Elektrikari til Grønu orkuverkini hjá Sev

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum elektrikara til rakstur og viðlíkahald av elteknisku skipanunum á verkunum.

Starvið
Deildin Grønu orkuverkini umsitur og rekur øll vatnorkuverkini og eyka verkini í meginøkinum og allar útoyggjar. Høvuðsuppgávan er at tryggja støðuga og effektiva elframleiðslu úr varandi orkukeldum, við serligum denti á vatnorku. Í toyminum eru 9 starvsfólk.
Meginmálið við starvinum er at styrkja arbeiðið við at gera føroysku elframleiðsluna enn meira burðardygga og tryggja, at framleiðslueindirnar altíð eru væl røktar og virka sum best.

Tú
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
· rakstur og viðlíkahald av eltekniskum útbúnaði, bæði á meginlandinum og útoyggj
· arbeiði við stýri- og sjálvvirkandi skipanum
· feilsøking og umvælingar á framleiðslueindum
· samskifti við veitarar og samstarvspartar

Vit ímynda okkum, at tú ert útbúgvin elektrikari ella hevur sambærliga handverkliga útbúgving.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir sum elektrikari innan eitt ella fleiri av hesum økjum:
· há- og lágspenningsútbúnað
· stýringar, PLS og SCADA
· viðlíkahaldsskipanir

Vit vænta, at tú arbeiðir sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og ert góður liðleikari, umframt at tú:
· trívist væl við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum. Tú kann til tíðir vænta at skula yvirnátta á útoyggj í sambandi við átroðkandi uppgávur.
· dugir føroyskt ella annað norðurlendskt mál og enskt, bæði í talu og skrift og hevur góð samskiftisevni
· hevur góðan teldukunnleika og áhuga fyri nýggjum skipanum
· hevur koyrikort til persónbil
Tað er eisini ein fyrimunur, um tú ert kropsliga væl fyri og trívist við arbeiði bæði inni og úti.

Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar, møguleiki er fyri ávirkan á egið arbeiði og fakligari menning. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.
Tú verður partur av einum sterkum fakligum umhvørvi, sum hevur ein týðandi leiklut í grøna orkuskiftinum í Føroyum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Fossáverkið í Vestmanna, men arbeiðið fevnir um alt meginøkið og smáverkini kring landið. Tú vísir til verkmeistaran á Grønu orkuverkunum.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna.

Umsóknin
Hevur hetta tín áhuga, fáast fleiri upplýsingar um starvið frá Sæmund Tausen, verkmeistara á Grønu orkuverkunum, á telefon 286902 ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðslu, á telefon 218419.
Umsóknarfreistin er 9. november 2026. Send okkum umsókn, prógv og onnur viðkomandi skjøl á starv@sev.fo, viðmerk: Elektrikari til Grønu orkuverkini

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr, undir virðisorðunum samstarv, eldhugi og virðing. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn – allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið varð stovnað 1. oktober 1946.

09. november 2026

Setanarstaðið er Fossáverkið í Vestmanna, men arbeiðið fevnir um alt meginøkið og smáverkini kring landið

starv@sev.fo