Vit sóknast eftir einum røskum og ábyrgdarfullum starvsfelaga til at vera við til at halda Sundsverkið reint og dagført. Talan er um fast fulltíðarstarv, og ynskið er, at tú kanst byrja sum skjótast.
Uppgávur
Sundsverkið er oljurikið elverk, og tað er sera týdningarmikið at halda sjálvt verkið og maskinlutirnar reinar. Tínar arbeiðsuppgávur verða tí í stóran mun reingerð av maskinlutum og at halda verkið reint. Matrikulin, har gerast skal reint, er 500 metrar úr øðrum endanum í hin, og harumframt eru nógvar trappur. Tí er tað ein fyrimunur at vera kropsliga væl fyri.
Tín ábyrgd verður saman við øðrum at halda matrikulin í góðum standi í mun til reingerð. Aðrar uppgávur eru at ganga til handa, rudda, reinsa filtur, handfara sápur og kemikaliur eftir strongum HTU-forskriftum, og at nýta vaskimaskinu til maskinlutir. Sjálvandi fært tú neyðugu upplæringina, so starvið kann røkjast til fulnar. Arbeiðstíðirnar eru kl. 8.00-16.00 mánadag til fríggjadag.
Sundsverkið
Tilsamans 40 fólk starvast á Sundsverkinum, sum hevur ein samlaðan framleiðslumátt á 82 MW.
Afturat Sundsverkinum er dagtangahús, har goymsla og viðgerð av olju, smyrjiolju, evju og spillvatni fer fram.
Tú
Vit vænta, at tú ert arbeiðsfús/-ur, fryntlig/-ur, og dugir væl at samskifta og samstarva. Tað er sum nevnt ein fyrimunur at vera kropsliga væl fyri.
Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil.
Sev
Hjá Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi. Vit bjóða tær:
Setanar- og lønarviðurskifti Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá frá Jørgin Mørkøre, verkmeistara á Sundsverkinum á telefon 286912. Umsóknarfreistin er 24. juni 2025.
Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: arbeiðsfólk Sundsverkið.
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.