Vit sóknast eftir tveimum maskinmeistarum til vaktararbeiði á Vágsverkinum í summar.
Elskipanin í Suðuroy er serstøk og partur av spennandi royndarskipan í altjóða høpi.
Uppgávur
Sum vakthavandi maskinmeistari samskipar tú elveitingina millum Vágsverkið, elverkið í Botni, vindmyllulundina í Porkeri umframt sólorkulundina í Sumba og skipanina í Heiðunum við battaríum og synkronkompensatori. Harumframt hevur tú umsjón við netinum og koblingarleiðslu fyri elnetið í Suðuroynni.
Arbeiðsstaðurin er Vágsverkið. Talan er um vaktararbeiði, sum bæði er í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Tey fýra elverkini í Suðuroy eru:
· Vágsverkið við fýra dieselmotorum.
· Elverkið í Botni, sum er eitt vatnorkuverk við tveimum turbinum.
· Vindmyllulundin í Porkeri við 7 vindmyllum.
· Sólorkulundin í Sumba.
Sev
Tú fært upplæring, áðrenn tú byrjar at ganga vakt.
Løn
Lønin er sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið.Harumframt verður vaktargjald lagt afturat.
Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá John Eli Krosslá, verkmeistara, tlf. 229518, ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluna, tlf. 218419.
Umsóknarfreistin er 3. mai 2026. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til: starv@sev.fo. Viðmerk: Avloysari til elverkini í Suðuroy.
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.