Kom í læru hjá Sev
Vit sóknast eftir eldhugaðum maskinsmiðjulærlingi til Sundsverkið.
Hevur tú áhuga fyri motorum og hug til eina útbúgving, sum skiftir millum at fáast við motorar og framleiða streym til Føroyaland allan sólarringin meginpartin av lærutíðini – men eisini fert í skúla ein part av lærutíðini, so er útbúgvingin sum maskinsmiður kanska hin heilt rætta til tín.
Í lærutíðini lærir tú at arbeiða uppá motorar og alt annað handverk sum ein maskinsmiður skal læra i lærutiðini, so sum sveising, dreyging, fresing og annað sum verður gjørt á einum kraftverki innan maskinfakið.
Skúlagongdin er á Glasi og er skipað so, at tú 1. og 2. árið ert í skúla í 20 vikur og 3. árið í 10 vikur. Umframt hetta kemur sjálv sveinaroyndin. Hevur tú longu ein part av SIT ella yrkisnámi, verður lærutíðin stytt samsvarandi.
Í lærutíðini ert tú partur av einum væl skipaðum arbeiðsplássi, har tú fært starvsfelagar og lærumeistara, ið stuðla og vegleiða, so tú fært eina áhugaverda og læruríka lærutíð í tryggum kørmum. Tú verður sum lærlingur við til at veita øllum føroyingum streym saman við dugnaligum starvsfelagum. Talan er um nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur, har tú fært fremstu og neyðugu vitanina um yrkið.
Løn og starvsviðurskifti verða ásett sambært lærusáttmála.
Arbeiðsstaðurin er Sundsverkið, og nærri upplýsingar um starvið fáast frá Eyðuni Matras, verkmeistara, á telefon 286914.
Tú
Vit vænta, at tú ert arbeiðssom/samur og hevur í minsta lagi prógv úr 9. flokki.
Vit vænta eisini, at tú dugir væl at samskifta og samstarva, og at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.
Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil ella at tú útvegar tær hetta skjótast gjørligt.
Umsóknin
Umsóknarfreistin er 5. juni 2026. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast í telduposti til starv@sev.fo, viðm.: maskinsmiðulærlingur
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.