Hug at koma í læru hjá Sev?
Sum elektrikaralærlingur hjá Sev fært tú eitt breitt og virðismikið innlit í elektrikarayrkið. Tú fert at hava uppgávur við nýgerð og viðlíkahaldi av teknisku útgerðini hjá Sev, sum t.d. á koplingarstøðum og battarístøðum.
Harumframt eru eisini uppgávur innan elframleiðslu á elverkunum, háspenningsnetið, lágspenningsnetið og innlegging.
Dagarnir eru sera fjølbroyttir við tað, at arbeiðsuppgávur eru ymiskar og liggja um alt landið, men uppmøtingarstaðurin er í Havn.
Skúlagongdin er á Glasi og er skipað so, at tú 1. og 2. árið ert í skúla í 20 vikur og 3. árið í 10 vikur. Umframt hetta kemur sjálv sveinaroyndin. Hevur tú longu ein part av SIT ella yrkisnámi, verður lærutíðin stytt samsvarandi.
Nærri upplýsingar um starvið fært tú frá Otto West, virkandi deildarleiðara á rakstrardeildini, á telefon 225513.
Í lærutíðini ert tú partur av einum væl skipaðum arbeiðsplássi, har tú fært starvsfelagar og lærumeistarar, ið stuðla og vegleiða, so tú fært eina áhugaverda og læruríka lærutíð í tryggum kørmum.
Í lærutíðini verður tú sum lærlingur við til at veita øllum føroyingum streym saman við dugnaligum starvsfelagum. Talan er um nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur, har tú fært fremstu og neyðugu vitanina um tað yrkið, sum tú velur at útbúgva teg innanfyri.
Løn og starvsviðurskifti verða ásett sambært lærusáttmála.
Tú
Vit vænta, at tú ert arbeiðssom/samur og hevur í minsta lagi prógv úr 9. flokki.
Vit vænta eisini, at tú dugir væl at samskifta og samstarva, og at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.
Umsóknin
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 18. juli 2025. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast í telduposti til starv@sev.fo
GG.: Viðmerk 'elektrikaralærlingur' í umsóknini.