Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum maskinverkfrøðingi við royndum innan verkætlanarleiðslu. Sum verkætlanarleiðari verður tú við til at menna og framtíðartryggja føroysku elskipanina.
Starvið
Verkfrøðideildin tekur sær av at stýra stórum parti av verkætlanunum hjá Sev. Talan er um alt slag av verkætlanum, bæði fyri netpartin, framleiðsluna og fyrisitingina.
Deildin er ein týðandi partur av nýskapandi arbeiðnum at framtíðartryggja eina sterka og støðuga føroyska elskipan. Saman við deildarstjórunum fyri net og framleiðslu leggur deildin allar útbyggingar av elframleiðsluni og elskipanini til rættis. Eisini tekur deildin sær av OT-netinum og flest øllum OT-skipanum, umframt umsiting av fjarstýringini av framleiðsluni og netinum, bæði viðvíkjandi nýgerð og rakstri.
Á verkfrøðideildini starvast í løtuni 11 starvsfólk, sum m.a. eru verkfrøðingar, byggifrøðingar og elinnleggjarar.
Títt arbeiðsøki verður verkætlanarleiðsla, sum m.a. inniber:
· Standa á odda fyri og samskipa fleiri verkætlanir í samstarvi við aðrar deildir hjá Sev og onnur fakøki
· Tryggja framgongd og varðveita yvirlit
· Stýring av vavi, fígging og góðsku
· Sáttmálastýring bæði við arbeiðstakarar, veitarar og ráðgevar
· Váðametingar og myndugleikakrøv
· Leggja til rættis og gera tøkniligar og fíggjarligar frágreiðingar
Tú
Vit vænta, at tú hevur útbúgving sum maskinverkfrøðingur, hevur kunnleika til elframleiðslu og royndir við at leiða og stýra verkætlanarbólkum. Neyðugt er, at tú megnar at leiða eina verkætlan frá byrjan til enda og at tryggja áhaldandi framgongd.
Væntað verður, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. At tú arbeiðir skipað við váðum og broytingum og torir at taka avgerðir.
Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil. Alt landið er arbeiðstaður tín, og tí verður talan um nakað av ferðing og skiftandi arbeiðstíðum. Arbeitt verður tó út frá skrivstovuni á Landavegnum í Tórshavn.
Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.
Setanar- og lønarviðurskifti
Høvuðsstarvsstaðurin er á skrivstovuni á Landavegi 92 í Tórshavn, og tú vísir til deildarleiðaran á verkfrøðideildini.
Lønar- og setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Jákupi F. Olsen, deildarleiðara á verkfrøðideildini, á telefon 221464 ella telduposti jo@sev.fo. Umsóknarfreistin er 19. november 2026. Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: maskinverkfrøðingur verkfrøðideildin.
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið varð stovnað 1. oktober 1946.