KT-mennari til Sev

Vit sóknast eftir eldhugaðum KT-mennara til fulltíðarstarv.  

 

Starvið

Tú verður partur av KT-deildini saman við fimm starvsfelagum, og deildin samstarvar við allar deildir á Sev.

Fleiri stórar og spennandi KT-verkætlanir eru sjósettar, m.a. tí at nýggj krøv til Sev hava við sær, at forrit skulu mennast og dátuarkitektururin skal dagførast.

Sev hevur nógvar ymiskar telduskipanir, ið skráseta eina ørgrynnu av dátum frá dagliga virkseminum innan framleiðslu, net og fyrisiting. KT-deildin hevur ábyrgd av at menna og halda viðlíka loysnir, har ymiskar skipanir samskifta við hvørja aðra. Hetta krevur, at dátugrundarlagið og KT-undirstøðukervið verða bygd út á ein tryggan og skipaðan hátt.

Tú verður saman við deildarleiðara við til at leggja ætlanir fyri KT-menning og at skipa arbeiðsháttin fyri at náa settum málum.

 

Uppgávurnar eru annars í høvuðsheitum at: 

·       lýsa tørv og kravfesta

  • sniðgeva og menna dátumodell
  • menna forrit og loysnir, ið viðgera dátur til ymisk endamál og menna forrit til trygt dátusamskifti millum skipanir
  • arbeiða í menningarverkætlanum saman við ymiskum deildum og loysa fjølbroyttar uppgávur fyri aðrar deildir, myndugleikar og aðrar áhugabólkar
  • samskifta og samstarva við uttanhýsis KT-veitarar á føroyskum og enskum

·       hava rakstur av verandi skipanum, ið vit sjálvi hava ment

 

 
Vit vænta, at tú hevur:

  • viðkomandi útbúgving innan KT-menning
  • góðar førleikar innan greining, sniðgeving og forritan
  • drúgvar royndir við SQL og at menna dátugrunnar
  • góðar førleikar við forritanarmálum, til dømis C# ella Golang og góðar førleikar við “scripting-máli”, til dømis Python
  • royndir við at menna REST API og Web-menning annars

Harumframt at tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt, eins væl og í samstarvi við onnur. Tú dugir væl at lurta og gera tað torskilda einfalt hjá øðrum at skilja. At tú hevur gott hugflog, ert forvitin eftir at menna teg tøkniliga, og ert fús/ur at læra nýggja tøkni um neyðugt.

 

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir við:

  • dátuarkitekturi
  • cloud tøkni og Azure
  • at menna grafisk brúkaramót (GUI)

 
Sev 

Tú fært upplæring í teimum viðurskiftunum, sum serliga gera seg galdandi á eløkinum. Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.

 

Setanar- og lønarviðurskifti 
Talan er um fulltíðarstarv, og setanarstaðið er Sev, Landavegur 92, Tórshavn. Okkara nýggi KT-mennari skal tola broytingar í starvinum, og at starvið t.d. kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. 
 
Umsóknin 
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Ólavi Brimnes, KT-leiðara, á telefon 219820. Umsóknarfreistin er 9. apríl 2026. Send okkum umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum í telduposti til starv@sev.foviðmerk KT-mennari til KT-deildina.
  

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

09. apríl 2026

Landavegur 92

starv@sev.fo

Ólavur Brimnes, KT-leiðari

ob@sev.fo