Elektrikari/elinnleggjari til eltøknideildina

Vilt tú vera við til at stabilisera og framtíðartryggja føroyska elnetið við at seta upp og installera slóðbrótandi tøkniligar loysnir?

Vit sóknast eftir elektrikara/elinnleggjara til eltøknideildina at byrja um hálvan august.

 

Starvið 

Eltøknideildin hoyrir undir netpartin, og uppgávurnar eru sera fjølbroyttar. Deildin loysir uppgávur fyri og í samstarvi við framleiðsludeildina, rakstrardeildina og verkfrøðideildina hjá Sev við nýbyggingum, útbyggingum og viðlíkahaldi.

 

Arbeiðsuppgávurnar liggja á markamótinum millum framleiðslueindir og háspenning og fevna millum annað um:

· uppseting av tekniskari útgerð á koblingarstøðunum og elverkunum 

· viðlíkahald av teknisku útgerðini á koblingarstøðunum 

· viðlíkahald av teknisku útgerðini á elverkunum 

 

Á eltøknideildini er eitt vælvirkandi toymi við 10 dugnaligum starvsfólkum, sum eru útbúgvin elektrikarar og elinnleggjarar, og sum við drúgvu royndunum duga væl at læra frá sær og taka væl ímóti tær.

 

Vanliga arbeiðstíðn er frá 8.00-16.00, men tú kanst vænta, at arbeiðið fyri ein part fer fram uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Uppmøtingarstaðurin er vanliga í Havn, men roknast kann við nakað av ferðing innanoyggja, tí arbeiðið hjá eltøknideildini fer fram um alt landið.

 

 

Vit vænta, at tú ert útbúgvin elektrikari, elinnleggjari ella líknandi. 

Umráðandi er eisini, at tú hevur stóran áhuga fyri elfakinum og tøkni sum heild. Eisini vænta vit, at tú ert fús/ur til áhaldandi at læra og menna fakligu førleikar tínar. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. Koyrikort til persónbil er neyðugt.

Tú ert fyrikomandi, nærløgd/-lagdur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Vit vænta eisini, at tú hevur góðar telduførleikar og lætt við at seta teg inn í nýggj forrit. 

 

Sev 

Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið javnvág er ímillum arbeiðslív og familjulív, og tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi. 

Tú fært sjálvsagt neyðugu upplæringina í uppgávunum, sum tú fær um hendi. 

 

Setanar – og lønarviðurskifti

Høvuðsstarvsstaðurin er á eltøknideildini á Havnarverkinum, og tú vísir til deildarleiðaran fyri eltøkni. Setanarøkið fevnir um netpartin hjá Sev, sum liggur undir deildarstjóranum fyri elnetið.

Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.

 

Umsóknin 

Um tú ert áhugað/ur í starvinum og hevur eitt hvørt at spyrja um, ert tú vælkomin at venda tær til Eyðun Jensen, leiðara á eltøknideildini, á telefon 788220. Umsóknarfreistin er 8.juni 2026 2026.Send okkumumsókn við prógvum og viðkomandi skjølum í telduposti til: starv@sev.fo, viðmerk: Elektrikari/elinnleggjari.

 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.  

08. juni 2026

Havnarverkið

starv@sev.fo

Eyðun Jensen, leiðari á eltøknideildini

eje@sev.fo