Elektrikari til Sundsverkið

Vilt tú vera við til at tryggja øllum í Føroyum støðugan streym við haldgóðum rakstri og viðlíkahaldi á Føroya størsta elverki?
Vit sóknast eftir elektrikara til Sundsverkið.


Sundsverkið
Sundsverkið er enn bulurin í føroysku elveitingini og framleiðir umleið helvtina av elorkuni á landi.
Tilsamans 40 fryntlig og dugnalig fólk starvast á Sundsverkinum, og samlaði framleiðslumátturin er 82 MW.

Á verkinum eru tíggju dieselmotorar og tilhoyrandi hjálpimaskinarí. Verkið hevur nútímans stýri- og eftirlitsskipan, og avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin Fjarhitafelagnum í Tórshavn.


Starvið
Sum elektrikari fevna uppgávur tínar m.a. um:

  • Viðlíkahald av inni- og uttanduraljósi
  • Feilfinning í lágspenningsskipan á verkinum
  • Uppsetan av nýggjum elútbúnaði
  • Viðlikahald av eltekniskum skipanum á Sundsverkinum
  • Viðlíkahald/feilfinning av elútbúnaði tilhoyrandi stýrisskipan á verkinum
  • Eftirkanning/royndir av elútbúnaði tilhoyrandi stýriskipan á verkinum
  • Viðlíkahald/feilfinning av kameraskipan á Sundsverkinum
  • Viðlíkahald/feilfinning av UPS´um og battaríum

Harumframt at hjálpa húsavørðinum við elútbúnaði og aðrar fyrifallandi uppgávur innan el.

Stundum er talan um uppgávur, tit sjálvi/r kunnu loysa, aðrar tíðir er neyðugt at lyfta í felag. Vit vænta, at øll eru fús at veita eina hjálpandi hond, har tað tørvar.

Koyrikort til persónbil er neyðugt.


Arbeiðstíðirnar eru kl. 08.00 – 16.00 mánadag til fríggjadag. Av og á kann yvirtíð væntast.


Tú ert útbúgvin elektrikari, og hevur royndir innan fakið.

Vit leggja dent á, at tú ert fyrikomandi, nærløgd/-lagdur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

Sev 
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.

Setanar- og lønarviðuskifti  
Starvsstaðurin er Sundsverkið, og tú vísir til verkmeistaran. Setanarøkið fevnir um framleiðslupartin hjá Sev, sum liggur undir deildarstjóranum fyri framleiðsluna. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Handverkarafeløgini.

Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Eyðuni Matras, verkmeistara, á Sundsverkinum, á telefon 286914. Umsóknarfreistin er 5. juni 2026. Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: Maskinsmiður/elektrikari Sundsverkið.

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.



05. juni 2026

Sundsverkið

starv@sev.fo

Eyðun Matras, verkmeistari

eym@sev.fo