Lestrarstarv í løgfrøði

Lestrarstarv í løgfrøði

Ynskir tú at royna tínar førleikar í einum spennandi og dynamiskum umhvørvi? 
So er hetta kanska tín møguleiki, tí júst nú søkja vit eftir einum lesandi til starv í løgfrøðieindini á Sev.

 

 

Starvið

Arbeiðsuppgávurnar kunnu vera sera ymiskar, alt eftir, hvør tørvurin er. Í fyrstu syftu verður í stóran mun arbeitt við tinglýsing.

 

Sum starvslesandi gerst tú partur av dagligu arbeiðsgongdini og tú fært innlit í gerandisdagin á Sev. Miðað verður eftir, at tú í lestrartíðini kanst vera við til at loysa bæði størri og minni uppgávur.

Um útbúgvingarstovnurin loyvir tí, kann lestrarstarvið gerast partur av útbúgving tíni.

 

Vit vænta, at tú ert lesandi á hægri lærustovni, og hevur lokið grundútbúgving á bachelorstigi. Tú hevur góð samstarvsevni, ert ágrýtin, miðvís/-ur, kanst arbeiða sjálvstøðugt og fús/-ur at taka av nýggjum avbjóðingum. Vit vænta eisini, at tú dugir væl at málbera teg og skriva føroyskt.

 

Sev
Tú verður sett/ur sum tímalønt/-ur, har vit vænta at tú kanst arbeiða umleið 10 tímar um vikuna, við møguleika fyri at arbeiða meira til tíðir. Hædd verður tikin fyri royndum og feriu, tí lesnaðurin kemur í fremstu røð.

Eg havi gloymt at skriva, at lønin er sambært avtalu millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið ella Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.

 

Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Ólavi Jóanesarson Hansen, løgfrøðingi, á telefon 271592 ella telduposti ojh@sev.fo. Umsóknarfreistin er 15. januar 2026.
Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: Starvslesandi.

 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið varð stovnað 1. oktober 1946.