Maskinmeistari til grønu orkuverkini

Maskinmeistari til grønu orkuverkini

Vit sóknast eftir maskinmeistara til elverkini innan varandi orku.

Starvið
Deildin ‘grønu orkuverkini’ fevnir um umsiting og rakstur av øllum elverkunum innan varandi orku í meginøkinum, og starvið snýr seg í høvuðsheitum um elframleiðslu úr varandi orkukeldum. Í toyminum eru 8 starvsfólk.

Meginøkið fevnir um Vágar, Streymoy, Eysturoy, Norðoyggar, Sandoy, Nólsoy, og Hestoy. Elverkini, sum talan er um, eru vindmyllulundirnar í Húsahaga, Porkerishaga og Neshaga, Eiðisverkið, Fossáverkið, Mýruverkið, Heygaverkið og Elverkið á Strond, umframt nýggj vind- og vatnorkuverk. Deildin varðar eisini av elverkunum á útoyggj.

Málið við starvinum er at styrkja um arbeiðið at gera elframleiðsluna so burðardygga sum til ber, og dentur skal leggjast á, at framleiðslueindirnar altíð eru væl røktar og rigga væl.Arbeiðið fevnir um rakstur og viðlíkahald, og tú fert í ávísan mun at fáast við fyrisitingarligar uppgávur og umsiting. Viðlíkahald og umvælingar á verkunum verða í mestan mun gjørdar við egnari arbeiðsmegi.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan fleiri av hesum økjum:
· varandi orkukeldur
· viðlíkahaldsskipanir
· elframleiðslu
· eltøkni bæði há- og lágspenning
· samskifti við veitarar
· eftirlit við viðlíkahaldi og bygging


Fyri at kunna røkja starvið, krevst full maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv.
Umráðandi er, at tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt, at tú ert liðleikari og ikki smæðist at samskifta við onnur. Tú klárar teg væl innan norðurlendsku málini og á enskum, bæði munnliga og skrivliga.
Fyrimunur er, at tú ert kropsliga væl fyri og dámar væl at loysa ymsar uppgávur.
Telda og net eru týðandi amboð, góður kunnleiki innan skrivstovuforrit er ein treyt, og týðandi er at hava evni og áhuga at læra seg nýggjar skipanir. Koyrikort til persónbil neyðugt.

Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Fossáverkið í Vestmanna, og arbeiðið fevnir um alt meginøkið og smáverkini. Tú vísir til verkmeistaran á grønu orkuverkunum.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.Tú verður eisini partur av tilkallivakt.

Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Sæmund Tausen, verkmeistara, á telefon 286902 ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðslu, á telefon 218419. Umsóknarfreistin er 20. november 2025. Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: maskinmeistari grønu orkuverkini.

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr, undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn – allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.