Varaverkmeistari til Sundsverkið

Vit leita eftir nýggjum varaverkmeistara til Sundsverkið, tí varaverkmeistarin hevur tikið við sum verkmeistari.

Sundsverkið 
Sundsverkið er enn bulurin í føroysku elveitingini og tryggjar streymveitingina, tá ið varandi orkukeldur ikki einsamallar strekkja til. Tilsamans 40 fryntlig og dugnalig fólk starvast á Sundsverkinum, og samlaði framleiðslumátturin er 82 MW. Á verkinum eru tíggju dieselmotorar og tilhoyrandi hjálpimaskinarí. Verkið hevur nútímans stýri- og eftirlitsskipan, og avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin Fjarhitafelagnum í Tórshavn.

Starvið

Varaverkmeistarin hevur leiðsluábyrgd og vit vænta, at tú gongur á odda og hevur ein savnandi leiklut, við denti á starvsfólkatrivnað.

Starvið sum varaverkmeistari inniber at tú:

 

·     umsitur vaktarskipanina

·       hevur ábyrgd av innkeypi

·       hevur ábyrgd av goymsluni

·       hevur leiðsluna á verkstaðnum

·       hevur ábyrgd av viðlíkahaldsskipanini

·       samskipar viðlíkahaldið saman við leiðsluni á verkinum

·       harumframt loysir aðrar uppgávur


Vit vænta, at tú:

 

·       hevur viðkomandi leiðsluroyndir ella hevur evni sum leiðari

·       dugir væl við fólki

·       hevur ein mennandi, savnandi og kveikjandi leiðsluhátt

·       hevur útbúgving sum maskinmeistari og royndir á motorriknum elverki

·       ert skipað/ur og dugir væl at leggja arbeiðið til rættis

·       royndir við háspenningi

·       royndir við HTU-arbeiði, herundir ISO 14001 og ISO 45001

·       kennir til viðlíkahaldsskipanir

·       dugir at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli í skrift og talu

·       dugir væl at samstarva og samskifta við starvsfelagar, veitarar og viðskiftafólk

 

Neyðugt er við koyrikorti.

 

Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvsstaðurin er Sundsverkið, og tú vísir til verkmeistaran á Sundsverkinum.
Setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið, og starvið er lønt í lønarflokki 35.1.

Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Eyðun Matras, verkmeistara, á telefon 286914. Umsóknarfreistin er 5 juni 2026. Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: Varaverkmeistari Sundsverkið.

 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið varð stovnað 1. oktober 1946.

05. juni 2026

Sundsverkið

starv@sev.fo

Eyðun Matras, verkmeistari

eym@sev.fo