Vilt tú verða við til at uppbyggja og skipa eina vælrikna goymslu á Føroya størsta elverki? Vit sóknast eftir goymslufólki til Sundsverkið.
Sundsverkið
Sundsverkið er enn bulurin í føroysku elveitingini og framleiðir umleið helvtina av elorkuni á landi. Tilsamans 40 fryntlig og dugnalig fólk starvast á Sundsverkinum, og samlaði framleiðslumátturin er 82 MW. Á verkinum eru tíggju dieselmotorar og tilhoyrandi hjálpimaskinarí. Verkið hevur nútímans stýri- og eftirlitsskipan, og avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin Fjarhitafelagnum í Tórshavn.
Starvið
Tínar arbeiðsuppgávur verða í høvuðsheitum at skipa amboð og lutir og at tryggja, at goymslan altíð er dagførd. Harumframt hevur tú skrásetingar og vørubílegging um hendi.
Tú fært neyðugu upplæringina, so starvið kann røkjast til fulnar. Arbeiðstíðin er frá kl. 8.00-16.00 mánadag til fríggjadag.
Tú
Vit vænta, at tú hevur royndir við goymslu og skil fyri amboðum.
Tað er umráðandi, at tú hevur góðar telduførleikar og dugir at brúka vanlig telduforrit, tí goymslan verður skrásett í talgildari viðlíkahaldsskipan.
Vit vænta, at tú ert væl skipað/-ur, fryntlig/-ur, og dugir væl at samskifta og samstarva.
Økið kring Sundsverkið er stórt, og tí er umráðandi, at tú er kropsliga væl fyri.
Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil.
Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvsstaðurin er Sundsverkið, og tú vísir til verkmeistaran. Setanarøkið fevnir um framleiðslupartin hjá Sev, sum liggur undir deildarstjóranum fyri framleiðsluna.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið ella Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.
Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Eyðuni Matras, virkandi verkmeistara á Sundsverkinum, á telefon 286914. Umsóknarfreistin er 29. september 2025.
Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: Goymslufólk Sundsverkið.
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.