
Trívist tú við fjølbroyttum arbeiðsdøgum og spennandi uppgávum, og vilt tú vera virkin partur av grønu kósini? Vit sóknast eftir handverkara til viðlíkahald innan varandi orku.
Starvið
Deildin ‘grønu orkuverkini’, fevnir um umsiting og rakstur av øllum elverkunum innan varandi orku í meginøkinum, og starvið snýr seg í høvuðsheitum um viðlíkahald av útbúnaði á økinum innan varandi orku. Í toyminum eru 8 starvsfólk.
Meginøkið fevnir um Vágar, Streymoy, Eysturoy, Norðoyggjar, Sandoy, Nólsoy og Hest. Elverkini, sum talan er um, eru Eiðisverkið, Fossáverkið, Mýruverkið, Heygaverkið, Elverkið á Strond, vindmyllulundirnar í ávikavist Húshaga og Neshaga, umframt nýggj vind- og vatnorkuverk. Deildin varðar eisini av elverkunum á útoyggj.
Málið við starvinum er at styrkja um arbeiðið at gera elframleiðsluna so burðardygga sum til ber, og dentur skal leggjast á, at framleiðslueindinar altíð eru væl røktar og rigga væl.
Arbeiðið fevnir um viðlíkahaldsarbeiði, har størsti parturin av arbeiðnum er at halda framleiðslueindir í góðum standi.
Tú
Fyri at kunna røkja starvið krevst útbúgving sum elektrikari, maskinsmiður ella líknandi.
Umráðandi er, at tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt, at tú ert liðleikari og ikki smæðist at samskifta við onnur. Fyrimunur er um tú hevur eltekniskar førleikar, royndir við mekaniskum viðlíkahaldi, ert kropsliga væl fyri og trívist við fjølbroyttum uppgávum.
Telda og net eru týðandi amboð, og kunnleiki innan telduforrit er ein fyrimunur. Harafturat er týðandi at hava evni til og áhuga í at læra seg nýggjar skipanir. Koyrikort til persónbil neyðugt.
Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Fossáverkið í Vestmanna, og arbeiðið fevnir um alt meginøkið og smáverkini. Tú vísir til Sæmund Tausen, verkmeistara á grønu orkuverkunum.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Tú verður eisini partur av tilkallivakt.
Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Sæmund Tausen, verkmeistara, á telefon 286902 ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðslu, á telefon 218419. Umsóknarfreistin er 20. november 2025.
Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: handverkari grønu orkuverkini.
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr, undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn – allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.