Roknskaparfólk til roknskapardeildina - farloyvisstarv

Hevur tú tev fyri tølum, og dámar tær at greina tey? Roknskapardeildin hjá Sev sóknast eftir einum starvsfólki. Talan er um farloyvisstarv ísv. barnsburð, og tíðarbilið er frá 1. november 2026 í eitt ár.

Uppgávurnar eru roknskapararbeiði í breiðari merking, har tú verður við til at lyfta felags arbeiðsbyrðuna á deildini. Av serstøkum uppgávum kunnu nevnast goymsluuppgerðir og arbeiði við uppgerð av tíðarskeiðsroknskapum. Eisini er serstakliga gott høvi at greina og viðgera dátur úr einum av størstu dátugoymslum í landinum. Deildin telur í dag 8 fólk.

Starvið 
Sum roknskaparfólk á deildini fært tú til uppgávu at vegleiða starvsfeløgum á øðrum deildum í Sev, og eisini at arbeiða við og greina tøl fyri leiðslu og onnur.

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og umfata m.a. gerð av mánaðar- og ársroknskapum, avstemman millum skipanir og mangt annað. Roknskapardeildin arbeiðir í Dynamics 365 FO og kundaskipanum. Tú kemur at viðvirka til at gagnnýta møguleikarnar, sum eru í ymisku skipanunum til at arbeiða snildari og skjótari.


Vit ímynda okkum, at tú hevur eina 3-5 ára útbúgving á roknskaparøkinum ella samsvarandi hesum. Vit vænta eisini, at tú:
· ert forvitin av lyndi í mun til tøl
· hevur góð analytisk evni
· dugir at greina
· hevur góðar kt-førleikar
· hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir

Umframt at tú kennir teg aftur í virkisvirðum okkara – samstarv, eldhugi og virðing – so er ynskið, at tú hevur lætt við at samstarva, ert fleksibul og ert fús/ur at bróta upp úr nýggjum og finna loysnir. Eisini frætta vit fegin frá tær, um tú hevur royndir við og hevur trivist væl við líknandi uppgávum áður.

Sev
Tú fært góða og holla upplæring.
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.

Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um farloyvisstarv, sum er fulla tíð, og setanarstaðið er Sev, Landavegur 92, Tórshavn.
Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Birgir Christiansen, deildarleiðara, á telefon 511777. Umsóknarfreistin er 8. september 2026. Send okkum umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum í telduposti til starv@sev.fo, viðmerk: roknskaparfólk.

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946

Farloyvisstarv

08. september 2026

Landavegur 92

starv@sev.fo

Birgir Christiansen, deildarleiðari, telefon 511777

bch@sev.fo