Hug og áræði at fáast við innanhýsis eftirlit, fíggjarliga uppfylging, greiningar og ætlanir? So er at halda seg framat, tí júst nú sóknast vit eftir kontrollara
Starvið
Sum kontrollari hjá Sev vísir tú til deildarstjóran fyri fyrisitingini. Talan er um sera sjálvstøðugt starv, men tú fært góða upplæring og fert at samstarva við nógv ymisk starvsfólk.
Tú skalt í starvinum skapa trygd fyri, at fíggjarligu upplýsingarnar hjá Sev eru rættar, at váðar eru undir eftirliti, og fylgja neyvt við, at mannagongdirnar virka væl. Harumframt tekur tú lut í greiningum av fíggjarligum upplýsingum.
Uppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar
· Fíggjarlig uppfylging
· Innanhýsis eftirlit
· Avstemmingar og góðska í bókhaldinum
· Váða- og reglueftirlit
· Rapportering til leiðsluna
· Fíggjarætlan og forsagnir
· Menning av mannagongdum
· Greina fíggjarligar upplýsingar, bæði uttanhýsis og innanhýsis
Tú
Vit vænta, at tú hevur eina 3-5 ára langa útbúgving í roknskapi/búskapi. Gjarna viðkomandi útbúgving innan búskap á kandidatstigi.
Samstarvs- og samskiftisførleikar tínir eru góðir, og tú bæði dugir og tímir at tosa við fólk. Neyðugt er at vera tolin, rúmlig/ur og at duga at arbeiða sjálvstøðugt.
Tú ert úrslitssøkjandi, heldur avtalur og tíðarfreistir. Sjálvsagt ert tú tilvitað/ur um týdningin av at handfara trúnarðarupplysingar og trúnaðarskjøl.
Vit vænta eisini, at tú:
· hevur tev fyri tølum
· dugir at greina
· ert tekniskt mindað/ur
· hevur góðar kt-førleikar
· hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir.
Umframt at tú kennir teg aftur í virkisvirðum okkara – samstarv, eldhugi og virðing – so er ynskið, at tú ert fleksibul og fús/ur at bróta upp úr nýggjum og finna loysnir. Eisini frætta vit fegin frá tær, um tú hevur royndir við og hevur trivist væl við líknandi uppgávum áður.
Sev
Tú fært góða og holla upplæring.
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.
Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv, og setanarstaðið er Sev, Landavegur 92, Tórshavn.
Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Starvið verður sett 1. januar ‘27 – men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Boga Bendtsen, deildarstjóri fyri fyrisingini, á telefon 286182. Umsóknarfreistin er 8. november 2026. Send okkum umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum í telduposti til starv@sev.fo, viðmerk: Kontrollari
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.