Vit sóknast eftir maskinmeistara til Sundsverkið í fast starv at byrja skjótast gjørligt.
Sundsverkið
Sundsverkið er enn bulurin í føroysku elveitingini og tryggjar streymveitingina, tá ið varandi orkukeldur ikki einsamallar strekkja til. Sundsverkið framleiðir umleið helvtina av elorkuni á landi.
Tilsamans 40 fólk starvast á Sundsverkinum, sum hevur ein framleiðslumátt á 82 MW. Tíggju dieselmotorar og hjálparskipanir eru:
Verkið hevur nútímans stýri- og eftirlitsskipan. Avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin Fjarhitafelagnum í Tórshavn.
Starvið
Arbeiðið á Sundsverkinum er at hava um hendi dagligu elframleiðsluna. Harumframt verða viðlíkahald og umvælingar gjørdar við egnari arbeiðsmegi á verkinum.
Arbeiðstíðin fevnir bæði um dagarbeiði og vaktararbeiði.
Tú
Vit vænta, at tú hevur:
Neyðugt er við koyrikorti til persónbil.
Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.
Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um fast starv at byrja skjótast gjørligt. Setanarstaðurin er Sundsverkið, og tú vísir til verkmeistaran.
Lønin er sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið.
Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Eyðuni Matras, verkmeistara á tel. 286914 ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluni, á tel. 218419. Umsóknarfreistin er 20. november 2026.
Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: maskinmeistari Sundsverkið.
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.