Barsilsavloysari til kundatænastuna hjá Sev

Barsilsavloysari til kundatænastuna hjá Sev

Trívist tú við at samskifta við kundar og at veita framúr tænastu? Vit sóknast eftir avloysara fyri starvsfólk í barsilsfarloyvi at byrja skjótast til ber og fram til 1. november 2026.

 

Starvið 

Starvið er eitt skrivstovustarv í kundatænastuni hjá Sev. Uppgávurnar á deildini eru at veita kundum okkara eina góða tænastu, sum í høvuðsheitum fevnir um bókhaldsuppgávur og avgreiðslu av kundafyrispurningum umvegis telefonavgreiðslu og at svara teldupostum. Kundatænastan tekur ímóti viðskiftafólki, ið koma á gátt.

Á deildini eru nógvar ymiskar uppgávur, og tú kemur at arbeiða í fleiri skipanum og í løtuni arbeiða vit við at skifta til eina nýggja avrokningarskipan. 

Skuldarbókhaldið er ein partur av kundatænastuni.

Í Kundatænastuni starvast í løtuni 7 fólk, umframt leiðaran. Starvsstaðurin er á skrivstovuni á Landavegnum í Tórshavn. 

 

Vit vænta, at tú hevur skrivstovuútbúgving og/ella -royndir

  • dámar væl kundasamskifti
  • hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir
  • hevur eitt jaligt lyndi 
  • ert von/vanur við at arbeiða sjálvstøðugt 
  • ert framsøkin og tænastusinnað/-ur 
  • fleksibul og hjálpsom/-samur
  • dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu

 

Sev

Tú fært eitt gott og skipað arbeiðspláss saman við 7 góðum starvsfelagum. Hjá Sev stremba vit eftir, at starvsfólk trívast og mennast, og at tað er javnvág millum arbeiði og familjulív.

Tú fært upplæring í øllum viðkomandi skipanum í tøttum samstarvi við starvsfelagarnar.

 

Setanar- og lønarviðurskifti 

Starvsstaðið er kundatænastan á Landavegi 92, og tú vísir til leiðaran á kundatænastuni. Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.

Umsóknin

Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Barbaru P. Vang, leiðara í kundatænastuni, á telefon 253330. Umsóknarfreistin er 2. oktober 2025.  
Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á
 starv@sev.fo, viðmerk: Barsilsavloysari kundatænastan 

 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið varð stovnað 1. oktober 1946.