sundsverkinum at byrja skjótast gjørligt og fram til 31. desember 2026.

Sundsverkið

Sundsverkið er enn bulurin í føroysku elveitingini og tryggjar streymveitingina, tá ið varandi orkukeldur ikki einsamallar strekkja til. Tilsamans 40 dugnalig fólk starvast á Sundsverkinum, og samlaði framleiðslumátturin er 82 MW. Á verkinum eru tíggju dieselmotorar og tilhoyrandi hjálpimaskinarí. Verkið hevur nútímans stýri- og eftirlitsskipan, og avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin Fjarhitafelagnum í Tórshavn.  

Starvið
Arbeiðið á Sundsverkinum er at hava um hendi dagligu elframleiðsluna. Harumframt verða viðlíkahald og umvælingar gjørdar við egnari arbeiðsmegi á verkinum.
Vanligu arbeiðstíðir tínar eru frá kl 8 – 16 mánadag til hósdag og fríggjadag 8 – 15.30, og tú verður partur av vaktarskipan.


Vit vænta, at tú hevur:
· maskinmeistaraprógv
· viðkomandi royndir
· góðar samskiftisførleikar og samstarvsevni, og at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum
Neyðugt er við koyrikorti til persónbil. 

Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.

Setanar- og lønarviðurskifti                                                                                                                           
Talan er um eitt farloyvisstarv at byrja skjótast gjørligt og fram til 31. desember 2026.
Setanarstaðurin er Sundsverkið, og tú vísir til verkmeistaran.
Lønin er sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið.

Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Eyðuni Matras, verkmeistara á tel. 286914 ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluni, á tel. 218419.  Umsóknarfreistin er 20. november 2025. Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: maskinmeistari Sundsverkið

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.