SEV   /   Um okkum   /   Sev - sum allir føroyingar eiga   /   Leys størv   /   Summarstørv

Summarstørv

Danjal

Nú summarfrítíðin nærkast, hevur Sev tørv á ágrýtnum lesandi og/ella skúlanæmingum til summarstørv á hesum deildum okkara kring landið:  

Grønu orkuverkini í Vestmanna – arbeiðsfólk frá umleið 22. juni til 17. august. 
Okkum tørvar 8 ungdómar til arbeiði, ið fyri tað mesta gongur fyri seg í fjøllunum. Arbeiðið umfatar t.d. at viðlíkahalda og reinsa inntøk og veitir umframt annað fyrifallandi arbeiði. Umsøkjarar skulu vera frá 16 ár og uppeftir, og gott um tú hevur koyrikort til persónbil, men tað er ongin treyt.  

Uppmøtingarstaður er Fossáverkið ella Eiðisverkið.

Sundsverkið – arbeiðsfólk frá umleið 1. juli til 15. august.
Søkt verður eftir tveimum ungum fólkum, ið helst eru minst 18 ár, hava koyrikort og eru væl fyri kropsliga til rudding, vasking og annað fyrifallandi arbeiði á verkinum.

Uppmøtingarstaður er Sundsverkið.

Rakstrardeildin í meginøkinum – arbeiðsfólk í minsta lagi 4-6 vikur í tíðarbilinum 4. mai til 17. juli.
Rakstrardeildin varðar av elnetinum í Føroyum. Søkt verður eftir tveimum arbeiðsfólkum til ymiskt uttandura arbeiði, so sum at mála, lúka rundan um trafostøðirnar v.m. Koyvikort til persónbil er treyt.

Uppmøtingarstaður er Havnarverkið í Gundadali í Havn.

Rakstrardeildin Suðurøkið – arbeiðsfólk í minsta lagi 4-6 vikur í summarferiuni.
Søkt verður eftir tveimum fólkum at hjálpa til við at taka linju í haganum niður og annað fyrifallandi arbeiði. Ynskiligt er, at tú hevur koyrikort, ert kropsliga væl fyri og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

Uppmøtingarstaður er á Oyrunum í Vági.

Tórshavn – starvsfólk til framleiðsluna í juli og august.
Søkt verður eftir ídnum fólki, at gjøgnumganga ymisk mál, journalisera tað sum er viðkomandi, fyrireika matrikulering og tinglýsing, og aðrar fyrisitingarligar uppgávur. Ynskiligt er at tú ert undir viðkomandi lesnaði.

Uppmøtingarstaður er Landavegur 92.

Sum sæst, er talan um ymiskar uppgávur í avmarkað tíðarskeið. Tískil er umráðandi, at tú í umsóknini ger vart við, hvørjum av størvunum, tú ert áhugað/ur í.

Vit ímynda okkum, at tú ert ágrýtin, møtir væl upp, og at tú spyr einaferð ov nógv, heldur enn einaferð ov lítið. Sjálvandi ert tú arbeiðssom/arbeiðssamur og fer væl um. Eisini leggja vit dent á, at tú dugur væl at ansa eftir tær sjálvari/um og tínum starvsfelagum. Trygdin skal altíð vera fremst í huganum – hjá øllum starvsfólkum okkara.

Summarstørvini eru tímalønt eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. 

Send umsóknina til: starv@sev.fo og viðmerk hvat starv talan er um. Umsóknarfreistin er 28. apríl 2026.

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946. 

Summarstarv

28. apríl 2026

Ymsastaðini í Føroyum

starv@sev.fo