Húsavørður til Sundsverkið

 

Vit sóknast eftir húsavørði til Sundsverkið.

 

Talan er um eitt fjølbroytt starv, har tú fert at røkja og hava umsjón við ognunum á Sundsverkinum.

 

Uppgávurnar eru:

-          at hava eftirlit við bygningum

-          at halda uttandura og uttanum økið

-          at hava eftirlit við hita og bygningsventilatión

-          ábyrgd av trukkum, bilum og kranum

-          at umsita uppgávur í viðlíkahaldskipanini

-          at umsita lásaskipan, herundir viðlíkahald av hurðum og portrum

 

Førleikar

Vit vænta, at tú ert útbúgvin húsavørður ella hevur viðkomandi handverkaraútbúgving umframt viðkomandi royndir.

Harafturat skalt tú kunna arbeiða sjálvstøðugt og loysa trupulleikar, tá ið á stendur.

 

Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva við starvsfelagarnar. Tú ert væl gjørd/-ur og raðfestir, at tingini verða væl úr hondum greidd.

 

Neyðugt er við koyrikorti til persónbil.

 

Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag frá kl. 8.00 – 16.00.

 

 

Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.

 

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvsstaðurin er á Sundsverkinum, og tú vísir til verkmeistaran á Sundsverkinum.
Setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og ávikavist Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna ella Starvsfelagið.

 

Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Eyðuni Matras, verkmeistara á Sundsverkinum, á telefon 286914. Umsóknarfreistin er 5. juni 2026. Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: “húsavørður”.

 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið varð stovnað 1. oktober 1946.

05. juni 2026

starv@sev.fo

Eyðun Matras, verkmeistari

eym@sev.fo