Lestrarstarv á menningardeildini

MG 0092 Copy

Ynskir tú at royna tínar førleikar í einum spennandi og dynamiskum umhvørvi? So er hetta møguleikin fyri teg!

 

Starvið 

Arbeiðsuppgávurnar kunnu vera sera ymiskar, alt eftir hvat tørvurin er. Í fyrstu syftu verður talan um at leggja distributionsnetið inn í PowerFactory.

Sum starvslesandi verður tú partur av dagligu arbeiðsgongdini og fær innlit í, hvussu arbeitt verður á Sev. Harafturat verður miðað eftir, at tann starvslesandi kann vera við í arbeiðinum at loysa størri og minni uppgávur.

 

Vit vænta at tú lesur elverkfrøði ella líknandi á bachelor, diplom ella kandidatstigi.

Tú hevur góð samstarvsevni, ert ágrýtin, miðvís/-ur, kanst arbeiða sjálvstøðugt og ert fús/-ur at taka av nýggjum avbjóðingum.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við PowerFactory.  

 

Sev

Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.

 

Setanar- og lønarviðurskifti 

Tú verður sett/ur sum tímalønt/-ur, og vísur til menningarleiðaran hjá Sev. Arbeiðstíðin verður avtala millum teg og Sev, men kann væntast at liggja millum 5 og 10 tímar um vikuna. Hædd verður tikið fyri próvtøkum og feriu, tí lesnaðurin kemur í fremstu røð.

Starvið kann setast sum fjararbeiði ella við starvstaðið á Landavegi 92, Tórshavn.

Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.

 

Umsóknin

Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Terja Nielsen, menningarleiðara, á telefon 216522. Umsóknarfreistin er 12. mars 2026.

Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: Lestrarstarv á menningardeildini

 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið varð stovnað 1. oktober 1946. 

 

Lestrarstarv

12. mars 2026

Landavegur ella fjararbeiði

starv@starv.fo

Terji Nielsen, menningarleiðari

tn@sev.fo